fríggjadagur 23. januar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 - 23. januar 2009
27
í Miðlahúsinum
tetar á økinum, sum gingu beint í
móti hesi 150-200 ára gomlu,
sonevndu ”Markusar-hypotes-
uni”, og hesir kønu hildu - beint
øvut: at Matteus evangeliið var
eldri enn Markusar evangeliið
(!). Og nokk um tað her.
Men – fyri at halda okkum til
tann áðurnevnda metaforin hjá
Sølvará um útviklingslæruna –
so hava kanska teir ídnu bíbliu-
kritisku søgumenninir onkurs-
vegna lært meiri av Darwin,
gamla, enn teir sjálvir geva sær
far um -?!. (Ein kampur fyri
egnari tilveru?)
Søgumaður
Og gomul søgufatan kann væl
ikki vera nakar eksaktur og
alneyvur vitskapur, eins og kunst-
uppfatan og aðrar afturlítandi,
trilvandi farleiðir. Tilfarið, sum
her verður umrøtt, finst bara í
størri og minni brotum, og
spennir yvir 2 - 3000 ár, og sum
liggja eini 2000 ár afturi í tíðini,
og hetta tilfar inniheldur 66
bøkur, skrivaðar á bókrullur av
o.u. 40 rithøvundum, og har ið
sigst, og sum sagt áður, at einki
upprunaskjal er funnið - enn.
Her áttu tey frøðiliga kritisku
søgufólkini helst klæðiliga at
erkent við sær sjálvum, at teirra
trilvandi tankabygningur kanska
hvílir á skroypiligum staraleggj-
um, og tí ikki komið við alt for
avgerðandi og bombastiskum
niðurstøðum.
Tí, skjótt er at stara seg
blindan.Tak eitt nú John F.
Kennedy, ið varð skotin í Dallas
tann 22.11.1963 – forrestin júst
sama dagin doyðu tveir aðrir
framúr gávuríkir: C.S.Lewis,
tann gløggi kristni professarin í
miðaldarlitteraturi úr Oxford og
Cambrigde, og tann bretski
rithøvundurin, Aldous Huxley:
”Fagre nye verden”) – og hóast
almikið var til av hjástøddum við
hesa drápshending, so keglast
menn enn um, hvør ið tað nú í
veruleikanum var, sum framdi
drápið á Kennedy. Konspiratións-
høvundarnir hava enn góðar
dagar. Og vónandi kemur onkur
søgumaður ikki - um onnur
túsund ár - til ta niðurstøðu, (um
verðin enn stendur tá), at so nógv
ósamsvar er ímillum tær tá tøku
keldurnar í bløðum og avhoyr-
ingum, at einki dráp er farið
fram, og at Kennedy helst
ongantíð hevur verið til - !?
Kanska um hundrað ár -
Ella eisini Oluf Palme, sum fall
deyðiliga særdur av einum skoti
aftanífrá á Sveavegnum tann
28.02.1986, klokkan 23:21, og
seinna skotið streyk við konu
hansara. Lisbet Palme vendi sær
á og sá mannin, sum skeyt:
Christer Pettersson. Men - Hann
náði tú meg - eftir drúgvar
juridiskar togtoganir av mongum
hendinga heilum í fleiri rættarum-
førum, var útsøgn Lisbets
undirkend m.a. tí, at revolvarin,
sum eitt fellandi tekniskt prógv,
ikki varð funnin. Revolvarin varð
tó seinni funnin í einari á í 2006,
men tá var sakin niðurløgd, tí tá
var bartrogið Christer longu
deyður í 2004. ( Og um Christer
man vita seg aftur í verðina nú,
um alt hetta kostnaðarliga og
kostiliga ”kommersið” – tað veit
eg ikki, men eg haldi – at so má
hann onkursvegna halda um
búkin og flenna í kíki at hesi
hátíðarligu og sera seriøsu
svensku, ørkymlaðu rættar-
skipanini.)
Men, nei, mín vinur, far ikki
skeivur: tí søgurnar um morðið á
Palme liva enn og illgitingarnar
halda støðugt fram í okkara øld.
Og alt hetta - nú søguliga tilfarið
- kann væl ikki passa alt samalt.
Og sum ger, so segði maðurin, at
man nóg illa longur kann trúgva
tí, sum stóð í ávísini frá í gjár -.
Paradísið á jørð
Mong, mong onnur dømi kundu
verið tikin fram um møguligar
søguligar villur í nýggjari tíð.
Tað vóru eitt nú millum tey bestu
høvdini í Danmark tá, sum hildu
fast um, at okkara jarðiska
”Eden” var komið í stropa
handan jarntjaldið, ja, nakað
soleiðis sum Holger Drackmann
meistarliga yrkti og droymdi um
í 1871 í ”Engelske Socialister”-
her eitt lítið brot:
Nu har vi hjernen og armen
tilbage,
Dem vi gemme til de kommende
dage.
