Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 14 • 16. januar 2009 Fýra rættiliga ymisk vín av slagnum Bag-in-Box (BiB) ella posavín, sum onkur rópar tað her heima. Havi áður umrøtt fyrimunir og vansar við hesum pakningi og skal bert enn einaferð minna á at geva tappi- dagfestingina ans. Posavín heldur sær ikki meira enn 8-12 mánaðir frá tí at tað er tappað. Upplatið heldur tað sær 3-4 vikur við tað at luft ikki sleppur til, tá ið kranin verður trýstur. Men minnist til at goyma í køliskápi. Eisini reyðvínið. Posavín hóskar eftir mínum tykki serliga væl til størri veitslur. Tá fæst hampuligt vín til rímiligan penga. Hetta við at hava papp-kagga standandi Vito primitivo – ein vinnari 17 Mortan í Hamrabyrgi ummælir vín úr Rús­drekka­ s­ølu Lands­ins­. Skoðs­málini eru latin í mun til s­ams­var millum prís­ og góðs­ku. vín ummælið mortan@hamrabyrgi.com Santa Veta, Central Valley Uppruni: Turt hvítvín úr Kili Ummæli: Bleikur gulur litur. Graskendi angin og ljósi liturin bendir á at Sauvignon Blanc er høvuðsdrúvan. Frískligt hvítvín við blómu- og sitrustónum. Als ikki troyttandi, men nakað leiðiligt, saftkent og einfalt. Kos­tnaður: Kr. 185,00 (3 L = 4 fløskur) Skoðs­mál: Montalto, IGT Sicilia, Cataratto-Chardonnay Uppruni: Turt hvítvín úr Italia Ummæli: Gyltur gulur litur. Illa samansjóðaður angi av onkrum tungum og feitum og onkrum løttum og frískligum. Sama galdandi í smakkinum. Ferska, melón og smør bresta saman við súrepli og sitrón. Smakkar ikki illa, men vínið er óharmoniskt. Kos­tnaður: Kr. 203,00 (3 L = 4 fløskur) Skoðs­mál: Chillout, Western Cape, Cabernet Sauvignon 2007 Uppruni: Turt reyðvín úr Suðurafrika Ummæli: Kirsubersvartur litur. Kraftmikil og søtligur angi av svørtum berum og so hesin rami lukturin av kamfer og brendum gummi, ið oftani kemur fyri í suðurafrikanskum reyðvíni. Sama skilið í rustikka smakkinum. Søtlig svørt berfrukt, sjokoláta og so hetta vamlisliga eftirbragdið av kamfer. Kos­tnaður: Kr. 201,00 (3 L = 4 fløskur) Skoðs­mál: Vito, IGT Puglia, Primitivo Uppruni: Turt reyðvín úr Italia Ummæli: Kirsubersvartur litur. Nøsin er rættiliga spennandi, livandi og samansett. Svørt myrk berfrukt, dygdar- sjokoláta við sprellandi sýru og javnvigandi beiskleika. Frálíkur kraftmikil smakkur við hesum góða italska brodda av beiskleika. Skeinkjast svalligt. Fimtu stjørnuna fyri rímiliga prísin. Kos­tnaður: Kr. 221,50 (3 L = 4 fløskur) Skoðs­mál: frammi heima við hús stúri eg fyri kann elva til sutlarí av størri nøgdum av víni enn gott er. Tað er so lætt bara at trýsta á kranan. So verið varin og haldið skil á nøgdirnar. Well, italska Vito Primitivo skarar enn einaferð framúr. Serliga til prísin, ið samsvarar einum fløskuprísi kr. 55,38. Tað er áður umrøtt og klárar seg altíð væl. Primitivo er løgna heitið á drúvuslagi, sum í stóran mun veksur á italska “hælinum”, økið ið nevnist Puglia. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi man nógv burturúr at italska Primitivo var sama drúva-slag sum kaliforniska Zinfandel. Ílegu-granskarar hava nú eisini staðfest at so er. Men eisini krotatiska drúvan Crljenak hevur sama DNA sum hinar báðar. Íðan tær minna um hvørja aðra, men so heldur ikki meira. Vito Primitivo er uttan iva besta posavín, ið Rúsan hevur á hillum sínum. Rættiligt matvín, ið hóskar væl afturvið einum góðum og væl kryddaðum vetrar-grýturætti og rótamorli.