mánadagur 26. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 17 - 26. januar 2009 ]
Stabæk sigur nei til 33 mió
Norska felagið Stabæk hevur sagt nei takk til eitt stórt tilboð frá
turkiska felagnum Trabzonspor. Tilboðið snýr seg um at keypa
spælaran Alanzinho fyri 33 milliónir krónur, men Stabæk vil ikki av
við spælaran fyri ta upphæddina. - Vit rokna við, at Alanzinho kann
menna seg í eitt ár afturat hjá okkum, og tá fara europeisk stórfeløg at
hava áhuga í honum, sigur stjórin í Stabæk, Einar Schultz.
Arnesen ov dýrur at sekkja
Danin Frank Arnesen situr leysur í stólinum sum talentleiðari í enska
felagnum Chelsea. Meðan Mourinho var venjari har, var Arnesen ein
týðandi partur av leiðsluni, men síðani nýggi venjarin Scolari tók við,
er Arnesen mest sum parkeraður í felagnum. Ætlanin sigst hava verið
at sekkja hann, men tað hevði kostað felagnum ov nógv, og tí skal
Arnesen helst halda fram, til sáttmálin gongur út næsta ár.
Stjørnan trumlaði
avstað fyrsta hálva
tíman, og so kundu
tær taka sær av
løttum, tá setningurin
var avgreiddu
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Stjørnan ristist ikki á hond-
unum, tá StÍF kom á vitjan.
Hóast tað mest sum hvørja
ferð er endað við ætlaða
favoritt-sigrinum, tá tær
hava spælt móti StÍF seinnu
árini, so hava strandakvinnur
ofta argað heilt nógv í júst
hesi uppgerðini.
Soleiðis varð tó ongan tíð
sunnudagin. Stjørnan leyp
alt fyri eitt avstað, og longu
eftir góðum korteri var mest
sum allur ivi um dystin
beindur burtur.
Tað bar við sær, at leik-
ferðin í seinna hálvleiki
ongan tíð gjørdist tann heilt
nógva. Stjørnan hevði sum
so longu tryggjað sær sig-
urin, og hóast tær so ruddi-
liga tóku sær av løttum móti
dystarenda, so slapp StÍF
ongan tíð at skapa nakran
sum helst spenning.
Vestmenningar
styrktu um odda
støðuna. Men við
hepnið og eini brots
kastsbjarging í sein
astu sekundunum
eydnaðist at toga
sigurin til høldar
móti StÍF
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Seinastu vikurnar hevur
VÍF leitað sær upp á aldu-
dalin, meðan StÍF hevur dal-
að samsvarandi.
Tí vóru leiklutirnir greið-
ir, tá farið varð á vøllin í
høllini í Vestmanna, men
eftir fyrsta bríkslið var tó
ikki heilt so greitt, hvussu
leiklutirnir vóru.
StÍF hevur ofta argað VÍF
nakað, og tað stóð skjótt
greitt, at tað høvdu gestirnir
góðan hug til hesaferð.
Marian Cirloganescu var í
góða gamla lagnum, og
hóast VÍF royndi at trýsta,
so merktu trý misnýtt brots-
køst fyrsta korterið, at tað
als ikki eydnaðist at skapa
nakra veruliga leiðslu.
Miðskeiðis í seinna hálv-
leiki tóktist tó at bragda hjá
heimaliðnum.
Gestirnir,
sum høvdu fylgt væl við
alla tíðina, mistu takið eina
løtu, og góðar 10 minuttir
fyri dystarlok var ein trý
mála stór leiðsla bygd upp.
Men so gekk galið. Tvær
útvísingar á rað góvu strand-
ingum møguleika at spæla í
yvirtali í fýra minuttir, og
hetta gjørdu teir so ruddiliga
dælt av.
Bara fýra minuttir fyri
dystarlok stóð 22-24 á talv-
uni, og enn einaferð var líkt
til, at VÍF skuldi vera við
undirlutan móti StÍF.
