Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 16. januar 2009 inngangur grams.fo Mortan í Hamrabyrgi 16 Harumentan Harutíðin í Føroyum er frá 2. november til 31. desember. Hesa tíðina er loyvt at skjóta haru. Hvat vita vit um haru- mentanina í Føroyum? Veiðumaðurin og listamaðurin Lasse Sørensen, ið býr í Sørvági gav fyri nøkrum árum síðani út bók um veiðu av føroysku snjóharuni. Har greiðir hann frá søgum og upplivingum og nemur eisini við trygdina í hesum ítrivi. Í 2005 gav Postverk Føroya út vøkur frímerki, har Edward Fuglø hevði teknað føroysku snjóharuna, Lepus timidus. Haran er størsta djór á landi, ið vit veiða, men eg havi varhu- gan av, at hesum heimurin er nakað afturlatin og í summum oyggjum verður lítið og einki gjørt burturúr haruveiði. Tað kundi verið áhugavert at gjørt meira burturúr føroysku haruna í meira breiðum høpi. Munna flest allir føroyingar hava smakkað harusteik? Og hvussu skal hara haggreiðast? Skal hon kryvjast beinanveg og hvussu leingi skal hon hanga? Viðhvørt er serligur atsmakkur í harukjøti. Hvat kemst hetta av? Er tað gimaroykur frá hon- haruni ella er tað skotskaði, har gallið hevur spilt kjøtið? Eftir øllum at døma eru nógvar me- iningar um hvussu meira ella minni væl hara smakkar. Vanligt er at skipa harugildi um hetta mundið. Í hesum sam- bandi er fronsk uppskrift uppá haru-steik at lesa í Uppskriftini í dag. Hjá teimum, ið hava hug at royna nakað nýtt, kann tað vera stuttligt at fara undir, men eg ávari um stórt fyrireikingar- arbeiði. Fleiri posavín fáa skoðsmál í Vínummælinum. Millum annað besta posavínið í Rúsuni. Í hesu myrku tíð er gott at fáa eyka vitamin-tilskot. Appilsin er verulig immunverju-bumba. Søgan um Navel-appilsinina fáa tit í Matummælinum. Ein sera vøkur og vælskrivað bók um norðurlendsku kø- karnar verður í dag umrødd í Bókaummælinum. Og aftur hesaferð vil eg minna á, at til ber at tekna seg fyri tíðindabrævi, ið greiðir frá, hvat annars rørir seg í Grams- høpi. Hetta gerst við at upplýsa navn og teldupost til mortan@ hamrabyrgi.com