Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 16 - 23. januar 2009 Arnstein Niclasen Fullsett var hetta mánakvøldið tann 12.01.09 - og meira enn tað. Lýsta evnið var einfalt hetta: Bíblian. Framløga og orðaskiftið var millum tveir dámligir ungar kallar: Bergur Debes Joensen og Hans Andrias Sølvará, ið báðir, sum tey siga har norðuri: ” - sum eru frammi hvønn dag og hampu- liga klárir”, og eisini hava teir lisið nakað - annar teologi og hin søgu. Tað er sjáldan lætt at vera fundarstjóri. Og fyrsta beklið var helst, at evnið ikki var nóg greitt avmarkað. Annað, at tíðin var for uppbýtt, sum ikki fremur nakra flótani samrøðu. Og tað triðja, at hølið kendist heldur trongligt í mun til áhugan. Tó kláraði orðstýrarin tað væl, at temja teir mongu spurningarnar frá áhoyrarunum. Men tøkk eiga Jan Müller og manning fyri at leggja hølið til – til tílík høvi. Hóast helst eingin skifti nakra meining hetta kvøldið. Stórt evni Um eitt umrøðuevnið ikki er nóg væl skilgreinað, so er ofta vandi fyri, at annar parturin ”kíkar”, og so varð. Eitt so stórt og veldigt evni: at umrøða Bíbliuna í eitt hissini korter + 5 minuttir í part - tað er vituliga í minna lagi. Flest øll menniskju hava ein feril av, at tað eru paradoks – andsagnir ella tvørsagnir - í Bíbliuni. Aleina hetta t.d.: at Gud gjørdist menn- iskja! Men hinvegin eru paradoks- ini ikki minni í tí sonevndu ”vísindaligu bíbliukritisku søgu- fatanini”. Talan er jú her um eitt so ovurhonds bókaverk, sum í øldir hevur givið hinum einstaka menniskjanum – ofta undir svárum royndum - vón og lívsinnihald, og sum hevur hugtikið túsundir av heimsins gløggastu heilum og hevur inspirerað fjøldir av úrmælingum - bæði til andar og handar – m.a.: innan kunst, tónleik, skaldskap, heimspeki, jura, bókmentir, hjúnalag, arkitektur, stýrislag, etikk og moral! Orðaskiftið Fyrstur legði Bergur fyri – greið- ur og væl hýrdur sum vant - um søgu Bíbliunar, eitt nú um hand- faringina av teimum yvir 5000 av hesum gomlu handritunum, sum samlað útgera alla Skriftina, og fór hann eisini inn á sjálvt inni- haldið og boðskapin. Og hann undirstrikaði, at um øll funnin avrit ikki vóru eins í stødd og formi, so broytti hetta als ikki við heildina í boðskapinum. Síðani kom Hans Andrias – lítilátin og er helst minni ”scenu- vandur” enn ”pastorurin” – og hann tosaði um tann ófullkomna formin. Og hann vísti eisini á, at einki upprunaskjal fanst, og meinti hann, at teir yngru avskriv- ingarnar høvdu líkasum lyndi til, at leggja nakað afturat tekstun- um, sum vóru í teim eldru handritunum. Nevndi sum dømi, um ta kvinnuna, sum var tikin í hjúnarlagsbroti í Jóh. 8, 1-11, at henda frásøgnin var av nýggjari dato, og metti hann hetta tí sum mannaverk, og av hesum: at Bíblian tí bara var orð um Gud, og ikki Guds Orð. Tey lærdu ósamd? Vituligt er, at táið tíðarskeiðið fyri umrødda evnið fevnir um fleiri túsund ára skeið, og at spennið er so vítt, sum her, eru vituliga tilsvarandi fleiri møgu- leikar hjá teim lærdu at verða rættiliga ósamd. Eg skal her halda mær frá, at grýta ósamdar ”lærdar serfrøð- ingar - skriftlærdar og farisearar” í høvdi á nøkrum. Tí tá kann sjálvt evnið skjótt fara av leið, og tá endar samrøðan oftani við: Um hvør ið nú av teim lærdu er klókastur og kønastur, og við ø.o. í einum ”sandkassa”, har ið, sum tit vita: ”Pápi mín er nógv størri og sterkari enn pápi tín, hann kann o.s.fr., aftur og aftur..