mánadagur 26. januar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12 tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2009
- Norðmenn siga, at
teir hava ikki stundir
at samráðast fyrr enn
týsdagin í næstu viku,
um Føroyar halda, at
samráðingarnar skulu
taka uppaftur tá, sigur
Jacob Vestergaard,
landsstýrismaður í
fiskivinnumálum
Fiskivinnustríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í løtuni er einki nýtt í træt
uni millum Føroyar og
Noreg um nýggjan fiski
veiðisáttmála fyri 2009.
Hetta merkir í fyrsta lagi,
at teir fýra føroysku flaka
trolararnir, sum hesa tíðina
av árinum plaga at hava
góðan fiskiskap í norskum
sjógvi, ikki sleppa á tær
leiðir, sum geva størstu og
bestu úrtøkuna.
Í staðin royna skipini í
gráu leiðini og bíða eftir, at
fiskiveiðisáttmálin
skal
koma upp á pláss.
Men enn røkist einki fyri,
at nøkur loysn er í ljósmála.
Málið til umrøðu
Landsstýrismaðurin í fiski
vinnumálum, Jacob Vester
gaard, sigur, at hann á lands
stýrisfundi í morgun fór at
taka málið um sáttmála
stríðið millum Føroyar og
Noreg upp.
Hann sigur, at seinastu dag
arnar er ikki tað stóra hent í
trætuni millum londini.
Vit hava havt samband
við norðmenn. Teir siga, at
teir hava ikki stundir at
samráðast fyrr enn í fyrsta
lagi týsdagin í næstu viku
– um Føroyar halda, at vert
er at taka samráðingarnar
uppaftur tá.
Sum skilst á Jacobi Vest
ergaard eru norðmenn ikki
so ótolnir eftir at fáa
fiskiveiðisáttmálan upp á
pláss, sum føroyingar eru.
Vit spurdu tí landsstýris
mannin, um hetta møguliga
merkir, at norðmenn fram
haldandi ætla sær at krevja
somu 85% av eykakvotuni
av makreli, sum teir gjørdu
undir samráðingunum her
fyri.
Ja, tað er ilt at siga, men
óhugsandi er ikki, at teir
vilja halda fast um hetta,
sigur hann.
Ikki lítillátnir
Stríðið millum Føroyar og
Noreg tók seg upp, tá norð
menn herfyri vóru í Før
oyum til samráðingar um
nýggjan fiskiveiðisáttmála.
Í staðin fyri at samráðast
um traditionellu avtaluna
millum londini, settu norð
menn seg í byrjanini av sam
ráðingunum upp á aftur
Stórt norskt trýst
liggur á Føroyum
- Eg skilji væl, at
landsstýrið noyðist
at finna út av, hvat
úrspælið mótvegis
norðmonnum skal
verða, men hjá flaka-
trolarunum ræður um
at sleppa í norskan
sjógv skjótast gjørligt,
sigur Anfinn Olsen,
reiðari á Vesturvón
sáttmálastríð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir, sum eiga og reka
flakatrolararnar, fylgja væl
við gongdini í fiskiveiði
trætuni millum Føroyar og
Noreg, nú sáttmálaloysi er
millum partarnar.
Anfinn Olsen, reiðari á
Vesturvón, veit at siga, at
landsstýrið á fundi í morgun
fer at viðgera støðuna, sum
hevur tikið seg upp millum
Føroyar og Noreg.
Eg skilji væl, at lands
stýrið noyðist at finna út av,
hvat útspælið hjá Føroyum
skal verða, nú kravið hjá
norðmonnum er, at teir
skulu hava 85% av eyka
kvotuni av makreli – og
Føroyar bert 15%.
Torfør træta
Reiðarin dugir eisini at
síggja, at samráðingarnar,
sum liggja fyri framman,
kunnu gerast torførar.
