Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 17 - 26. januar 2009 ] Bárður danskur steypavinnarar Bárður Bendix Mikkelsen og felag hansara, Marienlyst, vóru greitt omaná, tá teir í gjár spældu steypafinalu móti Aalborg HIK. Tað var bara í løtum, at Aalborg megnaði at skapa nakað, sum líktist trýsti móti Marienlyst, sum vann dystin 3-0, uttan at teir nakran tíð veruliga vóru í vanda fyri at missa hvørki sett ella sigur. Einki nýtt frá samráðingunum Enn er nýggi landsliðsvenjarin í fótbólti ikki settur. Hetta hóast starvsnevndin í FSF eftir øllum at døma tók avgerð í farnu viku um, at nýggi maðurin helst skal eita Colin Calderwood. – Eg fái framvegis ikki sagt meira, enn eg kundi í farnu viku. Vit eru á ramráðingum við tann venjaran, sum vit helst vildu hava, og fyrr enn hesar eru lidnar, hava vit ongar ítøkiligar viðmerkingar til málið, sigur Høgni í Stórustovu, FSF-forseti. Hann sigur, at tað neyvan verður fyrr enn seinast í hesi vikuni, at nakað nýtt verður at frætta um setanina av landsliðsvenjara. Tað var eingin slingur í valsinum, tá Neist­ in vant burturúr grannunum í gjár. 10 mál vóru á muni, tá avtornaði HONDBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Neistin gjørdi ikki stórvegis burturúr í grannauppgerðini í gjár. Talan var um avgreiðslu- spurning, tá bláa havnarfelag- ið otaði seg nærri oddinum í bestu kvinnudeildini. Dysturin var av tí sama ikki tann stóra upplivingin. Kyndil var við fyrstu løtuna, men í seinna hálvleiki skrædnaði – og Neistakvinnur vunnu trygt. Fleiri mistøk Kyndil er framvegis stiga- leyst. Og tikið við støði í dystinum í gjár, er tað held- ur ikki løgið. Liðið tykist uttan sjálvsálit og ágrýnti. Av mistøkum, sum ikki eiga at koma fyri, vóru fleiri í gjár. Serliga seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, tá Neistin gjørdi sær dælt við skjótálopum. Munurin var trý mál í steðginum – 11-8 til Neistan. Øktu um leiðsluna Munurin var størri í seinna hálvleiki. Trine Mayland, sum varð toppskjútti hjá Neistanum, fór at gera um seg sum málskjútti, og sum tíðin gekk øktu tær um leiðsl- una. Dysturin hevði ikki stór- vegis týdning, og tað merkist væl aftur – eisini á áskoðara- plássunum. Kyndil er botn- proppur í deildini, meðan Neistin roynir at elta hini oddaliðini. Og við sigrinum vunnu tær seg nærri finalu- plássinum, tí VB tapti sín dyst í Runavík. Komandi vikuskiftið vitjar júst VB í høvuðsstaðnum, og tá verður avgjørt, um Neistin skal kapp- ast um FM-heitið ella ikki. Kyndil – Neistin 18-28 (8-11): Klassamunur H71 smoygdi sær upp á annaðplássið, tá teir vunnu stórsigur í høllini í Kollafirði HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Á pappírinum var talan um spennandi dyst, tá KÍF tók ímóti H71 sunnudagin. Koll- firðingar eru kanska niðast á talvuni, men seinastu vikur- nar hevur liðið argað ovaru liðini, og tí var slettis ikki óhugsandi, at teir kundu gera fortreð einaferð afturat. Í veruleikanum gjørdist talan ongan tíð um nakran spennandi dyst. Snøgt sagt, so vóru gestirnir omaná frá byrjan til enda. KÍF javnaði til 1-1, tá hálvur annar min- uttur var farin, men eftir hetta var ongan tíð tað, sum líktist spenningi í dystinum. Longu fyri steðgin bygdi H71 sær eina trygga leiðslu, og teir góvu ongan tíð nøk- ur tekin um, at teir ætlaðu sær at seta ferðina niður. Á máltalvuni gingu tvey fyri eitt stóran part av dystinum, og hóast akkurát tey hag- tølini vórðu pyntað seinastu løtuna, so var hetta á ongan hátt nóg mikið til at skapa nakað av spenningi. Og so kundu hoyvíkingar- nir fegnast eftir dystin. Ikki bara um sigurin, tí Kyndils- sigurin í havn bar