Í mun til so nógvar aðra
ferð, so hevði VÍF tó nakað
eftir at geva av. Teir fingu
næstu trý málini, men ann-
að stigið tóktist vera farið,
tá StÍF fekk brotskast við
bara tveimum sekundum
eftir.
Seinasti tvídysturin stóð
ímillum Alexandur Johan-
sen og Eli Müller, men
hendan dystin vann Eli, og
so kundu heimaáskoðararnir
fegnast um, at tað enn eina
ferð eydnaðist teirra liðið at
vinna tvey stig. Enn er
kósin sett beint móti finalu-
plássinum í FM-kapping-
ini.
Stjørnan-StÍF 31-25 (15-6)
10 min: 4-2
20 min: 9-2
40 min: 19-12
50 min: 26-15
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 6(2), Una Olsen 6, Maria
við Neyst 5, Joan Midjord Djordjevic 3, Dianne Møller 3,
Durita Mikkelsen 2, Edith Hansen 2, Anna Kristina Samson
2, Simona Petersen 2
StÍF: Ninna K. Johansen 7, Rebekka Justinussen 5, Fríðrún
Danielsen 4, Louisa Andreasen 3, Sunfríð Johansen 2,
Annika L. Petersen 1, Bára Berthelsen 1, Mariann L.
Petersen 1, Ásgerð Káradóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 3
Útvísingar: Stjørnan 1, StÍF 2
Dómarar: Hans Thomassen & Birgir Sondum
FAKTA um dystin
VÍF-StÍF 25-24 (12-13):
VÍF á pínubeinkinum
Stjørnan-StÍF 31-25 (15-6):
Avgreitt fyri steðgin
VÍF-StÍF 25-24 (12-13)
10 min: 5-3
20 min: 8-8
40 min: 16-15
50 min: 21-20
Málskjúttar
VÍF: Rúni Joensen 7(3), Sámal Joensen 4,
Bjarti Hansen 4, Niels Andreasen 4, Joen P.
Høgnesen 2, Agnar Joensen 2, Eli Müller 1,
Áki G. Olsen 1
StÍF: Mortan Hansen 6(1), Alexandur
Johansen 5(3), Sveinur Justinussen 4(1),
Bárður Danielsen 3, Cristian Preda 3,
Borgar Danielsen 2, Pauli G. Hansen 1
Brotskøst: VÍF 6, StÍF 8
Útvísingar: VÍF 5, StÍF 4
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA um dystin
Tað eydnaðist heilt bókstaviliga hjá Agnari Joensen og VÍF at toyggja seg fram um Bárð Danielsen og StÍF sunnudagin
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
Vóru
hepnir
Áki Olsen hjá VÍF við-
gongur, at hann og lið-
felagarnir vóru nakað
hepnir, tá tað eydnaðist
at fáa øll stigini til
høldar móti StÍF.
– Teir eru betur fyri
nú, enn teir hava verið,
og eg skal viðganga, at
vit vóru nakað hepnir
móti
endanum.
Vit
vinna seinastu minuttir-
nar 3-0, og teir misnýta
brotskast í evstu løtu,
so ein javnleikur hevði
nokk ikki veri heilt
órættvísur, má eg siga.
Sigurin ber við sær,
at tit eru fýra stig
framman fyri H71 og
Neistan. Er tað ikki um
tað mundið, at tit nú
eru vísir í einum finalu
sessi?
– Slettis ikki. Sum
kappingin hevur verið í
ár, so kunnu øll vinna á
øllum. Enn eru sjey
dystir eftir, og roknar
tú eitt sindur, so skulu
vit helst hava tríggjar-
fýra sigrar, áðrenn vit
kunnu kenna okkum
tryggar. So hjá okkum
ræður um at halda
fokus á okkara uppgáv-
um, sigur Áki Olsen.
-mørk
20