Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 17 - 26. januar 2009 ] Danmark trumfaði á Balkan Makedonia vísti seg ikki at hava neyðugu vápnini at gera av við Kasper Hvidt og hugflogsríka danska hondbólts­ landsliðið Hondbóltur Jákup Mørk Jakup@sosialurin.fo Danska landsliðið í hondbólti hevur undan síðsta dystinum í mill­ umumfarinum fram­ vegis heilt góðan møgu­ leika at spæla seg í hálvfinaluna. Í gjárkvøldið vann Danmark 32­24 stórsig­ ur ímóti Makedonia, sum ikki í nóg stóran mun megnaði at bróta ígjøgnum donsku verj­ una, og hevði meiri enn torført við at fáa bóltin inn um Kasper Hvidt, sum var heilt framúr í danska málinum. Leygarkvøldið vóru danir í 1. hálvleiki heilt við síðuna av sær sjálvum. Men hesa ferð løgdu teir fyri sum eitt ódnarveður. Álops­ spælið var frágera gott, og Danmark var á odda allan 1. hálvleik, men eftir fyrra umfarið var leiðslan bara 13­12. Fyrstu løtuna í 2. hálv­ leiki spruttaði Make­ donia, og eina ferð var liðið av Balkan – til stóra fragd fyri nógvu áskoðararnar – á odda. Danir vístu seg tó at hava størri breidd og tyngd, og sum 2. hálv­ leikur leið, hvarv spenn­ ingurin sum døggin fyri Balkan sólini. – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Við tveimum sigrum í millumumfarinum, hava norðmenn enn møguleika at røkka hálvfinaluni Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Leygardagin vunnu norð­ menn 29­27 á Makedonia í HM­millumbólki 2. Og ígjár vann Noreg ein drama­ tiskan dyst ímóti Týsklandi við úrslitinum 25­24. Håvard Tvedten og Kristian Kjelling skutu 7 mál í part, og vóru teir saman við málverjanum, Steinar Ege høvuðsmennirnir aftanfyri norska sigurin. Týski stór­ spælarin, Christian Schöne fór út skaddur á børu, og er tað eitt stórt minus í bókini hjá Týsklandi. Ein óður venjari Týski venjarin, Heiner Brand var dansandi óður inn á dómarnar. Tá 11 sekund vóru eftir, og týsk­ arnir høvdu ein møguleika at javna til 25­25, bríkslaðu dómarnir tvær ferðir, tí týsk­ arnir ikki stóðu á røttum staði, tá teir fóru í álop. Hetta gav norðmonnum ein greiðan fyrimun meinti Heiner Brand, sum fór nevandi inn á vøllin, men tíbetur fór týski venjarin ikki longur, enn til ímynd­ irnar. Heiner Brand ákærdi eisini norska spælaran, Frank Løke at verða ósportsligan, og at gera sítt til at fáa týskar spælarar útvístar í 2 minuttir. Norðurlendskar vónir Báðir sigrarnir hava tendrað ljósið fyri Noreg aftur, sum tyktist slókt, aftaná tapini ímóti Danmark og Serbia. Danmark hevur 6 stig, Týskland 5 stig, Pólland 4 stig, og Noreg hevur 4 stig. Vinnur Noreg á Póllandi týsdagin, og fær Danmark stig ímóti Týsklandi, so skulu bæði Danmark og Noreg spæla hálvfinalu fríggjadagin. Tað hevði verið vorðið sum! Mótstøðu­ liðini í hálvfinaluni verða øgilig. Frakland og Kroatia hava bæði 8 stig í hinum HM­millumbólkinum, og tey eru ein klassa omanfyri hini liðini í bólkinum. Claus brast saman við Bowyer Blackpool vann leygardagin dyst í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Blackpool spældi á heimavølli ímóti Birmingham og vann 2­0. Bæði málini hjá Blackpool vórðu skotin í fyrra hálvleiki. Fyrrverandi føroyski landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen spældi við í dysti­ num, men eitt korter fyri leiklok fekk hann reyða kortið. Útvísingin kom eftir ein samanbrest við Lee Bowyer, har Claus hevndi seg. Buffon til sølu Gianluigi Buffon telist millum bestu málmenn í heiminum, og hann er til sølu, um boðið er nóg stórt. Tað sigur í øllum førum Buffon sjálvur. ­ Eg eri ein fótbóltsspælari, og eg veit, at fótbólts­ feløg eru forrætningar, so um eitt felag bjóðaði eina stóra upphædd fyri meg, so hevði eg verði seldur, sigur Buffon við italskar miðlar. Noreg hevur reist seg úr øskuni Norsku hondbóltsharrarnir hava enn vónina um eitt pláss í hálvfinaluni í HM-kappingini í hondbólti Mynd: Polfoto HM-støðurnar Bólkur 1 d v j t mál +/- 1 Frakland 4 4 0 0 120-90 30 2 Kroatia 4 4 0 0 115-98 17 3 Ungarn 4 1 1 2 99-108 -9 4 Slovakia 4 1 1 2 97-110 -13 5 Svøríki 4 1 0 3 108-114 -6 6 Suðurkorea 4 0 0 4 92-111 -19 Bólkur 2 1 Danmark 4 3 0 1 129-120 9 2 Týskland 4 2 1 1 122-106 16 3 Pólland 4 2 0 2 119-111 8 4 Noreg 4 2 0 2 108-110 -2 5 Serbia 4 1 1 2 121-133 -12 6 Makedonia 4 1 0 3 104-123 -19