Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 17 - 26. januar 2009 ] Annan toppdystin á rað hevði VB møgu­ leika at skúgva allan iva burtur, men enn einaferð mistu tær takið, tá mest stóð á Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fagnaðurin var øgiligur, tá Tjaldur sunnudagin stað­ festi, at tær enn hava eitt stórt orð at siga, tá FM­ finalistarnir í kvinnuhond­ bólti skulu finnast. Í so máta var talan um eitt slag av sannleikans tíma sunnudagin. Bæði hjá Tjaldri, sum fyri tað nógva hevur haltað nakað aftaná hinum oddaliðunum, men so sanniliga eisini hjá VB, sum eftir at hava ligið ser­ stakliga væl fyri, nú var í vanda fyri at koma undir heilt stórt trýst. Byrjaðu væl Og kanska var trýstið júst tað, sum gjørdi, at VB ikki stóð royndina. Tí hondbóltsliga var VB betra liðið størsta partin av dystinum. Fyrstu løtuna settu nervar annars sín dám á, og liðini bæði kappaðust um at gera býttislig og óneyðug mistøk, men VB fekk fyrst tamarhald á, og eina løtu hóttu tær við púrasta at drepa spenningin í dystinum. Í mun til so nógvar aðrar dystir hjá VB, so var talan tó als ikki um nakra solo­ framførslu frá útlendsku profilunum hjá liðnum. Alina Olaru hevur í fleiri ár útmerkað seg sum kanska besti verjuspælarin í landin­ um, og tað var sera sjáldan, at Daiva ella Aukse veruliga sluppu framat. Hinvegin eydnaðist væl hjá VB at spæla breitt, og tað dugdu Rannvá Johannesen og Svava Vestergaard at gera sær dælt av. Fyrsta stóra broytingin kom tó, tá Tjaldur gjørdi av at seta Guðrun í Lágabø inn í málið. Hon vant seg skjótt upp við nøkrum góðum bjargingum móti barndóms­ felagnum, og so fór Tjaldur av álvara at tátta móti mót­ støðuni. Kódnaðu í trýstinum Og sum so endurtók sama søgan seg eftir steðgin. Hesa ferð vóru tað kanska ikki eins nógv nervarnir, sum gjørdu um seg, men snøgt sagt, so var VB betra liðið fyrsta stóra partin av seinna hálvleiki. Men tað eydnaðist ikki at gera sær dælt, tá tær annars vóru trý mál á odda, og Tjaldur samstundis fekk Alinnu Olaru útvísta. Guðrun í Lágabø helt á fram við sínum stórspæli, og tvær ferðir kom Adela Burcea inn at bjarga brots­ kasti. Samstundis valdi VB at fara út í mansverju av Alinu og Adinu seinasta góða korterið, men hetta var ikki nøkur treytaleys succés. Partvíst gav hetta Anniku Thomsen betri pláss at sveiggja vinstruhondina, og partvíst megnaði Tjaldur sera væl at spæla seg til tríggja­metrakast, og so kundi Adina sveiggja ham­ aran. Og so gjørdist alt so sera febrilskt. Sálarliga megnaði VB ikki at standa ímóti trýstinum, og tá Tjaldur skeyt seg upp á 31­29, mundi rómurin á heima­ áskoðarunum ongan enda tikið. Tað gjørdi ikki mun, at VB minkaði einaferð, tí Adina hevði enn eitt rimm­ arhøgg eftir. Tjaldur tók dystin, og harvið er spenn­ ingurin í deildini varðveittur í nakrar vikur afturat. Áhugaður í Jenas og Drogba Venjarin hjá italska felagnum Inter, Jose Mourinho, sigur seg verða áhugaðan í tveimum spælarum, sum spæla í Onglandi í løtuni. Tað kemur ikki óvart á nakran, at Mourinho sera fegin vil hava fatur á álopsspælaranum Didier