mánadagur 26. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 26. januar 2009
15
H
avi mangan hugsað um,
hví vit hava eina føroyska
stavtalvu, sum hevur avmark
ingar, tá vit skulu skriva og lesa
føroyskt
Tá eg sjálvur gekk í barna
skúla, høvdu vit eina talvu, sum
varð kallað ABC’ið. Hetta at
duga sítt ABC, var vanliga ein
fortreyt fyri at duga at skriva,
lesa og seta orð saman.
ABC, ið varð brúkt bæði í
føroyskum, donskum og ensk
um – tað vóru hesi mál, sum tú
kundi læra í barnaskúlanum tá.
Nær nýggju stavreglurnar eru
komnar, og hvør situr og avger
hesar, veit eg ikki, men við
hvørt eri eg í iva um, at teir/tey,
sum sita og smíða orð altíð eru
á rættari leið.
Tú mást t. d. ikki brúka c og w,
sum var vanligt fyrr. Cið er heilt
burtur í skrivaða føroyska máli
num og er avloyst av einum k.
Hetta síggja vit aftur alla
staðni í undirvísingartilfarinum
í øllum skúlum.
Vit hava dittað okkum at
broytt gomul upprunanøvn sum
t.d. Cuba, til Kuba, Chili til Kili
o.s.fr.v, so ein oftani ivast í, um
talan er um somu lond. Eisini
síggi eg á kunngerðasíðini hjá
ÚF undir andlát, at Christians
kirkjan í Klaksvík, verður skriv
að “Kristianskirkjan” – ivist
bara í, at tað eigur at bera til at
broyta upprunanøvn til nakað
annað ella skriva tað øðrvísi.
Vit eiga nógv nøvn við C, og
dugi eg ikki at síggja grundgev
ingina fyri, hví Cið ikki kann
brúkast í føroyskum, tá tað
kann brúkast alla aðrastaðni.
Vanlig eftirnøvn sum t. d.
Christiansen, Clementsen,
Wang, Weihe, Winther og fleiri
onnur við, eru ikki føroysk
longur, sjálvt um tey uppruna
liga ikki eru føroysk, so hava
tey verið í føroyskum í fleiri
øldir, helst longri enn skrivaða
føroyska málið. Kanska ættar
granskarar kenna tað fyri
brigdið best.
Sat við yngstu dóttrini og
gjørdu skúlating nú eitt kvøldi.
Náttúra og tøkni 2 stóð á bók
ini. Spennandi og læruríkur
lesnaður – eisini fyri meg, sum
fekk uppfrískað nøkur ting,
sum vóru farin í gloymskuna.
Sjálvt um talan var eina før
oyska bók, so datt eg fleiri
ferðir á bókstavirnar c og w.
Helt at hetta var ein villa, men
celsius kann nú bert stavast við
c og watt kann nú bert stavast
við w og kilowatttímar bert
við kwh.
Hugsaði við mær sjálvum,
hvat er endamálið við at strika
c og w úr føroyskum, tá vit
noyðast at brúka bókstavirnar
allíkavæl.
Børnini verða sett í eina
tvístøðu. Fáa fyrst at vita, at c
og w eru ikki til í føroyskum
fyri síðani í føroyskari undir
vísingarbók at lesa fleiri orð við
bæði c og w. Her haltar við
logikkinum.
Kunnu vit nú heldur ikki fara
á wc?
Fyri nøkrum árum síðani
vórðu skelti á einum arbeiðs
plássi við áskriftini “wc” útskift
við skelti “vatnhús”. Tá varð
sagt, at wc var ikki føroyskt, og
í orðabókini varð víst til vatn
hús. Um hetta nøktar tørvin er
ógvuliga ivasamt, men tað
kunnu onnur meta um. Rúmið
er í sama stað, og tað er helst
tað, sum ger, at funnið verður
fram til tíðina og ikki áskriftin
“vatnhús”, sum kann týða nógv
annað.
Men hvat siga vit? Fara vit
ikki á wc? So hví eru vit so
bangin fyri at skriva tað, tá vit
gott kunnu siga tað?
Tá upplýsingarskeltini til
ferðsluna í Havn vórðu uppsett,
varð eisini tingast um eitt C.
Sum vanligt er aðrastaðni úti í
heimi, so verður C á ferðslu
talvunum brúkt til at vísa á
Centrum í býnum.
Tað gav trupulleikar fyri teir/
tey, sum skuldu standa fyri skel
tingini, tí C var ikki til í føroysk
um. Ikki kundi brúkast annar
stavur, sum ikki kundi misskilj
ast við endamálið og vísandi til
altjóðareglurnar, so var bert
møguleiki fyri at brúka C.
