Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2009 Gjørdu sum ráðharrin Tá íslendski vinumálaráðharrin, Bjørgvin Sigurðsson, legði frá sær um vikuskiftið, mælti hann limunum í fíggjareftirlitinum at gera tað sama. Stutt eftir bleiv fráboðað, at Jón Sigurðsson hevði sagt seg úr starvinum sum formaður í fíggjareftirlitinum og starvinum sum næstformaður í Seðlabanka Íslands. Seinni frættist, at forstjórin í fíggjareftirlitinum, Jónasar Fr. Jónssonar, hevði boðað frá, at hann gevst í starvinum tann 1. mars. Fleiri aðrir nevndarlimir og varalimir í tí almenna fíggjarkervinum hava eisini gjørt av at fara frá. Skrivarin hjá Fólka­ flokkinum, Regin Dalsgaard, skuldi yvir til Íslands at taka lut á landsfundinum hjá Sjálfstæðisflokkinum, men orsakað av at Geir Haarde leggur frá sær og nýggjur floksformaður skal veljast, er fundurin útsettur til mars POLITISK VITJAN Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað skuldi verða ein stórt uppsligin landsfundur, við gestum úr nógvum londum. Men nú er alt útsett til seinni í vár. Orsøkin er, at forsætisráð­ harrin, Geir Haarde, hevur fingið staðfest krabbamein, og hevur tí gjørt av at leggja frá sær, bæði sum forsæt­ isráðharri og sum floksfor­ maður. Hetta skuldi verið ein stórsligin landsfundur, sum skuldi vara frá mikudegi til sunnudag. Gestir vóru bod­ nir úr fleiri londum, eitt nú Onglandi, Danmark, Noregi og Føroyum. Ætlanin var, at vit skuldu hitta Geir Haarde hósdagin, men eg havi fingið at vita í morgun, at fundurin nú er útsettur til seinast í mars, sigur Regin Dalsgaard. Hann hevði ætlanir um at fara út á gøturnar at hjálpa fólki frá Sjálfstæðisflokk­ inum at berjast móti aktivist­ um, og tað kann kanska henda framvegis, tí Regin Dalsgaard er enn ikki greið­ ir yvir, um tað ber til at flyta ferðaseðilin. So tað kann vera, at eg fari ein túr yvir til Íslands kortini, sigur Regin Dals­ gaard. Tað var um vikuskiftið, at Geir Haarde boðaði frá avgerð síni um at leggja frá sær sum forsætismálaráð­ harri og floksformaður, og sambært Regin Dalsgaard verður nýggjur formaður valdur síðst í mars, tá lands­ fundurin hjá Sjálfstæðis­ flokkinum so verður hildin. Sum eg havi skilt, verður nýggi formaðurin kunngjør­ dur á landsfundinum 28. mars, sigur Regin Dals­ gaard. Hann dugdi sum sagt ikki at siga, um hann kortini fer ein túr til Íslands, men inn­ bjóðingin til landsfundin stendur við, so hann verður við, tá fundurin verður hildin síðst í mars. Skuldi á barrikadurnar í Íslandi Í gjár fekk løgreglan boð um, at tveir seyðir lógu deyðir á eini trøð í Streymnesi. Løgreglan boðsendi djóralækna, sum mátti avlíva ein triðja seyð POLITIRAPPORT Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað hevur sum so verið eitt friðarligt vikuskifti hjá løgergluni. Hálka er eftir øllum at døma komin óvart á nakrar bilførarar, ein bilur var farin út av á Fútareyni orsakað av svartakálki, og somu lagnu fekk ein bilur í Hvalvík, sum endaði á sjón­ um. Av øðrum kann nevnast herverk á bilar. Í tveimum førum vóru dekkini á bilum skorin upp, á Heygsgerði vóru øll fýra dekkini skorin upp, og leygardagin vóru tvey dekk á einum bili í Maritugøtu í Hoyvík skorin upp. Við Ringvegin við Varða­ gøtu rendu tveir bilar saman, og har skal víki­ skylduspurningurin kann­ ast. Sunnudagin var ein førari tikin fyri at koyra fullur, og hartil hevði hann heldur einki koyrikort. Onkur full fólk vórðu koyrd heim og onkur húsa­ ófriður var, men tað spældi alt væl av. So álvarsligasta hending­ in var hendan í Streymnesi, har tveir seyðir lógu deyðir, allarhelst í órøkt, og djókalæknin sá seg noydd­ an at taka lívið av einum triðja. Tað málið verður nú kannað. Hesin bilurin endaði á sjónum í Hvalvík. Orsøkin til óhappið hevur allarhelst verið svartakálk Mynd: Petur Jacobsen Seyðir deyðir í vanrøkt Regin Dalsgaard skuldi á barrikadurnar í Íslandi hesa vikuna, men nú er fundurin útsettur til síðst í mars Gjørdi bara sítt arbeiði Chesley Sullenberger, sum var flogskipari á Airbus A320­ flogfarinum, sum neyðlendi í Hudson­ánni við New York tann 16. januar, heldur, at alt ov nógv er gjørt burtur úr avriki hansara at bjarga øllum, sum vóru í flogfarinum. Við AP­tíðindastovuna sigur hann, at hann gjørdi ikki annað enn sítt arbeiði. Hann var heldur ikki einsamallur, men fekk sera góða hjálp frá einari dugnaligari menning, sigur hann. Øll tey 155, sum vóru í flogfarinum, sluppu livandi frá neyðlendingini. Hildið verður, at grágæs komu í motorarnar.