mánadagur 26. januar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2009
í norskum sjógvi
at føroysku flakatrolararnir
eru
riknir
úr
norskum
sjógvi, hóast ein avtala
fyrilá millum londini, tá
skipini fóru úr Føroyum, og
nøkur teirra longu vóru
byrjað at fiska í norskum
sjógvi.
- Jú, hetta kemur ógvuliga
dátt við. Flakatrolararnir
royna nú í gráu leiðini, men
fiskiskapurin er einki at
tosa um, tí hetta er ikki tíðin
á hesum leiðum.
Minkar burturav
Anfinn Olsen vísir á, at
hetta er tíðin, tá flaka-
trolararnir plaga at royna út
fyri Lofoten, har gýtingar-
toskurin savnast um hesa
tíðina.
- Hesin túrurin plagar at
roynast, og tí er hetta ein
ómetaliga keðilig støða.
Fyri hesi skip er ógvuliga
umráðandi, at tey sum
skjótast sleppa í norskan
sjógv at royna. So hvørt,
sum dagarnir ganga, minkar
burtur av tí góðu tíðini,
leggur reiðarin aftrat.
beinini og kravdu at fáa
85% av eini eykakvotu av
makreli, sum teir hildu, at
Noreg og Føroyar skulu
býta ímillum sín norðanfyri
62 stig.
Strandalond í makrelav-
taluni eru í løtuni Føroyar,
Noreg og ES, men við tað,
at ES hevði tillutað sær eina
eykakvotu upp á 35.000
tons sunnanfyri 62 stig, lá
tað í luftini, at Føroyar og
Noreg eisini kundu tillutað
sær eina eykakvotu norð-
anfyri 62 stig.
- Noreg legði út við, at
henda eykakvota skuldi
vera 35.000 tons, og av
hesum skuldu teir hava
85%, meðan føroyski part-
urin bert skuldi vera 15%.
Eingin bøn…
Jacob Vestergaard sigur, at
norðmenn løgdu hart út og
søgdu,
at
fekst
henda
marelavtala ikki í lag, var
eingin
fiskiveiðisáttmáli
galdandi millum londini
yvirhøvur.
- Vit kundu ikki góðtaka
hetta býtið av eykakvotuni,
men løgdu út við, at hesin
spurningur kundi loysast
fyri seg, kanska undir seinni
samráðingum.
Men
norðmenn
vóru
hvørki at høgga ella stinga
í, og tískil endaðu samráð-
ingarnar úrslitaleysar.
- Hóast vit stutt fyri jól
høvdu gjørt avtalu við
norðmennn um, at flaka-
tolararnir kundu fara eystur-
eftir í norskan sjógv upp á
fiskiveiðiavtaluna
fyri
2009, góvu norðmenn eftir
slitið
í
samráðingunum
føroysku skipunum boð um
at fara úr norskum sjógvi
ein
ávísan
klokkutíma,
sigur landsstýrismaðurin.
Seta út í kortið
Jacob Vestergaard heldur, at
norðmenn hava verið rætti-
liga torførir at samráðst við
hesaferð, og hann torir slett
ikki at meta um, hvat úrslitið
av hesi fiskiveiðitrætu mill-
um londini verður.
- Nú mugu vit í fyrsta
lagi seta út í kortið her
heima, hvørji okkara krøv
skulu verða, og hvussu vit
annars hugsa okkum, at
trætan verður loyst, sigur
landsstýrismaðurin.
- Hetta kemur ógvuliga dátt við. Flakatrolararnir
royna nú í gráu leiðini, men fiskiskapurin er einki
at tosa um, tí hetta er ikki tíðin á hesum leiðum,
sigur Anfinn Olsen, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Enn røkist einki fyri, at føroysku
flakatrolararnir sleppa í norskan
sjógv at royna. Tá teir fóru úr
Føroyum, var ein greið avtala við
norðmenn um, at teir kundu fiska
av kvotuni fyri 2009
Ein rík norsk kommuna
Norska kommunan Aukra er sambært blaðnum
Fiskeribladet Fiskaren so rík, at bara ognarskattur
tryggjar kommununi eina inntøku upp á 132 miljónir
norskar krónur. Sum skilst, veit kommunan snøgt
sagt ikki, hvat hon skal brúka pengarnar til. Tað er í
fyrsta lagi virksemið hjá Orminum Langa, sum
tryggjar norsku kommununi stóru inntøkurnar –
í fleiri ár fram í tíðina.
Seldi villa fyri 582 krónur
Forstjórin í Lehman Brothers, Richard Fuld, hevur skapt nýggja øsing
um sín persón og arbeiðsplássið, har hann var forstjóri og sum nú er
kollsiglt. Fuld hevur fingið skuldina fyri, at bankin fór á heysin, og
umvegis sakførara sín tekur hann fulla ábyrgd. Nú er komið fram, at
hann 10. november í fjør – tveir mánaðir eftir at bankin fór av
knóranum – seldi milliónavilla til konu sína fyri lúsa 100 dollarar –
umleið 582 krónur. Húsið í Florida hevði hann keypt í 2004 fyri eina
heilt aðra upphædd, nevniliga 78 milliónir krónur. Í 2007 fekk Fuld
eina ársløn upp á heilar 128 milliónir krónur, skrivar epn.dk.