Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 pp aftur Noregi, kommandørunum Carl og Gudrun Lydholm. Standandi sosialstjóri, Elisabeth Mynd: Ranveig Bøe eitt gott samstarv við allar sosialar stovnar hjá Frelsun­ arherinum og hjá øðrum, og við hini sjúkrahúsini í Oslo eins og kommunu­ læknaskipanina. Áhugaður kongur Tað er eitt stórt arbeiði, sum verður gjørt fyri tey heimleysu og rústengdu á gøtuni í Oslo, og tað er held­ ur ikki nakað, ið fer óansað aftur við borðinum. Sjálvur Haraldur kongur av Noregi hevur stóran áhuga í arbeiðinum. ­ Tað krevur ein sterkan rygg at fara gjøgnum skemd og háðan við virðing, segði Haraldur kongur í sínari nýggjársrøðu, og helt fram: ­ ...høvdu vit viðurkent, at øll menniskju er líka nógv verd, høvdu vit ikki góðtik­ ið, at nøkur verða møtt við niðurlátan og háðan orsakað av, at tey stríðast við rús­ trupulleikar. Og tað er ikki bara í talu, at kongurin vísir áhuga. Hann var eisini við til frum­ sýningina av filminum »Gatas Gynt«, ið er ein dramatisering av 5. parti av leikinum »Per Gynt« eftir Henrik Ibsen, har tað eru rúsmisnýtarar av gøtuni, sum hava leiklutirnar. Tað kom tí ikki óvart á, at kongurin eisini var við, tá gøtusjúkrahúsið læt upp aftur eftir útbyggingina. Tað hevur nógv at siga fyri sjúklingarnar á gøtu­ sjúkrahúsinum, at kongur er til staðar, og tað er við til at uppfylla kongsins ynski í nýggjárstaluni um, at vend­ ingin »samfelagsins veik­ astu« missir meiningina. Hjúnini Erla og Njál Djurhuus fáa heiðurstekin fyri trúgva og fram­ úrskarandi tænastu Haraldur kongur heilsar upp á Per Gynt í filminum Gatas Gynt Mynd: Ranveig Bøe 27 milliónir bilar á lagri Tað er ikki stuttligt at vera bilforhandlari í hesum døgum. Stjórin fyri Ford Deutschland, Bernhard Mattes, sigur við týska dagblaðið, Handelsblatt, at tað í løtuni standa ikki færri enn 27 milliónir bilar runt um í heiminum hjá bilforhandlarum og bíða eftir einum keypara. – Eitt astronomiskt tal og eitt týðiligt tekin um kreppuna, skrivar blaðið. Mattes sigur, at Ford í Týsklandi eisini kann enda í einari støðu, har starvsfólkið kann verða noytt at fara niður í arbeiðstíð, orsakað av lítla eftirspurninginum. Bæði VW og BMW hava boða frá niðursettari arbeiðstíð í ávísum tíðarskeiðum í vetrarmánaðunum, skrivar tíðindastovan Direkt, sambært boersen.dk.