Kringvarpið kemur heldur
ikki uttanum Cið. Bæði útvarp
ið og sjónvarpið brúka tíðinda
kelduna BBC og nú lesa tey
eisini BBC tá tíðindi verða
endurgivin haðani.
Vit áttu tí at varðveitt okkara
ABC frá barnaárunum og
síðani víðkað tað við teimum
serligu føroysku bókstavunum
sum t.d. ð, í, á.
Eitt annað orð, sum hevur
vunnið sær fast pláss í lógar
smíði, er orðið “løgregla”, sum
eg sjálvur haldi, er eitt tungt
orð, serliga tá onnur orð verða
knýtt uppí sum t.d. løgreglu
støðin, løgreglubilurin og
løgreglumenninir.
Havi sjálvur ongantíð dámt
orðið, sum annars bert íslend
ingar brúka. Sagt verður, at
hetta er gamalt føroyskt orð,
sjálvt um eg ikki havi funnið
orðið í teim ritum, sum eg havi
sitið við.
Harnæst er orðið “politi”
rættiliga vanligt í gomlum
skrivum og hevur eisini verið
tað orðið, sum hevur verðið
brúkt í talimálinum.
Fyri nøkrum árum síðani
segði ein útvarpsmaður:
»Løgreglan kom á staðið, og
løgreglumenninir settu mannin
í løgreglubilin og koyrdu hann
á løgreglustøðina«.
Kanska er tað bara eg, sum
haldi, at hetta er ein tungur
setningur.
Kendi útvarpsmaðurin Ívar
Iversen var ein djarvur maður í
orðum. Hann brúkti ikki orðið
løgregla, men lógverja ella
løgverja (veit ikki, hvussu hann
stavaði tað).
Í øllum føri dugi eg ikki at
síggja, at »løgregla« er meiri
føroyskt enn “politi”. Hví tað er
so umráðandi at trýsta orðið
»løgregla« fram, kann hava
eittans endamál, og tað er at
sleppa av við heitið »politi«.
Hví ikki brúka politi, tað gera
tey snøgt sagt allastaðni í
heiminum.
Eitt av børnumum skrivaði
ein stíl um bygnaðin hjá politi
num. Í stílinum kom orðið
»politi« sjálvsagt fleiri ferðir
fyri. Tá stílurin kom aftur,
hevði lærarin rættað øll orðini
»politi« til »løgregla« við tí
grundgeving, at løgregla var
føroyskt, meðan politi var
danskt. Óskiljandi fyri mær,
men sigur kanska nakað um,
hvussu føroyskt verður undir
víst á Læraraskúlanum.
Tað tykist skilagott, at vit
smíða orð, har vit ikki eiga
nakað at taka til úr útlendskum
og sum falla væl inn í málið.
Hinvegin skilji eg ikki, at
neyðugt er at smíða nýggj orð
ístaðin fyri tey orð, sum vit van
liga brúka og hava brúkt í talu
og skrift gjøgnum nógv ár.
Viðhvørt tykist tað sum um, at
orð skulu bara broytast fyri at
broytast, og her haldi eg, at tað
skal vera eitt mark.
Broytingar í skrivaða máli
num síggjast aftur. Nakað fyri
jól kom út ein uppskriftsbók,
sum varð sera væl móttikin og
nógv seld. Ein bók endaði hjá
føroyingi í Danmark, sum eisini
var glaður fyri bókina. Men tá
uppskriftin skuldi lesast og
týðast, so komu trupulleikar.
Nýggj føroysk orð koma inn í
málið, og hesin føroyingurin,
sum fyri nøkrum árum síðani
var fluttur úr Føroyum, hevði
nú trupulleikar at skilja øll tey
nýggju orðini.
Spurningurin er tí eisini,
hvussu nógv skal málið
broytast, áðrenn tað verður
“føroyskt”.
Tað má vera eitt mark fyri,
hvussu nógv verður broytt. Tí
hetta er ikki uttan vanda fyri
málið, tí gera vit so nógvar
broytingar missa vit eisini
nøkur virðir:
• at skrivaða og talaða málið
er hvør sítt
• at tey gomlu ikki skilja
málburðin hjá yngra ættarliðum
• at dialektirnar, sum vit
kenna tær millum oyggjar,
bygdir og støð, fullkomiliga
broytast ella detta burtur og
verður avloystar av »slangorð
um« (tá verður málið fátækt)
• at tey sum eru burtur úr
Føroyum eina tíð hava trupul
leikar við málinum, tá tey koma
heimaftur.
• at um nøkur ár kunna vit
koma í ta støðu, at bókaútgáv
urnar hjá Heðin Brú o.ø. mugu
umsetast til »føroyskt« og hvar
eru vit tá?
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Stavtalva við
avmarkingum
Tíðargreinin
tíðargreinin
Kári Thorsteinsson