Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 - 23. januar 2009 19 Javni skipar fyri eyka aðalfundi Á dagsskrá er umlegging av láni til umbygging av ognini Hoydalsvegur 40. Fundurin verður á skrivstovuni hjá Javna við Hoydalsveg 40, leygardagin 14. februar 2009 kl. 15.30 Javni Fakta um Virkishúsið: Virkishúsið er deild undir Sjóndeplinum. Húsið verður rikið sum sjálvstøðug eind og liggur í miðbýnum í Havn. Brúkararnir, sum eru sjónveikir eru eisini lætt­ ari seinmentir. Dagliga vera 2 starvsfólk knýtt at húsi­ num saman við møgulig um gestalærarum. Í Virkishúsinum verður vart arbeiði á træðverkstaði, ymiskt handaligt arb ei ði, arbeiði í køki, sosial tiltøk, tiltøk í býnum, einsæris ella í bólk um. Pláss verður fyri uml. 10 viðskiftafólkum. Málið er at geva brúkarunum ein gerandisdag við virði ligum uppgávum og inni haldi allar yrkadagar. Virkishúsið er nýtt sjálvstøðugt virkisøki. Deildarleiðarin verður við til at evna karm­ ar og innihald í arbeiðinum, og kemur at varða av dagligu leiðsluni. KRAV TIL PERSÓNLIGAR FØRLEIKAR: Jalig (ur), tolin, nýskapandi, dugir at sam­ skipa, taka ábyrgd, loysa ósemjur, hevur hugflog og evnir at læra frá sær ymiskt handaligt arbeiði. KRAV TIL FAKLIGAR FØRLEIKAR: ­ Útbúgving t.d. pedagogur, lærari, ergo terapeutur, ítrívsvegleiðari. ­ Útbúgving innan ymiskt handverk ella hondarbeiði. ­ Telduførleiki til vanligt samskifti. SJÓNDEPILIN BJÓÐAR: ­ Fakliga frálæru um sjón og sjóntrupul ­ leikar – atlit og arbeiðshættir. ­ Upplæran innan fakøkið við t.d. handa­ ligum arbeiði – møgulig skeið. ­ Møguliga vitjan á líknandi Virkishúsi aðrastaðni. Starvið er fulltíðarstarv og setananarviður­ skiftini eru sambært viðkomandi sáttmála, sum eru galdandi fyri økið. Ynskiligt er at starvið verður sett frá 1. apríl 2009 ella skjótast gjørligt. Umsóknarfreist­ in er fríggjadagin 13. februar 2009. Eru fyrispurningar, kunnu tit ringja til Sjón­ depilin tlf. 31 82 22 og spyrja eftir leiðara­ num. Hevur hetta starv tín áhuga, send so um­ sókn við prógv og CV til: Sjóndepilin, Att. Leiðarin Boks 2074, FO­165 Argir. SJÓNDEPILIN søkir eftir deildar leiðara til virkishús fyri blind og sjónveik Sjóndepilin ­ Íslandsvegur 10 A Postrúm 2074 ­ 165 Argir Tlf. 318222 ­ Fax. 319288 sjon@sjondepilin.fo Grafik Studio STARVIÐ Talan er um starv við fjølbroyttum uppgávum, sum m.a. fevna um skaðasýn, inntekningarsýn og ítøkiliga skaða við­ gerð. Sum bilsýnsfólk hevur tú nógv samband við kundar og bilverkstøð, so umframt at vera fakliga væl fyri, mást tú eisini vera fyrikomandi. TÚ Tú ert bilsmiður ella hevur aðra nøktandi útbúgving og royndir á viðkomandi øki. Tú hevur teldukunnleika og dugir væl at samskifta. Tær dámar at arbeiða sjálvstøðugt, men trívist eisini væl í toymi. Tær dámar at hava ábyrgd og dugir at raðfesta. Tú ert opin og virkin. UMSÓKNIR OG STARVSSETAN Starvið verður sett skjótast til ber ella eftir avtalu, tí vit eru sinnað at bíða eftir rætta fólkinum. Møguligir spurningar kunnu setast Onnu Mohr Joensen, leiðara á Skaðatænastuni, á tlf. 358141 ella á amj@trygd.fo. Skrivlig umsókn við viðkomandi skjølum skal sendast til Jean Djurhuus, stjóra, á jdj@trygd.fo, ella til P/F TRYGD, Gongin 7, Postboks 44, 110 Tórshavn, stílað Jean Djurhuus. lES MEIRA UM STARVIÐ á www.TRyGd.fO UMSÓKNARfREISTIN ER 1. fEbRUAR 2009 SOlEIÐIS ER TRyGd TRYGD er ein skjótvirkin og slóðbrótandi fyritøka, ið mangan setur dagsskránna í føroyska tryggingarheiminum. TRYGD grundar virksemi sítt á dygd, skjóta avgreiðslu, greidleika, nýhugsan og lønsemi. TRYGD er eisini ein sterk og framlítandi eind, ið veit, hvussu týðandi tað er at geva fjølbroyttum og skapandi menniskjum rásarúm. Hjá TRYGD starvast 21 fólk, og vit umseta í dag fyri meira enn 90 mió. krónur um árið. TRYGD bjóðar tær góðar møgu­ leikar fyri yrkisligari og persónligari menning í einum virknum og nýskapandi toymi. Tú verður við til at flyta felagið inn í framtíðina, og vit síggja tínar persónligu dygdir sum ein týðandi lut í at gera TRYGD enn sterkari. Kemur tú við? buklufrøðingur søkist TRyGd leitar eftir bilsýnsfólki Lesið - so eru tit við