fríggjadagur 23. januar 2009síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 16 - 23. januar 2009 ]
Juventus vil hava Kuyt
Sambært enska the Sun er italska Juventus til reiðar at
rinda £30 milliónir fyri hollenska Dirk Kuyt, sum spælir
við Liverpool. 28 ára gamli Kuyt hevur skotið fimm mál í
22 dystum fyri Liverpool hetta kappingarárið. Men hóast
málini kanska ikki eru so heilt nógv í tali, so hevur hann
støðugt imponerað vil velduga arbeiðsavriki sínum.
Newcastle vildi hava
Calderwood
Colin Calderwood, sum eftir øllum at døma verður næsti
landsliðsvenjari oikkara í fótbólti, segði týsdagin sagt nei
takk til eitt starv í enska stórfelagnum Newcastle. Tað vita
enskir fjølmiðlar at siga. The Mirror vildi vera við, at Colin
Calderwood skuldi í starv sum hjálparvenjari í Newcastle,
men hetta avsannar Calderwood sjálvur. Sum skilst frá
keldum í Skotlandi er tó ikki heilt einki um søguna, hóast
hon verður avsannað.
HM-støðurnar
Bólkur A
d
v
j
t
mál
+/-
stig
1
Frakland
5
5
0
0
168-106
62
10
2
Slovakia
5
3
1
1
152-119
33
7
3
Ungarn
5
3
1
1
148-115
33
7
4
Rumenia
5
2
0
3
141-135
6
4
5
Argentina
5
1
0
4
133-137
-4
2
6
Australia
5
0
0
5
76-206
-130
0
Bólkur B
1
Kroatia
5
5
0
0
170-115
55
10
2
Svøríki
5
4
0
1
162-118
44
8
3
Suðurkorea
5
3
0
2
140-126
14
6
4
Spania
5
2
0
3
167-127
40
4
5
Kuba
5
1
0
4
106-181
-75
2
6
Kuwait
5
0
0
5
99-177
-78
0
Bólkur C
1
Týskland
5
4
1
0
147-116
31
9
2
Makedonia
5
3
0
2
145-136
9
6
3
Pólland
5
3
0
2
146-131
15
6
4
Russland
5
2
1
2
143-145
-2
5
5
Tunesia
5
2
0
3
143-142
1
4
6
Algeria
5
0
0
5
114-168
-54
0
Bólkur D
1
Danmark
5
5
0
0
167-121
46
10
2
Serbia
5
3
0
2
161-146
15
6
3
Noreg
5
3
0
2
162-123
39
6
4
Egyptaland
5
2
0
3
110-126
-16
4
5
Brasilia
5
2
0
3
128-158
-30
4
6
Saudi Arabia
5
0
0
5
107-161
-54
0
Noreg mátti lúta
fyri Danmark, og
Svøríki mátti lúta fyri
Kroatia.
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Norðurlendska HM-granna-
uppgerðin millum Danmark
og Noreg endaði við einum
32-28 sigri til Danmark,
sum sostatt tekur 4 stig við
sær
til
millumumfarið.
Norðmenn fara stigaleysir
víðari til millumumfarið,
meðan Serbia hevur 2 stig,
aftaná 27-26 sigurin á
Noregi ígjár. Norðmenn
vónaðu, at Brasilia fór at
sigra á Egyptalandi. So
hevði Brasilia fari fram um
Serbia, og Noreg hevði
fingið bæði stigini, sum
vóru vunnin ímóti Brasilia
við sær í millumumfarið.
Brasilia tapti 25-22.
Størsti munurin millum
Danmark og Noreg vóru
Kasper Hvidt í málinum,
og Mikkel Hansen. Kasper
Hvidt hevði, sum so mangan
áður nógvar góðar bjarg-
ingar. Steinar Ege stóð ikki
illa í norska málinum, men
Kasper Hvidt hevði munin.
Kristian Kjelling skeyt 9
mál fyri Noreg, og gjørdi
sítt fyri at halda teir inni í
dystinum. Men tann, sum
stjól myndina var tað unga
danska supertalentið Mikk-
el Hansen, sum skeyt 10
mál. Dalibor Doder og
Jonas Larholm gjørdu sítt
fyri at halda Svøríki inni í
dystinum ímóti Kroatia í
bólki B. Teir skutu 7 mál í
part, men Kroatia vann
bólkafinaluna við 30-26,
aftaná at hava verið á odda
14-13 í hálvleikinum.
Mikkel Hansen skeyt ikki
færri enn 10 av málunum, tá
Danmark í gjár vissaði sær
oddasessin við sigri á Noreg
Mynd: Polfoto
Costin Dumitrescu
hevur fyribils tikið
við venjingini av
besta mansliðnum hjá
StÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fyri tveimum vikum síðani
fráboðaðu StÍF og Claus
Rasmussen, at samstarvið
millum partarnir ikki helt
fram.
Nú boðar felagið á heima-
síðu sínari frá, at avgerðin
um at steðga samstarvinum
er framskundað, og at Claus
Rasmussen gevst her og
nú.
Í hansara stað hevur StÍF
fingið Costin Dumitrescu
at standa á odda fyri liðnum.
Costin Dumitrescu var spæl-
andi venjari, tá StÍF vann
FM-heitið í 2005, men hann
flutti tá aftur til Rumenia í
eina tíð. Síðani hevur tað
verið við tilknýti til Tjaldur,
at hann hevur virkað, men
nú skal hann royna at toga
avrikini hjá StÍF uppeftir.
Claus Rasmussen leiddi í
fjør StÍF til silvur í bæði
lands- og steypakapping,
men mannfallið hevur verið
stórt í hesum kappingar-
árinum, og hóast teir vóru
væl við fyrsta partin av
kappingini, so hava úrslitini
sveiggjað ov nógv, til at
liðið veruliga kundi gera
seg galdandi.
Danmark hevur 4 stig við sær
Úrslitini hósdagin:
Bólkur A:
Frakland-Ungarn 27-22
Slovakia-Rumenia 28-23
Argentina-Australia 36-16
Bólkur B:
Spania-Suðurkorea 23-24
Kuwait-Kuba 23-26
Kroatia-Svøríki 30-26
Bólkur C:
Makedonia-Russland 36-30
Týskland-Pólland 30-23
Tunesia-Algeria 36-25
Bólkur D:
Danmark-Noreg 32-28
Egyptaland-Brasilia 25-22
Serbia-Saudi Arabia 38-29
Claus er givin
Claus Rasmussen er nú fyrrverandi venjari hjá StÍF. Hann
sigur við heimasíðuni hjá felagnum, at hann nú fer at taka
sær meira tíð saman við familjuni, eftir at hann hevur verið
hondbóltsvenjari 17 ár á rað