mánadagur 26. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 17 - 26. januar 2009
Avleiðingarnar av
skerjingi hjá Fróð
skaparsetrinum eru
katastrofalar. Søgu
og samfelagsdeildin
skal niðurleggjast, í
øllum førum níggju
fólk sigast úr starvi og
komandi útbúgvingar
mugu takast av aftur,
áðrenn tær byrja
Sparingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Prísurin fyri at spara fimm
milliónir krónur er eftir
øllum at døma sera høgur. Í
fíggjarlógini fyri 2009 er
Fróðskaparsetur Føroya skert
tilsamans fimm milliónir
krónur, og nú nýsetta stýrið
er farið til verka, byrjar
ítøkiligi kostnaðurin av hesi
sparing at koma undan kavi.
Á Fróðskaparsetri Føroya
kunnu vátta tey, at eitt
worst-case scenario er at
Søgu- og Samfelagsdeildin
verður niðurløgd, nýggja
útbúgvingin master í løg-
frøði, sum eftir ætlan skuldi
setast á stovn, verður ikki
sett á stovn, umframt at átta
fólk verða søgd úr starvi og
tvey fólk verða ikki sett í
starv. Eisini verður tosað
um at rektarin, Jóan Pauli
Nielsen, ikki longur skal
undirvísa, men bert vera
rektari, og tískil er talan til-
samans um 11 størv, ið
væntandi verða niðurløgd
av hesi sparingini.
Men sambært nýsettu
stýrisforkvinnuni fyri Fróð-
skaparsetrið, Lis Mortensen,
er hetta bara eitt av fleiri
worst case scenarium.
– Tað, sum nýggja stýrið
roynir nú, er at fáa innlit í
hvat Fróðskaparsetrið er
fyri nakað. Vit verða noydd
til at hyggja uppá hvat tað
er fyri ein veruleiki, vit eru
blakaði út í. Vit royna nú at
kortleggja hvørji scenariu
vit kunnu síggja fyri okkum.
Men veruleikin er óalmindi-
liga dapur í løtuni, og vit
arbeiða við fleiri worst case
scenarium í løtuni, sigur
Lis Mortensen, forkvinna í
stýrinum fyri Fróðskapar-
setur Føroya.
Fylgjurnar eru
ræðuligar
Lis Mortensen øtast við tær
avgerðir, nýggja stýrið er
sett fyri at taka.
– Sakin er tann at vit tosa
um eina dapra støðu upp á
tann mátan, at hetta gongur
útyvir eitt umhvørvi, nøkur
starvsfólk og útyvir tað
arbeiðsumhvørvið, sum er
har. Vit mugu taka atlit til,
hvat fáa tey at arbeiða við,
sum eru eftir, sigur Lis
Mortensen.
Men sambært henni eru
tað nógv verri atlit, tey eis-
ini mugu taka, tá tey gjøgn-
umganga øll scenariuni.
– Vit mugu spyrja, hvat
er tað vit gera við tey ungu
lesandi, sum hava sett sítt
álit til at fáa eina útbúgving
og eina lívsleið við at melda
seg inn í Fróðskaparsetrið.
Tað er nakað ótrúliga dýra-
bært, mann hevur við at
gera. Tað er ræðuliga alvor-
ligt, um man skerjir teirra
møguleikar fyri at fáa eitt
prógv. Tey hava longu inn-
stillað og forpliktað seg til
at fáa eina útbúgving, og nú
mugu vit kanska skerja
teirra møguleikar, greiðir
Lis Mortensen frá.
Fyri lúsa 5 milliónir
At mann má spara í niður-
gangstíðum er nakað Lis
Mortensen hevur forstáilsi
fyri. Men tað, sum hon
øtast við, er at man missur
so ótrúliga nógv, fyri so
relativt lítið.
– Tað er ótrúligt, at mann
í 2009 vil skerja ein stovn
og missa so nógv fyri lúsa
fimm milliónir krónur. Tað
er líka við at ein vanlig fam-
ilja kundi borið hasa skuld-
ina. Við hesum smáu peng-
unum vil man steðga eini
tilgongd, sum er byrjað,
vísir Lis Mortensen á.
Tann tilgongdin, Lis Mort-
ensen sipar til, er menn-
ingarætlanin, sum Fróðskap-
arsetrið stakk út í kortið
saman við Mentamálaráðn-
um og politikarunum.
– Í felag hava politikarar,
Mentamálaráðið og Fróð-
skaparsetrið stungið út í
kortið, hvat tað er, tey vilja.
Til val hoyra vit allar flokk-
ar og allar politikarar tosa
um vitan og menning og
gransking, men tað sum teir
nú gera, er at teir við hinari
hondini fara inn í eina fíggj-
arlóg, og vil steðga øllum
menningarætlanum,
sum
um ikki annað bara rukku
nøkur ár út í framtíðina.
