fríggjadagur 23. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 14 • 16. januar 2009
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Vælumtókta og heilsugóða
appilsin-fruktin stavar
upprunaliga úr fjareystri.
Allarhelst Kina. Orðið appilsin
hava vit lænt frá hollendska
’Sinaasappel’ og týska
’Apfelsine’, ið merkir kinverska
súreplið.
Appilsinin kom til Evropa í
15. øld og tað gjørdist skjótt
móti hjá kongum og fúrstum
at planta vakurt Orangeri ella
appilsin-lund. Síðani ferðaðist
appilsinin við Kolumbussi til
Karibia í 1493. Í dag er USA
heimsins størsti framleiðari
av appilsinum. Aðrir stórir
framleiðarir eru Spania, Italia,
Grikkaland, Turkaland, Ísrael og
Norðurafrika.
Tað finnast í høvuðsheitum
tvinni sløg av appilsinum.
Valencia og Navel. Valencia-
appilsinir sipa til kenda spanska
økið, meðal Navel merkir nalvi
á enskum máli. Rættiliga øvugt
so vaksa Valencia-appilsinirnar
í størstan mun í Suðuramerika
og í Spania er Navel-appilsinin
tann, ið prýðir appilsin-
lundirnar.
Valencia-appilsinir hava tunt
flus og eru sera sevjumiklar.
Navel-appilsinir eru nakað
heilt serligt. Tær hava tjúkt
flus og ein nalva mótsettu
megin leggin. Nalvin er úrslit
av, at tvær fruktir eru innan
fyri flusið. Nalva-appilsinin er
ein tvíburður! Ein stór frukt
er, sum vit kenna hana og so
beint innan fyri ’nalvan’ er
ein lítil pinku-appilsin, - eitt
neyðardýr. Hetta fyribrigdið
kann dagfestast aftur til
eina hending í kleystri í
Brasil í 1820. Ljóðar sum ein
skrøggsøga, men tað skal vera
vist at ein spontan genetisk
mutatión í appilsinlundini fór
fram hetta árið, ið skapaði hesa
løgnu nalva-appilsin.
Navel-appilsinin er lívsør og
hevur tískil ongar steinar.
Hetta er tó ein praktiskur
fyrimunur fyri brúkaran. Tí
gjørdist slagið væl umtókt.
Men av tí at fruktin er lívsør
er neyðugt at klona fyri at
fáa fleiri appilsintrø. Hetta
varð gjørt í Kaliforniu í 1870
og síðani fóru nalvungarnir
kring allan heim og eru at fáa
til keyps allastaðni nú. Allar
Navel-appilsinir kunna sigast
at vera undan hesum eina træi
í munkekleystrinum í Brasil í
1820.
Kjøtið í nalva-appilsinum
er søtt og sevjumikið og
hevur eina góða leskiliga
javnvág við súrligu og beisku
undirtónarnar, ið hóska so
væl saman. Men hvat er ein
góð appilsin, tá ið veljast skal
8-fyri-20 úr rúgvuni? Hon
skal kennast tung í hondini,
vera føst og jøvn, ikki bleyt, ei
heldur mislitt.
Sesongin fyri frískar nalva-
appilsinir eru um veturin og
tíðliga á vári.
Hendan dagin eg gekk mær
í Føroya Keypssamtøku,
Miklagarð og Samkeyp fann eg
Navel-appilsinir úr Grikkalandi
og Egyptalandi. Prísurin kann
skifta nakað, men fleiri handlar
bjóða frukt-tilboðið: 8 fyri kr.
20.
Tað er ilt at taka dagar í
millum hvør er betri av
hesum. Sjálvandi er stór
frukt-variatión. Eisini frá viku
til viku. Men aftaná at hava
etið meg ígjøgnum fleiri av
hesum c-vitaminbumbum haldi
eg meg kunna siga, at tær
griksku eru størri og kennast
meira sevjumiklar. Kanska
ein feril meira vatnutar í mun
til tær egyptisku. Men ein
góð javnvág millum tað søta,
súra og beiska. Vakur djúpur
appilsingulur litur ☺
Egyptisku appilsinirnar eru
smærri, men meira inniligar og
søtligar í smakkinum. Kjøtið
er nakað ljósari í mun til tær
griksku.
Samanumtikið smakka tær
griksku og egyptisku Navel-
appilsinirnar líka væl. Meira
umráðandi er at vit eta meira
av hesi heilsugóðu fruktini.
Tær kunna fáast fyri kr. 2,25
stykkið!
Fólkaheilsuráðið mælir okkum
til at eta 600 gram frukt um
dagin. Best er at eta heila frukt.
So fært tú eisini trevjurnar við.
Tað er gott fyri sodningarlagið.
Í hesu myrku tíð, tá ið so
nógvar aðrar matvørur
innihalda minni av vitaminum,
er appilsin kærkomin. Ein
sonn bumba av vitaminum
(serliga C) og mineralum
(serliga kalium). Ci-vitamin
styrkir immunverjuna í
mannalikaminum og kanningar
vísa, at vit fáa best burturúr
at eta appilsinir heldur enn c-
vitamin bollar.
Men alt við máta. Sevjan í
appilsinum er súr, pH=2,5. So
um tú smá-etur appilsinir allan
dagin kunna tennirnar fara illa.
Emaljan etjar av. Og hon kemur
ikki aftur.
18
Nalvungar