Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 16 • 23. januar 2009 Vikuskifti 23 Dámlig hús í Hoyvík Húsini eru sjarmerandi, hugnalig og livilig P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Ljós og luft uttan Húsini standa í nátturuvakra umhvørvinum í økinum millum Hoyvík niðaru Hoydalar nær gomlu Hoyvíkini. Húsini standa í friðarligum umhvørvi við blindan veg. Hugnaligt øki er rundan um húsini við hugnaligum garði / urtagarði, har væl ber til hjá børnum at spæla, og húsini fella væl inn í umhvørvið. Góður hjallur við vatni og ljósi er beint við. Tú ert nær við nátturuna – kennir teg sum á bygd, men tó nær býnum. Nakað er plantað, sólkrókur er – eins og parkeringsøki er til einar fýra bilar. Stílur og snið innan Húsini eru sera væl bygd, og innan eru tey sett í stand og dagførd við lættari hond, so upprunadygdin er varveitt. Húsini hava siðbundi føroyskt snið við føroyskum snikkaragjørdum sprossavindeygum, og tá ið tú kemur inn, kennir tú sama hugnaliga huglagið. Gongin er opin og nosslig, og stóra og snotiliga bryggersið / vaskirúmið liggur beint við inngongdina. Baðirúm og wc er hvør sær, og Uno-form køkurin liggur millum eina stóra og hugnaliga stovu við fløvandi brenniovni til køldu tíðina og eina góða borðsstovu / arbeiðsrúm hinumegin. Harafturat er eitt stórt kamar. Gólvini eru øll hølvaði, pussaði og lútaði, so rái og rustikki dámurin kemur fram. Vakra trætrappan gevur húsinum ein serligan dám. Tú kanst eisini ganga beinleiðis niður í kjallaran. Á loftinum er trappugongd / trappupallur, ið væl kann nýtast til arbeiðsrúm o.a. Tvey góð kømur eru, og goymslurúmið kann lættliga gerast til eitt baðirúm afturat. Øll vaðingin er gagnnýtt til frálík goymslurúm. Niðasta hæddin Í niðastu hædd er góð sjálvstøðug íbúð á 30 m2 við egnari inngongd. Íbúðin er nýliga sett í stand, so hon er livilig og hugnalig. Inngongd er eisini til stórt fýrrúm / kjallararúm, ið er væl nýtiligt til mangt og mikið. Fakta: Adressa: ......... Hornavegur 5, Hoyvík Býggiár: ......... 1967 – húsini eru høvuðsumvæld í 1998 Hæddir:.......... 3 Gólvvídd: ....... 232 m² Grundøki: ...... 502 m² Hjallur:........... 12 m2 Prísuppskot:... kr. 2.300.000,00 www.inni.fo