Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 17 - 26. januar 2009 ] Newcastle vil hava McManus Enska felagið Newcastle er sinnað at keypa liðformannin hjá skotska felagnum Celtic. Tað skrivar Sunday Mail. Blaðið vil verða við, at Newcastle í løtuni samráðist við Celtic um at keypa Stephen McManus. Roknað verður við, at McManus fer at kosta umelið 35 milliónir krónur at keypa leysan úr Celtic. Hoffenheim lúrir í FCK Týska toppliðið Hoffenheim er áhugað í spælara hjá danska felagnum FC Keypmannahavn, nú toppskjúttin hjá liðnum er skaddur. BT skrivar, at Hoffenheim, sum leitar eftir álopsspælara, hevur vent eyguni ímóti Cesar Santin, sum spælir fyri FCK. Umboðsmaðurin hjá Santin vil ikki gera viðmerkingar til søguna. Steypavinnararnir úr Portsmouth máttu pent takka fyri seg í ensku steypakappingini um vikuskiftið, eftir at hava tapt á heimavølli ímóti Swansea, sum við sigrinum minnist aftur á stór­ tíð felagsins fyri stív­ ligari fjórðingsøld síðani Fótbóltur Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Einki umfar í ensku steypa­ kappingini FA Cup uttan okkurt óvæntað úrslit. Hesa­ ferð stóð Swansea fyri størsta yvirraskilsinum, tá teir sendu Premier League felagið og sitandi steypa­ vinnararnar Portsmouth úr søguríku og høgt mettu steypakappingini. Stjørnur sum David James, Sol Campbell, Peter Crouch og Jermaine Pen­ nant megnaðu ikki at knógva Nathan Dyer, Jason Scotland og liðfeløgum teirra, so úrslitið gjørdist, at Portsmouth á heimavøllin­ um Fratton Park mátti lúta við tveimum málum. Toppaðu fyri fjórðingsøld síðani Sigurin hjá Swansea á Ports­ mouth er millum teirra søt­ astu seinastu fjórðingsøldina ella so, tá felagið hevði sína stórtíð. Kappingarárið 1981­1982 var tað fyrsta nakrantíð hjá Swansea í bestu ensku fótbóltsdeildini. Men hóast debutantar so gekk tað sum eftir ánni hjá Swansea. Stóran part av kappingarárinum lógu teir fremstir, og nógv bendi á, at teir sum uppflytarar skuldu vinna bestu ensku fótbóltsdeildina. So væl hepnaðist tað tó ikki. Swan­ sea endaði á sætta plássi, sum kortini er besta plaser­ ingin, Swansea nakrantíð hevur fingið. Hetta sama ár vann felagið eisini Welsh Cup og tað sama gjørdu teir bæði árið fyri og árið eftir. Men so var heldur ikki meiri at koma eftir hjá Swansea. Eftir framúrskar­ andi fyrsta árið í bestu ensku fótbóltsdeildini, flutti felagið árið eftir niður í næstbestu deildina. Hetta var í kappingarárinum 1982­1983. Árið eftir tað flutti Swansea uppaftur eina deild longur niður, so frá at vera besta boðið upp á ein enskan fótbóltsmeistara í 1982, var felagið tvey ár seinni í triðbestu ensku fótbóltsdeildini. Steðgurin har var einans eitt ár, tí í kappingarárinum 1985­1986 flutti Swansea niður í fjórðu bestu ensku fótbóltsdeildina. Úrslitini síðani hava eisini verið ógvuliga sving­ andi, men seinnu árini hevur tað gingið framá aftur hjá Swansea, sum nú aftur er at finna í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Kappingarárið, sum nú er í gongd, er tað fyrsta árið hjá Swansea í næstbestu ensku deildini síðani 1984. Og hóast felagið er uppflytari í ár, so liggur Swansea í løt­ uni á níggjunda plássi í The Championship, og hevur við sigrinum á Portsmouth spælt seg í fimta umfar í FA Cup. So væl fyri hevur felagið ikki verið síðani tað var undir leiðslu av waliska John Toshack, sum í løtuni er venjari hjá walisiska landsliðnum, men sum helst eisini minnast frá tíðini, tá hann vandi Real Madrid. 38 ára gamal helt málið reint Men tað var ikki einans Swansea, sum tók bretska fótbóltsheimin á bóli. Don­ caster megnaði nevniliga at fáa málleysan javnleik ímóti Aston Villa. Sostatt megnaðu menn sum Agbon­ lahor og Petrov ikki tað, ið Hans Fróði Hansen megnaði í 1999. Nevniliga at fáa mál­ um ímóti Neil Sullivan. Tað fekk Hans Fróði Hansen í 1­1 javnleikinum á Svanga­ skarði tíðliga í juni í 1999, tá tann tá 29 ára gamli Wimbledon málverjin vardi skotska málið. Toppurin gjørdi sum hann plagdi Í FA Cup annars gjørdi toppurin í Premier League sum hann hevur gjørt sein­ astu tíðina. Manchester Uni­ ted vann 2­1 á Tottenham. Tottenham legði seg á fram­ um við stútara frá Pavlu­ chenko, men Scholes og Berbatov syrgdu fyri, at Manchester United fer trygt víðari í kappingini. Hinvegin gjørdu bæði Arsenal og Liverpool lívið hjá sær óneyðuga trupult. Arsenal spældi málleysan javnleik ímóti Cardiff, með­ an Liverpool og Everton spældu 1­1. Í hesum seinna dystinum kom Everton á odda, tá Joleon Lescott skor­ aði stutt fyri steðgin, men Steven Gerrard javnaði, tá seinni hálvleikur bara var nakrar minuttir gamal. Javnleikirnir merkja, at neyðugt er við umdysti, og hesir verða spældir 4. februar, sum er mikudagin í næstu viku. Fimta umfar verður spælt 14. februar. Úrslitini í FA Cup Derby­Nottingham Forest 1­1 Hartlepool­West Ham 0­2 Hull­Millwall 2­0 Sunderland­Blackburn 0­0 Sheffield U­Charlton 2­1 Portsmouth­Swansea 0­2 Doncaster­Aston Villa 0­0 WBA­Burnley 2­2 Torquay­Coventry 0­1 Kettering­Fulham 2­4 Watford­Crystal P 4­3 Wolves­Middlesbrough 1­2 Chelsea­Ipswich 3­1 Manchester United­Tottenham 2­1 Arsenal ­ Cardiff 0­0 Liverpool – Everton 1­1 Mætir meistarar fullu fyri vánaligum walisum Kappingarárið, sum nú er í gongd, er tað fyrsta árið hjá Swansea í næstbestu ensku deildini síðani 1984, og nú felagið komið víðari til 5. umfar í FA Cup Mynd: Polfoto