samstund- is við sær, at hoyvíkingarnir nú aftur eru á næst ovasta sessinum og harvið í løtuni á einum finaluplássi. Og trivaligi málmunurin, sum dysturin hesa ferð gav, kann eisini væl vísa seg at vera hálvt stig verdur, tá stiga- talvan verður gjørd upp eftir 20 dystir. Eftir framúr avrikini á Rhodos fyri tveimum árum síðani, eru eyguni hjá føroyska ítróttaheiminum longu nú vend móti Álandi ÍTRÓTTaRkLUmma Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fyrstu úttøkurnar eru longu gjørdar, og innan flestu av Oyl-greinunum dystast fremstu ítróttafólk okkara nú um, hvør skal vinna sær rættin at umboða Merkið, tá hetta vónandi skal vindast á stong fleiri ferðir í Álandi í summar. Hóast vit hava vunnið framúr úrslit innan summar einstaklingagreinar seinnu árini, so er lítil ivi um, at samanlagt eru oyggjaleikirnir tann ítróttahendingin, sum nertir flest fólk her á landi. Við úti við 3.200 aktivum íðkarum eru leikirnir eisini um at vaksa langt út um tað, sum nakar kundi ímynda sær, tá fyrstu leikirnir vórðu blástir ígongd í 1985. Umframt sterku sosialu bondini, sum leikir av hesum slag knýta, so er hetta eisini eitt framúr høvi hjá ítróttafólkum okkara at kappast á einum støði, sum gevur fínar avbjóðingar. Gaman í eru tað ítróttagreinar, har Føroyar hava staðið seg serstakliga væl, men júst hetta hevur í nógvum førum eisini verið íblásturin, sum hevur sent somu einstaklingar og somu ítróttagreinar móti nýggjum avbjóðingum. Og sum gularót er hetta eisini framúr eggjandi fyri ítróttarfólkini, sum stremba móti heiðursmerkjum ella bara luttøkuni sjálvari. Nýggjar avbjóðingar eru í sjálvum sær fyrsta fortreytin fyri framburði í øllum lívsins viðurskiftum, og tí eru oyggjaleikirnir av so ómetaliga stórum týdningi fyri luttakandi ítróttagreinarnar. Og at fremstu ítróttarfólk okkara eisini velja at taka lut, hóast ítróttarliga avbjóðingin kanska ikki er heilt so stór hjá teimum, undirstrikar eisini hjáheitið – Friendly Games – sum leikirnir hava fingið. Enn eru so góðir fimm mánaðir, til fyrstu kappingarnar verða blástar ígongd. Men spenningurin hjá fleiri av luttakarunum er longu nú við at raka hæddirnar. Og so er bara at vóna, at somu hæddir eisini verða raktar, tá kappast verður í Álandi. Eyguni móti oyggjaleikum Kyndil-Neistin 18-28 (8-11): 10 min: 3-4 20 min: 7-8 40 min: 9-18 50 min: 13-22 Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 5(2), Jórun Ludvig 3, Barbara Egilstrøð 3, Linda Johannesen 2, Helena á Krákusteini 2, Halla S. Midjord 1, Annika Poulsen 1, Beinta Laursen 1 Neistin: Trine Mayland 6(1), Rakul Augustinusesn 5(1), Unnur Danielsen 4, Marjun Danberg 4(1), Nicoleta Radu Hansen 3(2), Tordis Tróndarson 2, Elin Staksund 2(1), Heidi Maria Akselsen 1, Stine Mikkelsen 1 Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 8 Útvísingar: Kyndil 6, Neistin 2 Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen FAKTA um dystin Bárður Brimvík og H71 hølvaðu KÍF ígjøgnum, og nú eru hoyvíkingar aftur á finalukós Mynd: Hilmar Jan Hansen/ Einslistir KÍF-H71 17-30 (6-13) 10 min: 2-6 20 min: 3-10 40 min: 10-16 50 min: 14-25 Málskjúttar KÍF: Ási Dam 5(1), Rógvi Weihe 2(1), Niklas Reginsson 2, Suni Johannesen 2, Jákup Trúgvason 2(1), Andreas Nielsen 1, Regin Petersen 1, Pætur Johansen 1, Hallur Hansen 1 H71: Poul Kjartan Dam 7, Regin Joensen 7, Esbern Pat- ursson 4(2), Bárður Brimvík 3, Janus Sørensen 3, Halgir Dahl Olesen 3(1), Johnny Durhuus 2, Gunnar Bláberg 1 Brotskøst: KÍF 4, H71 4 Útvísingar: KÍF 2, H71 1 Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen FAKTA um dystin KÍF-H71 17-30 (6-13): Sorl í Kollafirði