…!!” Men kanska heldur bara skal nevna eitt dømi, hvat tað dámliga danska bíbliutýðandi prestaparið: Anna Sophie og Paul Seidelin, sum sáttliga siga um hetta umrødda brotið í Jóh. 8: ”Det findes ikke i de ældste og bedste håndskrifter. Men, det anses almindeligt for gammel og pålidelig overlevering, som af en eller anden grund i nogle århundreder ikke har haft fast plads i evangelierne, men omsider er endt på dette sted hos Johannes”. Við ø.o. at til ber líka so væl at hugsa sær, at henda yndisliga frásøgnin um fyrigeving, kann áður væl hava verið við í øðrum uppaftur eldri og horvnum handritum (!). Og ringt man helst vera, at koma hesum nærri - enn tað. Kierkegaard og Barth Meðan eg sat millum hesi iva- leyst vitugu, samankomnu hampa- fólkini, sum ”øll eru fødd av kvinnu”, rann mær til hugs, hvat ið tveir intellektuellir risar í heimsklassa um okkara leiðir hava hildið um tílík evni sum: Gud og mannabørnini. Eitt nú Søren Kierkegaard (1813-55) sum skrivar:” Der er en evig kvalitativ forskel mellem Gud og Hans skaberværk”, og kendi professarin í teologi, Karl Barth (1886-1968) heldur fram:” Hvørja ferð tú nevnir orðið: Gud, so talar tú um nakað, sum er omanfyri títt vit og skil”. Tí tikist mær eisini heitið ”gudfrøðingur” at vera heldur løgið, tí kann nakar verða vísindamaður í nøkrum, sum hann í veruleik- anum ikki hevur nakra fatan av? Ein feril av skuggaboksing Hóast Bergur ferð eftir ferð royndi at fáa samrøðuna inn á: innihaldið og boðskapin, sum øll bæði vís og fávís erkenna, at tey hava sítt baks við, so fór Hans Andrias hvørja ferð í clinch - læsti av, so at siga - við støðugt at endurtaka:” Eg tosi ikki um teologi. Eg eri søgumaður!” Tað kendist tí, sum tú vart við til eina skuggaboksing, ið kann síggja rættiliga elegant út, men kennist heldur pøsandi í longdini. Hans Andrias tyktist mestsum at sita við krosskastaðum ørmum í ringhjørninum – ella uttanfyri ringin fyri tann skuld - og bíðaði eftir at Bergur skuldi gevast ella onkursvegna loypa framav. Tí at Bergur segði sjálvur beinanvegin, at hann ikki hevði fingið lisið bók Hans Andriasar um øll hesi formliga frávikini í Skriftini. Akademiskt hugmóð? Nú, hugmóð hongur uppi í okkum øllum. So ella so. Og heldur ikki er tað ”akademiska hugmóðið” ókent sum hugtak, m.a. hetta: ”Nei, tú, kom tú ikki her - millum okkum lærdu -, og ”vi alene vide” o.s.fr.” Men sum kvøldið leið, tyktist Hans Andrias sjálvur at fara, ið so langt av leið, við at siga, at tilgongdin hjá handritaskrivarun- um mintu hann mest um útviklingslæruna hjá Charles Darwin (1809-82) - (hann meinti helst her við hetta brotið: ”Struggle for life” t.e. kampurin fyri eins egnu tilveru). Umframt at hann gletti á tonn at gitnaðar- frásøgini hjá Mariu moy. Eins og at hann helt, at høvuðsboðskapur Bíbliunnar viknaði av tí, at hand- ritini og evangeliini ikki altíð kendust eins. Og so tað afturat, at vit ikki vitstu eingang um, at Jesus yvirhøvur dugdi at skriva, og vísti hann aftur til kvinnuna í Jóh. 8, har tað stendur, at Jesus skrivaði á jørðina, men meinti annars at henda frásøgnin eftir hansara tykki var søguliga óálítandi. Men mundu ikki øll hini á fundinum – uttan Sølvará, sorry, sorry (!) – kennast við, at Jesus í Luk. 4,16-19, las upp úr Esajasar bók í sýnagoguni í Nazaret. Og táið ein væl dugir at lesa upp í einari mannfjøld, ja, so kann kunnleikin til skrivikynstrið væl ikki vera so langt burturi. Ikki sannheit? - eisini søguliga sæð. Táið eg, sum ungur var niðri í Danmark, og kom í orðadrátt við fleiri um tílík evni, tá kom skjótt hetta fram, og sum Hans Andrias eisini nevndi: ”At Markusar evangeliið av kønum var mett, at vera tað elsta evangeliið, og at hinir evangelistarnir høvdu skrivað teirra evangelium av eftir Markusi - og lagt nakað væl afturat.” Men, eg vitsti tá, eitt nú hjá professaranum F.F. Bruce, M.A., D.D. í Manchester – og sum Andrew W. Sloan forrestin kendi væl – at hann lýsir væl báðar hesar møguleikarnar : a) tann omanfyri nevndi og borin fram á torg eitt nú av C. Lachmann í 1835, og b) har F.F. Bruce hinvegin vísti til kendar capaci- Teologisk/søgulig skuggaboksing viðmerkingar