Sum vit hava skilt, vóru
Føroyar undir seinastu sam
ráðingum slett ikki fyri
reikaðar upp á norsku krøv
ini um eykakvotuna av
makreli, tí norðmenn høvdu
ikki
boðað
frá
hesum
frammanundan.
Anfinn harmast um, at
málið
um
býtið
av
makrelinum hevur ført til,
Minkar burtur av tíðini
Jacob Vestergaard hevur tikið fiskiveiðistríðið millum Føroyar
og Noreg upp á landsstyrisfundi í morgun
Hesa vikuna hava
tveir ísfiskatrolarar
landað í Saltangará,
og væntandi er ikki,
at nøkur stórvegis
landing verður aftur
fyrr enn í næstu viku
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ísfiskatrolararnir Heykur
og Falkur eru í Saltangará
í morgun við umleið
440.000 pundum av upsa.
Hetta er ein vanligur túrur
hjá skipunum, sum hevur
vart í eina góða viku.
Línu-og gørn
Línuskipið Váðasteinur er
eisini inni í dag. Teir hava
millum 40.000 og 50.000
pund, sum teir hava fingið
á
Reykjanesrygginum.
Meginparturin av veiðini
er toskur.
Garnaskipið Oknin land
ar eisini í dag; teir hava
eini 8.000 pund av svart
kalva.
Á landingarmiðstøðini í
Saltangará vænta tey ikki
tær stóru landingarnar aftr
at hesa vikuna, men heilt
óhugsandi er ikki, at onkur
landing verður seinni í
vikuni.
Sum er, vænta vit einki
aftur fyrr enn mánadagin,
men man veit jú ongantíð,
um skipini renna seg í
nógvan fisk, siga tey.
Aðrar landingar
Seinasta fríggjadag løgdu
Stelkur og Bakur eina
minni nøgd av fiski upp.
Teir gjørdu av at bróta
túrin av, tí líkindini vóru
so vánalig – og heldur
byrja nýggjan túr. Veiðan,
teir løgdu upp, vá 80.000
pund.
Seinasta hósdag landaðu
Stjørnan og Polarhav í Salt
angará. Teir høvdu 418.000
pund.
Mikudagin vóru Jaspis
og Ametyst inni við 228.000
pundum, og týsdagin vóru
Rókur
og
Lerkur
við
364.000 pundum.
At kalla øll veiðan hjá
ísfiskatrolarunum er upsi.
Ísfiskatrolarar
lakari fiskiskap
Stelkur og Bakur landaðu 80.000 pund í Saltangará seinasta
fríggjadag. Teir gjørdu av at bróta túrin av, tí líkindini vóru
so vánalig – og heldur byrja nýggjan túr
Mynd: Vilmund Jacobsen
Klædningar fyri 247.000 ganga sum heitt breyð
Summar fyritøkur stóla blint upp á, at heimsins 12% ríkastu leggja líka lag í fíggjarkreppuna, tá tað ræður um
klædnabudgettið. At senda eina røð av klædningum á marknaðin til eina kvarta millión fyri hvønn, krevur ís í maganum
og eina nærmast blinda trúgv upp á framtíðina. – Timingin er kanska ikki hin besta hjá okkum, sigur Andrea Perrone frá
klædnafyritøkiuni Brioni, sum júst hevur sent eina røð av heimsins mest eklusivu klædningum á gøtuna. Og longu hava
»tey ríkastu av teimum ríku« keypt 30 av nýggju klædningunum. Avgerðin um at senda klædningarnar á marknaðin varð
tikin í heyst, men síðani er nógv vatn runnið undir brúnni. Men tað eru eftir øllum at døma nøkur, sum sleppa snikkaleys
undan kreppuni. Vónirnar eru, at tey yvirríku fara at sleppa teimum stóru, men heldur bíligari kendu merkjunum sum
Louis Vuitton og Coach og fara eftir avgjørda eittaranum – serliga tá mann í einari kreppu kann standa eyka ríkur fram
við euyka dýrum klædningi, skrivar boersen.dk.