De rive ham med sig, og han
tager ordet:
Vi er sønner af jorden, til jord
skal vi blive,
Vor løn vil vi have i levende live.
Og tey vitugu – eingin ivi um tað
- avvístu blankt eitt nú frásøg-
urnar frá Alexander Solshenitsin
um ”Oyggjahavið: Gulag”, sum
ta beru propaganda, og hóast
Solshenitsin var har á staðnum,
sum eygnavitni, og sum í áravís
kendi hesa tvørsøgnina á sínum
egna kroppi.
Alt meðan tey einfaldu her
heima í avbygdum: ”mykines-
konan” og ”múlamaðurin” hildu
í sínum stilla sinni, at tað ikki
kundi vera so væl statt eystanfyri
Berlinmúrin, táið tey, sum á nátt
royndu at flýggja vestur um
múrin - og út úr ”paradísinum” -
blivu so gataði ígjøgnum av
kúlum aftanífrá (!).
Hetta er als ikki sett fram her
fyri at loysa nakra skruvu av ella
særa nakran, men bara sum ein
syrgilig og søgulig konstatering.
Maria moy
Aftur til hana. Eftir tíðarand-
anum tá á døgum - og sum er at
finna summastaðni enn - man
hetta vera sannlíkt: at var Maria
ikki moyggj, sum sagt varð frá,
at hon jú var, so kundi ella skuldi
hon eftir lógini tá verðið steinað!
Men so varð ikki. Hennara
trúlovaði , Jósef, góðtók hana og
yvirnatúrligu frásøgn hennara, og
eisini allir hennara kenningar. Og
vanligt er, hóast alt, at táið
eygnavitni og onnur hjástødd
siga gott fyri einum veruleika
ella atgerð, so vigar vitnisburður
teirra nakað væl, og ið hvussu so
er væl meiri enn, hvat ið onkur
hissini fer at takast at forklára
ella burturforklára um henda
veruleika - eini 2000 ár seinni.
Ella hvussu?
Victor Danielsen (1894-1961)
Havi hoyrt mangar talur á mong-
um fundum. Og summar sita
eftir. Eg hoyrdi Victor, tað má
hava verið um seinasta veturin
hann livdi, hann stóð í bakborði
oman móti sandinum í Betesda,
og hann segði hetta:”Eg eri Gudi
so takksamur fyri, at eg kundi –
eg haldi hann brúkti vendingina:
fekk náði til – at lesa Bíbliuna:
uttan við brillum frá øðrum.”
Soleiðis sum hann málbar seg.
Flestur vita, at Victor var
framúr og eitt tað besta begávilsi,
sum land okkara hevur fostrað.
Tak bara hansara lívsverk. Hann
livdi sum ein evangelistur, sum
alt ið tað hugtakið rúmar, og
hann hevði eisini mót og evni
til:” - at tale Roma mitt ímot”,
táið hann kendi tað vera rætt og
neyðugt.
Jóannes Patursson segði um
hann:” Hevði Victor verið
sjálvstýrismaður, so høvdu vit
langt síðani fingið sjálvstýri”.
Og tí, til lukku - allir landsmenn
og Hans Pauli Olsen - við tí
meistaraverkið, sum í dag
stendur í Fuglafirði. Tí varð
Victor sjálvur spurdur, um hann
vildi hava eina standmynd av
sær, so hevði hann – tað vit
kendu hann – nokk sagt:” Noy,
takk”, og sum hann eisini segði
til tilboðið um riddarakrossin.
(Ja, við hvørt er tað betur, ikki at
spyrja ov nógv -).
Tí hansara sikti var eitt heilt
annað. Hann vildi tala:” - sonn
orð við góðum skili” (Ápost.
26,25) Eg hoyrdi eina gentu úr
Søldarfirði – har Victor ofta
dámdi at vitjað aftur til - siga:”
Um Victor var serliga djúpur og
klókur? - Ja, tað veit eg ikki, tí
eg forstóð alt, sum hann segði,
men ikki alt tað sum hinir
talarnir søgdu.” (Munur á
monnum.)
Og loksins hetta:
Eg vænti, hóast hesi hissini
boðabrotini hetta kvøldið, so fer
tann gamli boðskapurin um ”Hin
einsama Galilearan”, at standa
sína roynd. Hann sum helt ta
ómetaligu fjallataluna (Matt. 5-
7), og sum einki hevði at halla
høvdi Sínum at, men sum tó í
evstu líðingarløtuni uggaði tann
løstaða síðumannin við hesum
orðum: ”Í dag skalt tú vera við
Mær í paradísi!”
Og eg haldi eisini fyri vist, at
boðskapurin um henda av
sonnum ”Undurfulla Harra” fer
at halda ímóti øllum álopum -
bæði eftir at øll tey fortreffiligu,
sum vóru hjástødd hetta kvøldið
í Miðlahúsinum, og mín egna
ótilstrekkiligheit - ikki eru meir.
22.01.2009
viðmerkingar