Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. januar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 tíðindi Nr. 16 - 23. januar 2009 UMSORGAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað var føroyingurin, Njál Djurhuus, limur í Frelsunar­ herinum í Noregi, sum við hjálp frá góðum fólki tók fyrsta stigið til eitt sonevnt gøtusjúkrahús, sum er ætlað at taka sær av fólki, ið av einari ella aðrari orsøk eru endað á gøtuni. Talan er í mesta føri um rúsevnismisnýtarar, sum ongan góðan hava, og sum gjøgnum misnýtslu sína eru endað við at búgva á gøtuni í Oslo. Hesi fólk eru sjálvandi serliga útsett fyri øllum møguligum skavankum so sum lungnabruna og opnum sárum til tað, at vera HIV­ positiv, og tað er stóra arbeiðið, sum Frelsunarher­ urin ger millum hesar heim­ leysu misnýtarar, sum í mongum førum er munurin millum lív og deyð. ­ Hetta er eitt sjúkrahús við 40 sjúkrasystrum og læknum, so tað sigur eitt sindur um, hvussu nógv er at gera, sigur Njál Djur­ huus. Gøtusjúkrahúsið byggir á tvær frágreiðingar, tann fyrra skrivað mitt í 90­ unum og hin seinna í 2002. Hetta førdi til, at skrivarin í kommunufelagnum kom inn í myndina í 1995. Hon fekk farloyvi uttan løn í tveir mánaðir og skrivaði eina greinagerð, og hetta førdi so aftur til, at sonevnda Feltpleyen varð sett á stovn í januar 1999. Hon hevur sostatt virkað í 10 ár, og í 2008 høvdu tey yvir 6000 viðgerðir har. Har komu fólk inn hvønn dag við trupulleikum av øll­ um handaslag, og tað stóð skjótt greitt, at tørvurin var størri enn tær fimm sjúkra­ systrarnar og tveir læknarnir kundu makta. Tað var so henda frágreið­ ingin frá 2002, sum umvegis heilsumyndugleikarnar førdi til eitt gøtusjúkrahús, sum upprunaliga hevði pláss fyri 10 sjúklingum. Frelsunarherurin fekk so til vega eini hús mitt í Oslo, sum vórðu umbygd til sjúkrahús. Tørvurin stórur At tørvurin er stórur sæst eina best av, at tað starvast ikki færri enn 150 fólk í rús­ umsorgini hjá Frelsunarher­ inum í Oslo. Og stóri tørv­ urin førdi eisini til, at neyð­ ugt var at útbyggja gøtu­ sjúkrahúsið. Talan er um eina nýggja deild til kvinnur. Marit Myklebust er dag­ ligur leiðari fyri gøtusjúkra­ húsinum, og hon fegnast um nýggju deildina. ­ Hetta er tað týdningar­ mesta, sum er hent fyri rús­ misnýtandi kvinnur. Vit hava staðfest tørvin og nýtt nógva orku at seta saman besta tilboðið til tær, sigur Marit Myklebust við heima­ síðuna hjá Frelsunarherinum í Noregi. Á vanligum sjúkrahúsum finnast ikki serskiltar kvinnudeildir, men á gøtu­ sjúkrahúsinum er kortini tørvur á einari slíkari deild. ­ Kvinnur hava so lætt við at enda í umsorganar leik­ lutum, eisini í rúsumhvørv­ inum. Vit sóu tað eisini her á gøtusjúkrahúsinum, og loysn­ in gjørdist at skerma gent­ urnar av. Tá tær koma til okkum eru tær so niðurkoyrd­ ar og sjúkar, at tær bara skulu sleppa at taka ímóti, sigur Marit Myklebust. Og nógv er gjørt burtur úr. Eitt nú hevur kvinnu­ deildin sína egnu spa­deild við hárfríðkanarfólki, mass­ agu og boblubaði. ­ Eru tað nøkur, sum hava uppiborið spa, eru tað gøtu­ kvinnurnar. Tær liva eitt hart og hvíluleyst lív. Vit vilja geva teimum eina lítla oasu, har tær fyri einaferð skuld kunnu savna kreftir, sigur Marit Myklebust við heimasíðuna hjá Frelsunar­ herinum. Hon sigur, at nógvar av kvinnunum hava verið úti fyri harðskapi og misnýtslu, og vilja illa rørast. Ein løta í spa­deildini hjá gøtusjúkra­ húsinum kann tískil gerast ein sjáldsom positiv húð­ kontakt við eitt annað menn­ iskja. Gøtusjúkrahúsið hevur Letur gøtusjúkrahús u Haraldur kongur var við til endurupplatingina av gøtusjúkrahúsinum. Her sæst hann til vinstru saman við leiðarunum fyri Frelsunarherin í N Henne Frelsunarherurin í Noregi hevur í nøk­ur ár rik­ið eitt gøtusjúk­rahús í Oslo. Tey hava nú arbeitt við at gera eina nýggja serliga k­vinnudeild á sjúk­rahúsinum, sum læt upp aftur mik­udagin. Sjálvur Haraldur k­ongur var við til hátíðarløtuna Fionia søkir kapital Fynski Fionia Bank herðir nú jagstranina eftir nýggjum kapitali, og samstundis verða broyting­ ar gjørdar í leiðsluni. Nýggjur forstjóri verður cand.jur. Jørgen Bast, sum tekur við 1. februar. Stjórin, Henrik Borup Jeppesen leggur frá sær alt fyri eitt. Bankin heldur aðalfund 10. mars, har kapitaljhækkanin skal viðgerast. Hækkanin skal fara fram í einum ella fleiri umførum. – Bankin ætlar at brúka tíðina fram til aðálfundin at kanna møguleikarnar fyri at selja nýggj partabrøv til bæði verandi aktionerar, aðrar potentiellar íleggjar og til samstarvspartnarar hjá Fionia Bank, skrivar nevndarformaðurin, Bo Stærmose, í einari børsfráboðan. Fionia Bank manglar umleið eina milliard fyri at lúka krøvini um ein kjarnukapital á 12%. Einki verður sagt í børsfráboðanini um, hvussu nógv bankin ætlar at fáa inn í nýggjum partabrøvum. Restin kann útvegast við láni frá statinum umvegis nýggja hjálparpakkan, skrivar boersen.dk