Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2009 Tað gjørdust Ebba Hentze, rithøvundur, og Martin Tórgarð, kvæðari, sum í gjár vórðu heiðrað við størstu mentanar­ virðislønunum fyri teirra slóðbrótandi arbeiði fyri føroyska mentan Mentan Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Myndir: Jens Kristian Vang Størstu føroysku mentanar­ virðislønirnar vórðu í gjár latnar Ebbu Hentze, rit­ høvunda og týðara, og Martini Tórgarð, kvøðara og kvæðakempu, sum fingu ávikavist Mentanarvirðisløn Landsins og Heiðursgávu Landsins 2008. Tað var landsstýris­ kvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, sum landsins vegna handaði teimum báðum heiðurs­ lønirnar. Í røðu síni frøddist lands­ stýriskvinnan yvir at heiðra tveir av okkara slóð­ brótarum, tá ið tað snýr seg um føroyska mentanar­ pallin. Tveir slóðbrótarar, sum alt teirra lív, uttan hóva­ sták, hava raðfest tað at arbeiða við og at skapa mentan – uttan tó, at teimum varð tryggjað nøkur løn aftur fyri, og ikki um at tala eftirløn, minti lands­ stýriskvinnan á. Bókmentaligur slóðbrótari Í grundgevingini fyri at lata Ebbu Hentze Mentanar­ virðisløn Landsins varð millum annað víst á hennara ótroyttiliga arbeiði fyri at hjúkla um føroyskar bók­ mentir og fyri at fáa føroysk­ ar fagurbókmentir inn á bókmentapallarnar í øðrum londum. Víðari varð sagt, at Ebba Hentze hevur ríkað føroyskar bókmentir gjøgnum eitt virkið lív sum rithøvundur og týðari. Hon hevur skrivað barnabøkur á altjóða støði, sum eru varðar í føroyskum bók­ mentum. Sum týðari hevur hon framt stórverk at fáa føroyskar bókmentir út í heim. Hon hevur enduryrkt føroyskar yrkjarar til fremmand mál, og hetta hevur hon megnað at gjørt uttan ta stóru lønina, men á so høgum støði sum bara góðir yrkjarar kunnu gera. Ebba Hentze hevur verið Føroyum og føroyskum bókmentum ein dyggur stuðul. Fyri hetta slóðbrót­ andi og áhaldandi bókmenta­ liga starv varð veitt henni Mentanarvirðisløn Land­ sins. Kvæðakempa sum fáar Heiðursgáva Landsins varð latin Martini Tórgarð fyri hansara arbeiði føroyska dansinum at frama sum kvøðari og kvæðakempa. Í grundgevingini varð víðari víst á, at við listar­ ligum gávum hevur Martin Tórgarð sítt serstaka dansi­ og kvøðingarlag, soleiðis sum góðir kvøðarar altíð hava havt. Hann nýtir varia­ tiónsmøguleikarnar í siða­ arvinum á ein skapandi og Mentanarvirðisløn Landsins (kr. 150.000): Í kunngerðini fyri at lata Mentanarvirðisløn Landsins stendur millum annað, at endamálið við at veita virðislønina er at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik, og til tess at kunna fáa Mentanarvirðisløn Landsins skal virðislønarevnið hava skapað listaverk á høgum støði. Yvirlit yvir móttakarar: 2008: Ebba Hentze 2007: ­ eingin virðisløn latin 2006: Zacharias Heinesen 2005: Tita Vinther 2004: ­ eingin virðisløn latin 2003: Hanus Kamban 2002: Gunnar Hoydal 2001: Eyðun Johannessen 2000: Ingálvur av Reyni 1999: Jens Pauli Heinesen 1998: Regin Dahl Mentanarkempur h Ebba Hentze fekk Mentanarvirðisløn Landsins fyri sítt stóra íkast til føroyskar bókmentir sum rithøvundur og týðari - Eg tori at banna tykkum uppá, at ongin veit betur enn Ebba Hentze, hvussu tepran kost føroyska samfelagið bjóðar listafólkum sínum, ikki minst rithøvundum og týðarum, segði Carl Jóhan Jensen í bersøgnari røðu Skulu landa á Svalbard Russar arbeiða við einari ætlan um at lata ein part av russiska trolaraflotanum leggja fiskin upp í Barentsbuirg á Svalbard. Talan verður í høvuðsheitum um trolarar, sum royna nærhendis Svalbard, skrivar Fiskaren. Á einum tíðindafundi í síðstu viku kom fram, at virkið í Barentsburg verður projekterað í ár. Norski sýslumaðurin á Svalbard hevur vitað um russisku ætlanina leingi, men hann hevur ikki fingið nakrar formligar upplýsingar um málið, skrivar Svalbardposten. Ísrael brúkti fosfor Í fleiri vikur hevur Ísrael víst aftur skuldsetingini um, at landið brúkti fosfor í álopinum á Gaza­geiran, men um vikuskiftið viðgekk uttanríkisráðið, at herurin brúkti fosforbumbur í Gaza. Í samrøðu við bretska blaðið The Times segði talsmaðurin hjá uttanríkisráðnum, Yigal Palmor, at herurin brúkti fosforbumbur. Hann segði, at herurin hevði bara fingið loyvi at brúka fosforbumbur á lógligan hátt, og at herleiðslan kannar skuldsetingar um, at bumburnar eisini blivu brúktar ímóti sivilum málum, tí tað var ikki ætlanin.