mánadagur 26. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 17 - 26. januar 2009
tíðindi
Hesi skulu leiða okkum
gjøgnum kreppuna
Evnið á ársins leiðara
degi fríggjadagin var:
Heimurin í kreppu
– hvussu koma vit
styrkt út hinumegin?
Omanfyri 200 leiðarar
luttóku
Ársins
leiðaradagur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Gissur Patursson
& Jens Kristian Vang
Kreppan, sum longu nú
leikar í uttan um okkum,
var eisini evnið til fleiri av
framløgunum á leiðaradeg
num. Spurt varð, hvussu vit
fyrireika okkum til krepp
una, og hvussu møta henni,
tá hon rakar. Ongin ivi var
um, at hon rakar eisini
okkum. Støðan í Føroyum
varð fleiri ferðir samanborin
við eina tsunami, sum longu
hevur rakt aðrastaðni, men
sum ikki er komin heilt
norður á klettarnar her. At
so onkur ikki vildi brúka
orðið kreppa, men heldur
rópti hana “avbjóðingar”,
er í somáta líkamikið.
Omanfyri
200
fólk
luttóku á leiðaradegnum,
sum hevði eina fjølbroytta
og áhugaverda skrá, við
framløgum, filmum, kjaki,
workshops,
atkvøðu
greiðslu, góðum mati, net
working, ársins leiðara og
afterparty í Miðlahúsinum.
Leiðarar koma ofta í tvístøður, sum kunnu fáa stórar avleiðingar. Eitt nú í
sambandi við uppsagnir, ella hvussu til ber at motivera starvsfólkini í minni
góðum tíðum. Ársins leiðarar seinastu fýra árini, Magni Arge, Andras Róin,
Marner Jacobsen og Christian Nagata verða settir í ávísar tvístøður, sum
fólkini í salinum eisini skulu taka støðu til og atkvøða um. Her verða besti
argumentini luftað.
Nógv høvdu glett seg at hoyra donsku
Stine Bosse, stjóra í TrygVesta. Hon
greiddi frá, hvussu til ber at stýra
einari fyritøku, í hennara føri eitt
tryggingarfelag, ígjøgnum eina
kreppu. Her var høvuðsboðskapurin,
at ein sum hevur stýrt við skili
áðrenn kreppuna, kemur styrktur
út hinumegin. Tí kann kreppa eisini
vera menning.
Tá ið hon tók við leiðsluni
á TrygVesta í 2002 hevði
tryggingarfelagið stórt undirskot. Við
ógvusligum tiltøkum eydnaðist tað
at venda gongdini, so felagið í dag er
millum tey størstu í norðurlondum.
Hon hevði sett sær fimm ár til
tillagingarnar, tí slíkt krevur tíð.
Øll økið vórðu optimerað; summar
tænastur vórðu seldar frá, deildir
vórðu niðurlagdar og sparingar fóru
fram á øllum økjum. Aftan á trý ár
bar til at hugsa frameftir, og at brúka
orkuna til at finna upp á nýggjar
vørur og tænastur. Í hesum sambandi
nevndi hon førleikamenning av
starvsfólkunum, har tey brúka sera
stórar upphæddir – eisini nú tíðirnar
versna. Nú verður fyritøkan brandað
sum ein tryggleikaveitari, í staðin
fyri bara at selja turrar tryggingar,
har meginparturin er skrivaður við
smáum.
Fimm fyndug fólk verða spurd, hvussu vit koma styrkt út úr kreppuni. Hermann Oskarsson,
Janus Petersen, Søren Bruun, Sonja Jógvansdóttir og Jóannes Eidesgaard. Søren Bruun, stjóri
í Suðuroyar Sparikassa helt, at kreppan eigur at geva høvi til at rætta teir skeivleikar, sum
eru. Bæði í fyritøkum og politiskt. Eitt nú eftirlýsti hann reformar, bæði sosialar og innan
skattaskipanina. Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtak, langaði út eftir samgonguni
og Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharra, sum, eftir hennara tykki, lat alt valdið upp í
hendurnar á fíggjarnevndini og Annfinn Kalsberg undir fíggjarlógarviðgerðini. Hon eftirlýsti
støðufesti og at fólkið og vinnan kunnu kenna seg trygg við politisku avgerðirnar, sum verða
tiknar.
Og fjøldin brast útúr, tá Sonja Jógvansdóttir segði seg undrast um, at samgongan játtar pening
til ein tunnil norður um fjall, í staðin fyri at bøta um sambandið til Hvalbiar, har nógv
vinnuvirksemi er.
– Tað eg veit av, eru bara tvey stór ting í Viðareiði: eitt hotel og so Anfinn Kalsberg, endaði hon.