Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2009 búpláss til eldri Nú rýkur aftur úr pípuni hjá Jóannesi Eidesgaard, sum annars hevur verið sløkt í seinastuni. Tá fíggjarmálaráðharrin legði av, hevði hann nógvar viðmerkingar, men soleiðis er ikki nú Óvani Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Jóannes Eidesgaard er seinastu tíðina aftur sæddur við pípu í munninum. Hann legði annars av í februar­ mánaði 2006, tá tubbakið var vorðið dýrari. ­ Eg tók avgerðina fyri nógvum mánaðum síðani, og eg havi brúkt tað mesta av einum ári at motivera meg sjálvan til at leggja av, segði Jóannes Eidesgaard við Sosialin tann 16. mars 2006. Tá hevði hann roykt í eini 40 ár. Nú hevur pípan fingið eitt annað ljóð. ­ Eg havi ongar intentiónir um at diskutera míni privatu viðurskifti við tubbaki ella nøkrum øðrum við miðlar­ nar, sigur Jóannes Eides­ gaard í dag. Kendi seg einsamallan Tá Jóannes Eidesgaard sløkti pípuna í 2006, var ein av orsøkunum, at hann byrjaði at kenna seg einsamallan sum roykjara. ­ Eg ferðist eisini nógv, og tá er keðiligt at roykja. Ikki er loyvt at roykja umborð á flogfarinum, og hotellrúmini til roykjarar eru ikki altíð tey bestu, segði fíggjarmálaráðharrin tá, og greiddi tá eisini frá, at roykfría umhvørvið í Tinganesi gjørdi sín mun at fáa hann at leggja av. Tá hann verður spurdur, um hann ikki longur kennir seg einsamallan sum roykjara, vil hann lítið siga. ­ Eg tími ikki at diskutera míni privatu viðurskifti við miðlarnar, svarar Jóannes Eidesgaard. Tó metir hann tað ikki verða hansara skuld, at so nógv var gjørt burturúr, tá hann gavst at roykja. ­ Tað var ikki mín skyld, at miðlarnir tóku tað upp, tí eg havi ongantíð viljað gjørt so nógv burturúr mær sjálvum, vísir Jóannes Eidesgaard á. Jóannes fest í aftur Ellis-, røktarheim og eldrasambýlir býtt á økir Suðurstreymoy 149 pláss Vágar/Norðurstreymoy íroknað Eiðis kommunu 97 pláss Eysturoy 144 pláss Suðuroy 50 pláss Sandoy 24 pláss Norðoyggjar 73 pláss 388 pláss uttanfyri Suðurstreymoy. Tað búgva umleið 29.200 í økinum. 75,3 fólk til hvørt pláss. 149 pláss í Suðurstreymoy. Tað búgva umleið 19.500 í økinum. 130,9 fólk til hvørt pláss. Skulu líka nógv pláss vera til hvørt fólkið í Suðurstreymoy, sum tað eru í restini av landinum, skulu 110 pláss gerast afturat. Obama ógildar Bush-politikk Barrack Obama fer í dag at biðja umhvørvismálaráðið taka uppaftur samráðingarnar um at avmarka, hvussu nógv bilar og lastbilar kunnu dálka. Millum statirnar, sum hava virkað fyri at avmarka CO2­útlátið í ferðsluni, er Kalifornia, men hesum var stjórnin hjá George W. Bush ímóti. Úrslitið varð, at í fjør bannaði stjórnin 13 statum at herða reglurnar um útlátið hjá bilum og lastbilum. Men ta avgerðina hevur Barrack Obama avgjørt at seta úr gildi. Ístaðin fyri fer hann at áleggja umhvørvismálaráðnum at fara undir tingingar við statir, sum vilja sleppa at skerja CO2­útlátið í ferðsluni. Talan er um teir somu 13 statirnar og fýr aðrar, sum eru komnir afturat seinni, skrivar AP. Ráðharrin toldi ikki trýstið Aftan á áhaldandi krav um, at hann skuldi fara frá, hevur íslendski vinnumálaráðharrin, Bjørgvin Sigurðsson, lagt frá sær. Björgvin Sigurdsson, vinnumálaráðharri, hevur verið fyri hvøssum atfinningum frá fólki, sum halda, at hann og stjórnin dugdu stak illa at handfara fíggjarkreppuna. Leygarkvøldið vóru umleið 6.000 fólk í miðbýnum í Reykjavík, har tey kravvdu stjórnina frá. Á einum tíðindafundi í dag segði Bjørgvin Sigurðsson, at hann hevði gjørt av at átaka sær ábyrgdina av handfaringini av fíggjarkreppuni, og at hann tók atfinningarnar til eftirtektar og leggur frá sær. Bjørgvin Sigurðsson Mynd: Vísir Tjarnargarður stóð liðugur í 2007 og hýsir 34 fólkum. Men hetta er alt ov lítið til at nøkta tørvin í Suðurstreymi. Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, heldur, at landið so dyggiliga hevur forsømt sína skyldu, men Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður í almannamálum og núverandi landsstýrismaður í heilsumálum, heldur, at Tórshavnar kommuna ikki hevur røkt sína skyldu Jóannes Eidesgaard, fíggjamálaráðharri, er byrjaður aftur at roykja, men hann vil illa siga nakað um hansara forhold til tubbak