Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 17 - 26. januar 2009 Tað er torført at fáa pening til fyribyrging av rúsevnismisnýtslu. Tað mátti Beinta Han­ sen sannað, tá hon fyri einum ári síðan valdi at siga upp sum fyribyrgingarráðgevi hjá Bláa Krossi. Fyri­ byrgingin verður ikki raðfest, hóast trupul­ leikin er komin fyri at vera, og helst fer at versna við tíðini, stað­ festir hon Rúsevni Eilen Antoniussen eilen@sosialurin.fo Misnýtslan av rúsevnum millum ung er stór. Tað vátta tíðindini frá løgregluni um, sum javnan kunnu bera søgur um rúsevni og smuggling í samfelagnum. Ein, sum hevur verið nær misnýtarum, er Beinta Joen­ sen úr Gøtu, sum er útbúgvin fyribyrgingarráð­ gevi, og sum hevur starvast hjá Bláa Krossi Føroya. Hennara arbeiðið innibar at fyribyrgja rúsevnismis­ nýtslu, og umvegis sítt arbeiði hitti hon nógvar mis­ nýtarar. Fleiri teirra eru sera ung, og ganga ikki meir enn í framhaldsdeild, tá tey enda í misnýtsluni. Fleiri teirra, ið koma í við­ gerð, eru somuleiðis ung, og eru í aldrinum 20­25 ár. ­ Rúsevni er sera vana­ elvandi, og ger stóran skaða á misnýtaran. Í arbeiðnum at basa hesum trupulleika, er neyðugt at upplýsa á skúlum og støðum, har tey koma, og tosa við okkara børn um trupulleikan, sigur Beinta Hansen. Men longu her tekur trupulleikin seg upp, tí tað hevur víst seg at vera vón­ leyst at fáa fígging til slíkt arbeiði. Av tí at Blái Krossur Føroya er ein felagsskapur, skal hann søkja um fígging til hvørt einstakt átak. ­ Hvørja ferð, eg skuldi í holt við eina verkætlan, og skuldi søkja um pening til hana, rendi eg meg inn í hendan veggin av mótstøðu. At søkja eftir pengum, og einki svar at fáa. Tað var bert ein kommuna í landi­ num, ið valdi at nýta nakað av peningi til hetta arbeiðið, meðan eg frá øðrum fekk at vita, at tað var gott, at vit arbeiddu við málinum, men so fekk eg spurningin um tað var so neyðugt at brúka pening til tað, greiðir hon frá. Rúsevni trívast í ringum tíðum Beinta Hansen vísir á at tað er neyðugt, tí trupulleikin av rúsevnismisnýtslu helst er komin fyri at vera, og at tað kann væntast at hann fer at vinda uppá seg og versna. Í arbeiðnum sum fyribyrgingarráðgevi gjørdi hon eitt stórt arbeiði við at kanna umstøðurnar hjá ungum, og teirra atgongd til rúsevni. Tað vísti seg, at eigarar av dansitøðunum í Havn máttu taka gjald fyri vatn, sum varð selt í barrini, tí ecstacy rúsevnið gjørdi tey so aktiv, at tey høvdu stóran tørv á vatni. ­ Eingin ivi er um, at tað er í Havn, at stóri rúsevnis­ trupulleikin. Men úti um landið koma tey ungu eisini í samband við rúsevni. Tað er kanska langt frá øll, sum royna tað, men tey vita at tað er í teirra lokalumhvørvi, og hvussu tey fáa fatur í tí, sigur Beinta Joensen. Tíðirnar eru broyttar, og ung í dag kenna nógv til rúsevni. Tey ungu hava nógvar pengar um hendi, og rúsevni eru vorðin rætti­ liga vanlig. Tey ungu, ið koma í viðgerð, eru ofta ikki bert misnýtarar av rús­ evnum, men eru tað mann kallar blandingsmisnýtarar av rúsevnum og rúsdrekka. ­ Tað er ofta tað vit ikki skulu, sum er mest spenn­ andi, og soleiðis er tað eisini við rúsevnum. Tí vil eg fegin hava eitt samfelags­ kjak um hendan trupul­ leikan, og fáa sett fokus á vandan við rúsevnum, líka sum Fyribyrgingarráðið ger við við royking. At mann upplýsir aftur og aftur. Fyribyrgingarráðið hevur slept øllum, sum eitur fyri­ byrging av rúsevnum, og tí stendur Blái Krossur einsa­ mallur í stríðnum móti rús­ evnum. Tað var truplu stuðulsmøguleikarnir til fígging til arbeiðið, ið var beinleiðis orsøkin til at Beinta Joensen valdi at siga upp sum fyribyrgingarráð­ gevi. Síðan hevur hon virk­ að sum ráðgevi í tí privata, har fólk venda sær til hennara við spurningum rúsevni. Hon ásannar, at peningaligur stuðul er tru­ pul at fáa í trongum tíðum, men kjakið um evnið er sera týdningarmikið. Júst nú er tað sera týdningar­ mikið. ­ Tað er sera umráðandi við kjakinum, tí tað eru ringar tíðir. Ringar tíðir hava við sær, at fólk gerast arbeiðsleys, og tað er skjótt hjá teimum at fella í mis­ brúk í slíkum tíðum. Rúsevni komin fyri at vera Innflyta arbeiðsmegi Samstundis sum hundraðtals danir missa arbeiðið hvønn einasta dag, sigur fakfelagið FOA, at tað verður nneyðugt at innflyta fleiri túsund arbeiðsfólk til Danmarkar tey næstu árini. Felagið hjá teimum almennu starvsfólkunum sigur, at um minni enn tíggju ár verður tørvur á umleið 60.000 starvsfólkum afturat innan eldrarøktina, og tey fólkini finnast ikki í Danmark, sigur FOA. Felagið sigur, at Danmark noyðist at innflyta hesa arbeiðsmegina, og felagið mælir myndugleikunum til at broyta innflytarapolitikkin, so tey egnaðu kunnu sleppa til landið. Seks avrættað í Iran Seks menn, sum millum annað vórðu dømdir fyri at hava smuglað rúsevni og fyri at hava drukkið alkohol, vórðu avrættaðir í Iran um vikuskiftið. Ákærin Mir Alam Seyide segði við iransku tíðindastovuna IRNA í gjár, at teir seks menninir víru funnir sekir í rúsevnasmugling, neyðtøku, ágangi, burturflyting, stuldri og fyri at hava drukkið alkohol. Hann segði ikki, hvørjir menninir vóru, ella nær teir vóru avrættaðir. Franska tíðindastovan AFP skrivar, at minst 32 fólk eru tikin av døgum í Iran higartiil í ár. Í fjør vórðu 246 iranar dømdir til deyða og avrættaðir. Tað, sum er at gera í stríðnum móti rúsevnismisnýtslu, er at upplýsa og kunna um vandan við rúsevnum. Men tað er tungt at fáa pening til vega, og áhugin manglar frá politiskari síðu, heldur Beinta Joensen, fyribyrgingarráðgevi. Savnsmynd