Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2009 musikalskan hátt og skapar nýggj brigdi, ið geva kvøð­ ingini persónligan og listar­ ligan dám. Kvøðarar sum Martin Tórgarð bera hitt gamla føroyska heiðursheitið kvæðakempur og skapa list, tá teir fara upp á gólv. Føroyski dansurin er eitt sermerkt føroyskt íkast til heimsmentanina, og Martin Tórgarð er tí ikki bert ein kvæðakempa, men ein kempa í føroyskum mentanarlívi. Við ótroyttiligum áhuga og virkna leikluti sínum í føroyskum dansi hevur hann latið sítt íkast til arbeiðið at varðveita og menna henda partin av tjóðararvi okkara. Fyri hetta stóra arbeiði varð veitt Martini Tórgarð Heiðurs­ gáva Landsins. Heiðursgáva Landsins (kr. 75.000): Í kunngerðini fyri at lata Heiðursgávu Landsins stendur millum annað, at virðislønarevnið skal hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Yvirlit yvir móttakarar: 2008: Martin Tórgarð 2007: ­ eingin heiðursgáva latin 2006: Jógvan Isaksen 2005: Emil Juul Thomsen 2004: ­ eingin heiðursgáva latin 2003: Ólavur Hátún 2002: Axel Torgarð 2001: Fuglafjarðar Sjónleikarafelag heiðraðar Jónleif Johannesen takkaði Martini Tórgarð fyri hansara megnararbeiði fyri føroyska dansin - "arvagullið" sum hann tók til Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, fegnaðist um at vit sum tjóð kenna ábyrgd av føroyskum bókmentum og av at undirstrika, at tað bara eru vit í Føroyum, sum varða av føroyska dansinum Martin Tórgarð fekk Heiðursgávu Landsins fyri sítt stóra arbeiði føroyska dansinum at frama sum kvøðari og kvæðakempa Gunvá Zachariasen las upp yrkingina "Kata - ein seinkaður nekrologur" eftir Ebbu Hentze Kvettætlanir í Turkalandi Ein dómstólur í Turkalandi ákærdi í gjár 10 yvirmenn í landsins løgreglu fyri at hava verið uppi í ætlanum um at koyra turkisku stjórnina frá. Tíðindastovan Anatolia skrivar, at níggju av yvirmonnunum eru samstundis ákærdir fyri at vera limir í einum yvirgangsfelagsskapi, og rætturin gjørdi av, at teir skulu verða verandi í varðhaldi. Anatolia skrivar, at teir 10 løgreglumenninir vóru millum tey 26, sum løgreglan tók seinasta hósdag, tá hon gjørdi eitt átak ímóti einum yvirgangsfelagsskapi. Danir spara streym Fíggjarkreppan og óttin fyri veðurlagsbroytingum hava eftir øllum at døma havt stóra ávirkan á streymnýtsluna hjá dønum. Blaðið Ingeniøren skrivar, at frá 2004 til 2007 vaks streymnýtslan hjá dønum støðugt, men at hetta broyttist nógv í fjør. Ein talsmaður fyri orkuverkini sigur við blaðið, at tríggjar teir seinastu mánaðirnar í fjør minkaði streymnýtslan meiri enn trý prosent, og at bara í desember minkaði hon 4,6 prosent. Sambært talsmanninum er broytingin søgulig, tí so nógv er nýtslan ongantíð minkað eftir einum ársfjórðingi fyrr.