Drogba, men nú sigur Mourinho, at hann eisini kundi hugsa sær at sæð Tottanham­miðvallaran Jermaine Jenas spæla við Inter. Frem fekk av at vita Danska 1. Deildarfelagið Frem spældi um vikuskiftið venjingardyst ímóti Brøndby, og stórur munur var á liðunum. Brøndby vann fystin heili 4­0. Bæði Jón Rói Jacobsen og Atli Danielsen spældu við hjá Frem, men hvørgin spældi allan dystin, tí tað var dúgliga skift á liðnum. Frem fyrireikar seg til kappingarbyrjan, sum verður síðst í mars mánaði. Brenna ov nógv Fagnaðurin var sjálvandi stórur hjá heimaliðnum, tá tær høvdu vissað sær stigini móti VB. Eftir dystin fingu vit orð á Anniku Thomsen, sum var ivaleys, tá hon skuldi seta orð á, hví Tjaldur vann dystin. – Vit stríddust og kemp­ aðu alla tíðina. Tað gekk einki at byrja við, men vit trúðu alla tíðina upp á møguleikan. Og vit sóu eisini, at hetta kundi geva úrslit, so tað var bara at koyra á, segði Annika Thomsen. Og nú hava tit fram­ vegis møguleikan at røkka tveimum finalum? – Ja, tað er tað, sum vit alla tíðina hava havt sum mál. So tað var heilt fan­ tastiskt hjá okkum, at vit kláraðu at vinna dystin í dag, sigur Annika Thom­ sen. -mørk Stríddust til tað seinasta Bæði móti Stjørnuni fyri tveimum vikum síðani og nú aftur móti Tjaldri hev­ ur VB havt fín kort á hondini. Í báðum førum eru sigr­ ar og stig tó tveitt burtur í evstu løtu, og hetta er ikki nøktandi, ásannar Egill Steintórsson, venj­ ari hjá VB. ­ Tað virkar, sum megna spælararnir ikki at konsentrera seg seinastu avgerandi løtuna av dyst­ inum. Vit eru á odda við fýra málum, men so byrja vit at brenna. Vit koma fram­ vegis til møguleikarnar, men vit skora bara ikki, sigur Egill Steintórsson. Og tað er væl ikki nak­ að, sum mann hevur ráð til, um mann vil vera millum tey bæði fremstu, tá finalistirnarnir skulu finnast? – Nei. Og tað vísir seg eisini, nú vit hava tapt tveir dystir upp á hendan mátan. Fólk, sum hyggja at hondbólti, vita, at fýra mál er einki, og tí mugu spælararnir vera til reiðar í samfullar 60 minuttir. So tað er kanska fyrst og fremst við mentala partinum, at tú mást arbeiða komandi vikur­ nar? – Ja, tað er so heilt sikk­ urt. Hinvegin hava vit so fyrimun av heimavølli móti Tjaldri í næsta innanhýsis dystinum, men alt er framvegis púr­ asta opið. Stjørnan kann kiksa, og Neistin kann væl vinna á øllum, so har er einki sum helst opið. -mørk Tjaldur-VB 32-30 (15-15) 10 min: 4-6 20 min: 8-10 40 min: 20-22 50 min: 24-25 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 13(1), Annika Thomsen 7, Alina Olaru 7, Jacoba Langgaard 3, Elinbjørg Hammer 1, Sarah Ann. B. Thomsen 1 VB: Svava Vestergaard 7, Rannvá Johannesen 5, Daiva Toumaite 5(3), Aukse Vysnaiskaite 5(1), Gurið Mortensen 5(1), Bára Mortensen 2, Laila Jespersen 1 Brotskøst: Tjaldur 2, VB 7 Útvísingar: Tjaldur 3, VB 3 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen FAKTA um dystin Tjaldur-VB 32-30 (15-15): VB hoyknaði í trýstinum Annika Thomsen og liðfelagarnir úr Tjaldri togaðu sigurin heim móti VB, og enn hongur Tjaldur væl og virðiliga í oddastríðnum savnsmynd 21