Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 • 23. januar 2009 Vikuskifti 14 Um eina viku fer Rás2 undir nýggja og stórsligna sendirøð, ið verður send beinleiðis av Hvonn í Havn. Sendingin, sum hevur fingið navnið Hvonn Live, bjóðar ein litríka bukett av undirhaldi, práti, skemti, livandi tónleiki, kjaki og hugleiðingum. Ætlanin er at senda nakrar sendingar av Hvonn næstu mánaðirnar. Í fyrstu sendingini verður ein av gestunum Peter Aalbæk Jensen, sum er filmsframleiðari, men helst er líka kendur sum tann avgjørdi dómarin í sjónvarpskappingini Talent. Onnur, sum verða við í sendingini næsta fríggjadag, eru Hans Fróði Hansen, Durita Christophersen og Ragnar Finnsson, sum fer at spæla live á Hvonn. Lagt verður eisini upp til, at lurtararnir kunnu verða við í sendingini á Hvonn – bæði við at møta upp og spyrja spurningar, og við at senda sms og teldubrøv til sendingina. Bjóða eitt sindur eyka Redaktørur fyri Hvonn Live er Eyðun Klakstein, og hann vónar, at Rás2 kann bjóða føroyingum eitt øðrvísi og serstakt útvarpsupplivilsi við nýggju sendirøðini. - Rás2 leggur seg eftir at gera livandi og friskt útvarp, og tað mesta verður gjørt her og nú. Við nýggju sendirøðini ætla vit at bjóða lurtarunum eitt sindur eyka og gera enn meira burturúr, men vit sleppa ikki tí fríska og livandi, sigur Eyðun Klakstein. - Sendingin skal vera fjølbroytt og undirhaldandi, og fólk skulu hava høvi til bæði at smílast, flenna, grunda og kjakast, sigur hann. Vilja virka ímóti rákinum Seinastu tíðina hava nógv keðilig tíðindi verið at frætta úr føroyska fjølmiðlaheiminum. Bløð eru givin, fjølmiðlafólk verða søgd úr starvi, og miðlarnir mugu spara. - Rás2 vil við Hvonn Live gera eina heilhjartaða roynd at mótvirka rákinum í miðlaheiminum og samfelagnum annars. Vit vilja spíla okkum enn meira út og geva fólki nakað nýtt og spennandi, sigur Eyðun Klakstein. Vertir í Hvonn Live verða Eyðun Klakstein, Barbara Holm og Tjóðhild Patursson. Tøkningar verða Alvin Ellebye Andersen og Mirjam Pætursdóttir. Harafturat verða eisini onnur fólk við í framleiðsluni av sendingini. Fyrsta sendingin Hvonn Live verður send fríggjadagin 30. januar klokkan 15. Sendingin varðar í tríggjar tímar. Rás2 flytur inn á Hvonn Tey, sum gera sendingina Hvonn Live, eru Tjóðhild Patursson, Eyðun Klakstein, Mirjam Pætursdóttir, Barbara Holm og Alvin Ellebye Andersen Mynd: Jens Kr. Vang Hvonn Live Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kendir gestir úr útlandinum, undirhald, livandi tónleikur, kjak og annað verður á skránni, tá ið Rás2 um eina viku fer undir nýggja sendirøð, sum verður send beinleiðis av Hvonn í Havn