Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 17 - 26. januar 2009 ] Kyndil tók aftur stig frá einum av ovaru liðunum, tá teir bardu seg til sigurs móti Neistanum í gjár HONDBÓLTUR Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Kyndil argaði aftur um vikuskiftið. Hóast finaluplássið er langt burturi, hava grønu havnarmenninir tikið fleiri stig frá ovaru liðunum. Soleiðis var aftur í gjár, tá teir vunnu á grannunum úr Neistanum. Stríðsviljin vigaði væl meira enn sjálvt hondbóltsspælið, men tað var nóg mikið at taka týð­ andi stig frá grannunum. Byrjaðu væl Og teir løgdu eisini bragd­ liga fyri. Janus Einar Søren­ sen, Hans Áki Dal­Christ­ iansen, Bárður Johannesen, Høgni Klein og hinir úr Kyndli. Í nærdystunum var eingin slingur í valsinum, har teir góvu alt. Skjótt vunnu teir sær eina leiðslu, men tað var ikki takkað verið flottum og skjótum hondbóltsspæli. Oftast var talan um fightara­mál, har serliga Bárður Johannesen og Janus Einar Sørensen bardu seg gjøgnum verjuna hjá Neistanum við einstak­ lingaavrikum. Onkrar barnasjúkur vóru tó. Bárður Johannesen slapp sær nakrar ferðir við bóltin uttan skil, sum gav Neistanum møguleikan fyri skjótálopum. Neistin rann støðugt aftaná. Munurin var sjáldan størri enn tvey mál, har ein stórsspælandi Áki Mørk – sum varð toppskjútti við níggju málum – helt teimum bláu inni í dystinum. Neista­ menninir sluppu ofta ígjøgn­ um í báðum borðunum, men misnýttu oftast móti málverjunum. Ungi Janus Jacobsen loysti av Lars Black einu løtuna í seinna hálvleiki. Hann stóð seg væl og hevði fleiri týðandi bjarginar í trýstum støðum. Serliga, tá Neistin um miðjan seinna hálvleik vann seg upp á javnleik. Elta møguleikan Kyndil hevur ikki stórvegis møguleika fyri finaluplássi, nú tað eru seks stig upp til annað plássið. Tað er lítið hugsandi, at grønu havnar­ menninir ikki missa fleiri stig í hesum kappingar­ árinum. Men teir tykjast at trívast í leiklutinum, sum tekur stig frá oddaliðunum. Tí kann eingin kenna seg tryggan, tá mótstøðuliðið eitur Kyndil. Neistin er eftir tapið í gjár á triðja plássinum – javnir í stigum við H71. Stóru nøvnini í hópinum tykjast framvegis ikki at samspæla. Komandi viku­ skiftið vitja hoyvíkingar í høllini á Hálsi, og dysturin kann fáa stóra ávirkan á endaliga úrslitið, hvør kemur í finaluna. Kyndil-Neistin 27-23 (13-11): Kyndil argar Kyndil argaði enn eina ferð eitt av ovaru liðunum. Hesa ferð Neistan, sum nú er í vanda fyri at missa finaluplássið savnsmynd Tottenham vil hava Jones Tottenham hevur gjørt tvey stór keyp í januar mánaði, men felagið er eftir øllum at døma ikki liðugt at keypa enn. Eftir at Jermaine Defoe og Wilson Palacio eru komnir til felagið, er Tottenham nú áhugað í stóra og sterka álopsspælaranum Kenwyne Jones, sum spælir fyri Sunderland. Tottenham skal verða sinnað at gjalda 120 milliónir krónur fyri spælaran. Ballack vil leingja Týski stórspælarin Michael Ballack er til reiðar at leingja sín sáttmála við Chelsea. Sáttmálin við Chelsea gongur út í summar, men Ballack ætlar sær at verða verðandi. Eisini leiðslan í Chelsea hevur givið til kennar, at har eru tey áhuga at halda týska spælaranum í felagnum. ­ Eg eri fegin um vera her, og eg rokni við, at vit finna eina loysn, so eg kann halda fram, sigur Michael Ballack. Kyndil-Neistin 27-23 (13-11) 10 min: 5-3 20 min: 9-6 40 min: 19-16 50 min: 20-20 Málskjúttar Kyndil: Janus Einar Sørensen 6, Bárður Johannesen 5(1), Høgni Klein 5(2), Hans Áki Dal-Christiansen 5, Josef Abra- hamsen 3, Tummas Pauli Hanusarson 3 Neistin: Áki Mørk 9(4), Bogi Berg 3, Birgir Poulsen 3, Finnur Hansson 3, David Edvardsen 2, Karl Odmar Rasmussen 1, Tróndur Kragesteen 1, Blagoje Buha 1 Brotskøst: Kyndil 4, Neistin 5 Útvísingar: Kyndil 1, Neistin 2 Diskvalifikatión: Neistin 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA um dystin Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 13 11 - 1 - 1 350 265 85 21 2 VB 13 9 - 0 - 4 359 293 66 18 3 Tjaldur 12 6 - 3 - 3 330 297 33 14 4 Neistin 13 6 - 2 - 4 326 306 20 13 5 StÍF 13 2 - 0 - 11 312 393 -81 4 6 Kyndil 12 0 - 0 - 12 208 331 -123 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 13 10 - 0 - 3 366 342 24 20 2 H71 13 8 - 0 - 5 345 302 43 16 3 Neistin 13 5 - 0 - 5 391 379 12 16 4 StÍF 13 5 - 2 - 6 317 316 1 12 5 Kyndil 13 4 - 2 - 7 320 343 -23 10 6 KÍF 13 2 - 0 - 11 300 357 -57 4