Menningarætlanimn
var
longu skerd munandi, tá
hon kom fyri tingið, og so
fer man inn og skerir hesa
longu skerdu, økonomiser-
aðu menningarætlanina við
heili fimm milliónm afturat,
staðfestir Lis Mortensen.
Gransking?
Gloym tað!
Úrslitið av hesi skerjing er
at Søgu- og Samfelagsdeild-
in, sum er tann stórsta deild-
in á Fróðskaparsetri Føroya,
allarhelst má lata aftur.
Masterútbúgvingin í løg-
frøði verður slept, áðrenn
hon yvirhøvir er byrjað, og
í øllum førum 9 fólk verða
søgd úr starvi.
– Tað sum hendir við hes-
um skerjingunum er, at
Fróðskaparsetrið má steðga
sínum ætlanum. Og so tá tal-
an er um gransking? Gloym
tað! Tað sum mann ger við
hesum,er at man biður væl
lærd fólk við høgum útbúgv-
ingum, sum koma uttanifrá,
um at pakka sítt kuffert og
fara avstað aftur, staðfestir
Lis Mortensen.
Støðan á Fróðskaparsetri
Føroya er eftir øllum at
døma katastrofal í løtuni.
Nógv verður fundast aftur
og fram, meðan nýsetta
stýrið roynir at seta seg inn
í viðurskiftini og finna útav,
hvar tey skulu seta knívin,
soleiðs at hann ger sum
minst skaða fyri tey lesandi
og virkandi á Fróðskaparsetri
Føroya.
Einki nikkel í fartelefonum
Danski umhvørvismálaráðharrin, Troels Lund Poulsen, ætlar sær at
banna øllum handli við fartelefonum, sum hava nikkel í sær, tí evnið
kann elva til ovurviðkvæmi. Troels Lund Poulsen sigur við
kringvarpið DR, at hann ætlar sær at tosa við starvsbeøðurnar í
Svøríki og Finnlandi fyri at fáa teir at taka undir við einum forboði.
Ráðharrin sigur, at myndugleikarnir fara at biðja handlarnar taka
fartelefonir við nikkel av hyllunum. Hann væntar, at eitt beinleiðis
lógarforboð kemur í gildi seinni í ár.
Ódnarveður sunnanfyri
Tað er ikki bara á okkara leiðum, at lágtrýstini kunnu vera djúp
hesa árstíðina. Eitt stormlágtrýst elvdi um vikuskiftið til
ódnarveður í Norðurspania og útsynningspartinum av
Fraklandi. Sponsku myndugleikarnir siga, at har kravdi
ódnarveðrið 15 mannalív, harav 11 doyðu, tá takið fór á einari
ítróttarhøll nærhendis Barcelona. Í Fraklandi doyðu fýra fólk í
ódnarveðrinum., og streymurin fór nógvastaðni. Har hevur
veðrið ikki verið so ringt í fleiri ár. Í býnum Bordeaux komu
vindmátararnir upp á 41 metrar um sekundið.
Fróðskaparsetrið má venda
næmingum í hurðini
Stýrið
noyðist
frá
aftur
Stýrið fyri
Fróðskaparsetur
Føroya, ið varð sett
fyri bert viku síðan,
noyðist skjótt frá
aftur, verða eingir
pengar játtaðir til
stýrið
Sparingar
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Fyri lítlari viku síðan
setti Helena Dam á
Neystabø,
landsstýris-
kvinna í mentamálum,
nýggja stýrið fyri Fróð-
skaparsetur
Føroya.
Endamálið hjá stýrinum
er at vera yvirkskipað
stjórn hjá nýggja Fróð-
skaparsetri Føroya, ið nú
eisini umfatar Føroya
Læraraskúla og Sjúkra-
røktarfrøðiskúlan. Men
nýggja stýrinum er eftir
øllum at døma ikki langt
lív lagað.
Stýrið, sum er sett fyri
bara einari viku síðani,
har man eisini hevur
hálað fólk inn úr øðrum
londum, fær ikki arbeitt.
Tað
arbeiðið
steðgar
beinanvegin, tí har eru
eingir pengar settir av til
stýrið. Henda viðferðin
av fólki ger veruliga, at
man
umhugsar
sína
støðu, hví skal eg frívill-
iga vera við til hetta.
Nýggju limirnir hyggja
veruliga djúpt inneftir,
um teir tíma at standa
modell til hetta. Hetta er
bara so flovisligt, sigur
Lis Mortensen, ið er for-
kvinna í nýsetta stýrin-
um.
– Tað er ótrúligt, at mann í 2009 vil skerja ein
stovn og missa so nógv fyri lúsa fimm milliónir
krónur. Tað er líka við at ein vanlig familja
kundi borið hasa skuldina, sigur Lis Mortensen,
forkvinna í stýrinum fyri Fróðskaparsetrið