fríggjadagur 23. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 16 - 23. januar 2009 ]
Fyri fyrstu ferð
verður tað ikki ein
norðurlendingur,
sum skal standa á
odda fyri føroyska
landsliðnum, tá
altjóða avbjóðingar
standa á skránni
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var eingin ivi, tá lesarar
hjá Sosialinum og Portalin
um greiddu atkvøðu um,
hvør
komandi
føroyski
landsliðsvenjarin í fótbólti
skuldi vera.
Síðani
vit
mikudagin
kundu avdúka, hvørji tey
trý seinastu nøvnini á listan
um hjá FSF vóru, hevur
atkvøðugreiðsla
verið
á
heimasíðuni hjá Sosialinum,
og hendan tosaði sítt týði
liga mál. Hóast slíkar quick
pollkanningar skulu takast
við ávísum fyrivarni, so var
úrslitið í hesum førinum
somikið greitt, at har var
eingin ivi um, hvønn venj
ara fólkið vildi hava.
Seks av tíggju føroyingum
høvdu nevnliga peikað á
Colin Calderwood, og eftir
øllum at døma tók tað ikki
so langa tíð hjá FSFnevnd
ini at koma ásamt um somu
niðurstøðu. Fundurin í FSF
húsinum byrjaði nakað eftir
klokkan 17, og hálvan triðja
tíma seinni kom hvítur royk
ur úr húsunum við Tórs
vøll.
Populert val
Tað eru sjálvandi fyrst og
fremst fakligu atlitini, sum
viga tungt, tá ein avgerð av
hesum slag skal takast. Men
fakliga eru teir tríggir,
Serritslev, Kostic og Calder
wood, serstakliga væl fyri.
Stóri spurningurin hjá
FSF var í so máta, um hald
ast skuldi fram við danska
skúlanum, sum tikið hevur
verið til, ella um FSF við at
taka eina øðrvísi loysn inn
skuldi virka til at flyta nøk
ur mørk innan føroyskan
fótbólt.
Tað vóru greiðar ábend
ingar um, at hetta seinasta
saman við trýstinum, sum
atkvøðugreiðslan uttan iva
gav, endaði við at peika á
Colin Calderwood. Tí hóast
starvsnevndin í FSF millum
annað er vald til at taka sín
ar egnu avgerðir, so er eing
in ivi um, at tað eisini vigar
tungt, at talan gjørdist um
eitt val, sum hevur undir
tøku millum føroyska fót
bóltsáskoðaran. Bæði ítrótt
ar og fíggjarliga.
Og hóast valið í skrivandi
løtu ikki er staðfest av FSF
skrivstovuni, so er eingin
ivi um, at tíðindini, sum
Kringvarpið bar á heima
síðuni í gjárkvøldið, eru
eftirfarandi.
Eftir er hjá FSF at sam
røða seinastu snøklarnar í
setanini upp á pláss, men tá
vit í gjárkvøldið tosaðu við
Høgna í Stórustovu, forseta,
hevði hann góðar vónir um,
at seinastu lutirnir kundu
avgreiðast skjótt.
Enn er tó ikki komið
heilt á mál. Vit hava longu
fingið vissu fyri, at allir
tríggir kandidatarnir passa
inn í tann kassan, sum vit
høvdu teknað, men talan er
jú um persónar, og tí vilja
altíð vera smálutir, sum
skulu justerast, áðrenn nak
að er komið endaliga upp á
pláss. Tað er so nakað, sum
vit ætla at arbeiða skjótt
við, tí tingini kunnu henda
skjótt í fótbólti, og tí kunnu
aðrir áhugaverdir møgu
leikar stinga seg upp, sigur
FSFforsetin.
SAMBAND
jákup Mørk
jAkup@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
ítróttur
– Tað er í øllum førum púrasta víst, at hetta er ein maður, sum
heilt náttúrligt hevur eina velduga respekt í spælarahópinum
Todi Jónsson
Eitt
spenn-
andi val
Todi Jónsson
heldur tað ljóða
spennandi,
nú komandi
landsliðsvenjarin
er ein skotskur
fótbóltsprofilur
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Hóast privatu áhugamál
ini í dag liggja í FC
Amager, so er eingin ivi
um, at kanska fremsti
spælari okkara nakrantíð,
Todi Jónsson, framvegis
hevur stóran áhuga fyri
tí, sum fyriferst kring
landsliðið. Og hann held
ur tað ljóða spennandi,
um komandi landsliðs
venjarin eitur Colin Cald
erwood.
Fyrst og fremst er
hetta eitt øðrvísi val til
landsliðsvenjara, og bara
tað í sjálvum sær kann
skapa nakað av íblástri.
Eg veit ikki heilt, um
talan so øgiliga nógv er
um eitt skifti í stíli, men
kanska meira um ein
øðrvísi hugsunarhátt, og
tað kann jú altíð vera
sunt – eisini fyri eitt
landslið.
Sum venjara kenni
eg einki til dygdirnar hjá
honum, so eg fái illa sagt
nakað um tann partin her
og nú. Men bara tað, at
hann er tann maðurin,
sum hann er, kann eisini
fáa stóra ávirkan á lands
liðið.
Eg skal ikki siga, at
spælarar ikki fara inn
fyri at vinna dystir, tí tað
vilt tú altíð. Líka mikið
um mótstøðan eitur Frak
land ella nakað annað.
Men tað, at talan er um
ein venjara, sum hevur
roynt tað, sum hesin
hevur roynt, kann onkurs
vegna geva spælarunum
eyka trúgv upp á egin
evni. Heimurin er nú
eina
ferð
skrúvaður
soleiðis saman, at tú
ávirkast
av
slíkum
lutum.
Og tað er í øllum
førum púrasta víst, at
hetta er ein maður, sum
heilt náttúrligt hevur eina
velduga respekt í spæl
arahópinum, og tað er
eisini nakað, sum hevur
nógv at siga, sigur Todi
Jónsson.
Fólkið fekk sín vilja
Valið hjá fólkinum gjørdist eisini valið hjá FSF. Enn er formliga setanin ikki staðfest, men tað eru greið tekin í sól og mána um, um at Colin Calderwood verður
næsti føroyski landsliðsvenjarin í fótbólti
Mynd: Polfoto/AP