mánadagur 26. januar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 17 - 26. januar 2009 ]
Beckham skoraði
Sunnudagin skoraði David Beckham sítt
fyrsta mál fyri italska felagið AC Milan, har
hann skal spæla næstu tíðina. Milan spældi
ímóti Bologna og vann 4-1. Longu í
hálvleikinum var støðan 3-1 til Milan. Í
seinna hálvleiki økti David Beckham til 4-1,
og so var frøin stór á bæði spælaranum og
viðhaldsfólkunum hjá AC Milan.
Giggs kann gerast ársins spælari
Venjarin hjá Manchester United heldur nógv av 35 ára gamla Ryan Giggs, og sum
royndi walisin spælir í løtuni, kann hann gerast ársins spælari í Onglandi í ár. Tað
heldur í øllum førum Alex Ferguson. - Hann spælir so væl, at hann kann gerast
ársins spælari, og tað hevði hóskað seg væl, tá ið hugsað verður um yrkisleiðina hjá
honum, sigur Ferguson við Sunday Mirror.
Enn vil Tórður
Thomsen ikki seta
navn á, hvat nýggja
felag hansara verður,
men hann tykist iva
leysur í, at hann væl
og virðiliga hevur
eina framtíð innan
fótbóltin
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var í heyst ivasamt, um
Tórður Thomsen
skuldi
halda fram í málinum hjá
NSÍ, ella um hann skuldi
royna eydnuna í Danmark,
har hann segðist hava møgu-
leika fyri sáttmála við Vejle
í bestu deildini.
Leiðslan í NSÍ bant tí um
heilan fingur, og í desember
mánaði skrivaðu teir sátt-
mála við Meinhardt Joen-
sen, sum verður fyrsti-mál-
verji hjá NSÍ í 2009.
Samstundis hevur tað
drigið út hjá Tórði Thomsen
at fáa nakran sáttmála í
Danmark. Men hann sigur
kortini, at hann mest sann-
líkt ikki verður í Føroyum
komandi kappingarárið.
– Sum tað sær út, so verð-
ur tað uttan fyri Føroyar.
Enn veit eg ikki akkurát,
hvar tað verður, men tað er
so ætlanin.
Og tú ert kanska í sam-
band við okkurt felag, har
tú møguliga skal spæla í
ár?
– Ja. Og sjálvur vóni eg,
at okkurt hendir innan fyri
næstu tvær vikurnar. Eg fái
ikki sagt nakað um, hvar
tað verður, men tað skuldi
gjarna verið á einum hampu-
ligum støði, sigur Tórður
Thomsen.
Tórður fer til Danmarkar
Luttakaratalið á
oyggjaleikunum,
sum í summar verða
á Álandi, verður
nærum 3200
Oyggjaleikir
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tá ið 13. oyggjaleikirnir
verða settir á Álandi 27.
juni, verður talan um størstu
leikirnar
nakrantíð.
25
oyggjasamfeløg
fara
at
dystast í 15 ítróttargreinum,
og luttakaratalið verður um-
leið 3200 ella fleiri luttak-
arar enn nakrantíð áður.
Flestu
luttakararnar
fer
Jersey at eiga við 251.
Vertirnir fara at taka lut við
247 luttakarum, og næstu í
røðini verða Isle of Man
(230) Guernsey (218), Got-
land (204), Gibraltar (197),
Menorca (191) og Føroyar,
sum fara at møta upp á
Álandi við 171 luttakarum.
Hini oyggjasamfeløgini,
sum fara at taka lut, eru
Ynys Mon (93), Western
Isles (97), St Helene (25),
Hetland (96), Sark (6),
Saaremaa (164), Rhodos
(159), Prince Edwards Is-
lands (138), Orknoyggjarnar
(50), Hitra (43), Grønland
(102), Froya (35), Falklands
oyggjarnar (56), Cayman
(119), Bermuda (134) og
Alderney (31).
Í fótbóltskappingini verð-
ur luttakaratalið 543. 17
tjóðir fara at taka lut í fót-
bóltskappingini við mann-
fólkaliðum
og
11
við
kvinnuliðum.
Størstu oyggjaleikirnir
nakrantíð
Við 171 luttakarum verður
føroyski hópurin tann áttandi
størsti á oyggjaleikunum í
Álandi í summar
Tað hevur drigið nakað út,
men sjálvur roknar Tórður
Thomsen við, at hann hevur
avgreitt sína fótbóltsframtíð
innan næstu tvær vikurnar
19