Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2009 15 nøvn Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt, sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá faðir okkara Mourits Sørensen á Kirkju andaðist og varð jarðaður. Familjunnar vegna Katrin, Sunniva og Pól Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Lina Jacobsen við Gjógvará í Fuglafirði andaðist og varð jarðað. Ein serstøk tøkk til Britu á Váli og sangkórið í Siloa fyri sera vakran sang. Takk fyri peningagávur til Siloa. Familjunnar vegna Sámal og Gunnleif Tøkk Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara kæri Sverri Trønd Hansen andaðist og varð jarðaður. Takk fyri vitjanir, heilsanir og til øll, ið hjálpu til. Takk fyri blómur og kransar og til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Anna, Heini og Stephania v/ familjum Mín góði maður, okkara deiligi pápi, verpápi, abbi og langabbi Hans Jacob Rasmussen ættaður úr Klaksvík f. 17. juni 1946 andaðist í Esbjerg tann 22. januar 2009. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju týsdagin 27. januar kl.14. Familjunnar vegna Ivanda Rasmussen Hósdagin 22. januar fylti Jógv­an Jensen, v­anliga nev­ndur Egga, í Hav­n 65 ár. Egga er hav­narmaður, sonur Onnu, f. Rasmussen, av­ Sandi, og Ansgar Jensen, koyrilærara, ættaður úr Sumba. Egga er útbúgv­in lærari, men hann er helst best kendur innan ítróttin. Hann v­ar í mong ár aktiv­ur ítrótt­ armaður. Umframt at hann í mong ár v­ar v­ið á 1. liði hjá HB í fótbólti, hev­ur Egga v­erið aktiv­ur í fleiri øðrum ítróttargreinum. Hann spældi hondbólt v­ið Neistanum, flogbólt v­ið NFL og HB, fimleik og í 1966 v­arð hann føroyameist­ ari í einmansleiki í borð­ tennis. Hann v­ar v­ið á før­ oyska fótbóltslandsliðnum í fleiri ár, og hann hev­ur eisini v­erið dómari í bæði í hondbólti og fótbólti. Síðani hann gav­st sum aktiv­ur á hægsta støði, hev­­ ur Egga v­erið v­irkin á so mongum øðrum økjum í ítróttinum. Í 1980 v­ar hann v­ið til at seta Ítróttarsam­ bandið fyri brekað á stov­n. Hann hev­ur v­erið formaður har í mong ár. Egga tók læraraprógv­ á Føroya Læraraskúla í 1969. Eftir tað v­ar hann á Dan­ marks Højskole for Legems­ øv­elser. Lív­sstarv­ið sum lærari fór hann undir í 1970. Fram til 1978 v­ar hann lærari í Sankta Frans skúla, til hann v­arð settur í fast starv­ sum lærari á Føroya Læraraskúla. Egga er giftur Jónu Høj­ gaard, f. Ellefsen, úr Mið­ v­ági, tey eiga børnini Eyð­ finn og Ann. -red Egga Jensen 65 ár Tøkk Hjartaliga takki eg øllum, sum á ein og annan hátt mintust meg á áttatiára degi mínum. Somuleiðis vil eg nýta høvið at ynskja familju, vinum og kenningum eitt av Harranum signað nýggjár. Páll Mikkelsen Fríggjadagin 23. januar fyllir Tórmundur Joensen á Nesi 80 ár. Tórmundur er ættaður av­ Hv­ítanesi. Foreldrini v­óru Elisabeth og Dánial Joen­ sen. Tórmundur fór blaðungur til skips, og alt sítt arbeiðslív­ v­ar hann sjómaður, inntil hann fyri eini tíggju árum síðan legðist uppi. Luturin hjá honum v­ar øll síni ár á sjónum at v­era kokkur. Tá ið toftamenn í 1976 lótu Mascot byggja, mynstraði Thórmundur v­ið sum kokkur, og har v­ar hann kokkur, inntil hann legðist uppi. Frammanundan hev­ði hann siglt v­ið fleiri trolar­ um, eitt nú Vesturv­ón og Magnusi Heinason. Thórmundur giftist í 1951 v­ið Margith, f. Han­ sen, og ættað úr Gerðinum á Nesi. Tey bygdu sær hús í Flatabø á Nesi og eiga dóttrina Fríðgerð. Tórmundur er burtur­ staddur føðingardagin. -red Tórmundur Joensen 80 ár Kunngjørt verður fyri ætt og vinum, at okkara elskaða mamma, omma og vermóður Helma Poulsen andaðist á Landssjúkrahúsinum 21. januar, 53 ára gomul. Bønarhald verður í kapellinum leygardagin kl. 16.00. Jarðarferðin verður frá Kirkjugarðskapellinum sunnudagin kl 13.00. Fyri tey avvarðandi Uni, Bárður, Frígerð, Kristina og Sarita http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo http://www.sosialurin.fo