Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 16. januar 2009 bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com 19 Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka. Kendi danski mat-skribenturin, Trine Hahnemann gav í heyst út sera forvitnisliga og vakra bók um skandinavisku køkarnar. Upprunaliga var talan um ein altjóða bók um skandinaviskan mat, sum enska forlagið Quadrille skuldi geva út á heimsmarknaðin. So bleiv eisini. Áhugin var sera stórur. Allur heimurin hevur í hesum árum eyguni fest á hvat hendir á norðurlendsku matstovunum. Norðurlendskur matur er líka ’cool’ í dag sum skandinaviskir møbla-snikkarir vóru í fimti- og seksti-árunum. Forlagið Lindhardt og Ringhof hevur so nú givið bókina út á donskum. Bókin er bygd upp eftir árstíðum, av tí at Trine Hahnemann heldur at júst skiftandi veðurlagið hjá okkum og sesong-vørur er sterkasta eyðkennið fyri norðurlendskan mat. Stórt fjølbroyttni. Rávørurnar eru við støði í siðbundnu norðurlendsku matmentanini, men matgerðin, tilgerðarhátturin er nýggjur við støði í tí vitan vit hava fingið um heilsugóðan kost. Nýggj tøkni og nýggjar samansetingar, ið skapa matrættir, ið hóska til lívið hjá einum norðurlendingi í dag. Trine Hahnemann nýtulkar kendar danskar, svenskar og norskar rættir so sum skipperlabskovs, biff Lindström og sitrónfromasja. Eisini eru heilt nýggjar uppskriftir við í bókini. Eitt nú laksur í sitruslaka, rug-foccacia og piparrót- kervilsúpan. Árstíðirnar og lekru matrættirnir hevur dugnaligi fotografurin Lars Ranek staðið fyri. Sera viðkomandi bók, ið samstundis fær ein at seta spurnartekin við hvar føroyska matmentanin rekur í løtuni… Det Skandinaviske Køkken, Trine Hahnemann, Lindhardt og Ringhof, 224 blaðsíðir, innbundin, uml. kr. 276 í føroysku bókabúðunum Á ferð í norðurlendsku køkunum við Trine Hahnemann