mánadagur 26. januar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 17 - 26. januar 2009
tíðindi 25
Sosialurin var
vertur fyri einum
rimmar Afterparty
í Miðlahúsinum
og á Reinsarínum
við góðum mati,
undirhaldi, tónleiki
og spennandi
drykkjum. Fleiri
myndir verða
at finna sum
myndarøð á
Portalinum
Ársins leiðarar 2009
Frá tí almenna: Hjalti í Jákupsstovu, stjóri
Fiskirannsóknarstovan
Frá tí privata: Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost
Í dómsnevndini sótu Marita Rasmussen, stjóri í
Vinnuhúsinum, Reidar Nónfjall, stjóri á Føroya
Handilsskúla og Mary í Garði, stjóri á Nærverkinum.
Í grundgevingini fyri at kjósa Regin Jacobsen til ársins
leiðara í privata vinnulívinum varð sagt, at Regin Jacobsen
er framskygdur og hevur gjørt frambrot við vørumenning.
Hann hevur gingið á odda í alivinnuni og víst áræði og dirvi,
hann hevur skapt góð vinnulig úrslit og hevur varðveitt eitt
stórt arbeiðspláss.
Í grundgevingini fyri at velja Hjalta í Jákupsstovu heiðurin
at vera ársins leiðari hjá tí almenna í 2009 varð sagt, hann er
framskygdur við áhaldandi at lýsa týdningin av gransking og
menning, herundir røkt av okkara rávørutilfeingi. Men hann
er eisini sjónligur í almenna rúminum og hóast mótgang og
ofta stórar atfinningar, hevur hann varðveitt og ment sítt
arbeiðspláss.
Tær báðar Synergi-damurnar, sum stóðu fyri Ársins
Leiðaradegi: Ása og Annika Andreasen við blómutyssum
til ársins leiðarar.
Í Sosialinum í morgin verður meira at lesa um ársins
leiðaradag og um ársins leiðarar
Hendrik Egholm, stjóri í Føroya Shell
og Jón Danielsen, stjóri í Articon
Ólavur Gregersen, stjóri í Bitland og
Marner Jacobsen, stjóri í Eik
mingl ... mingl …
Smoothies-steðgur
Tað er lætt at yvirliva í
góðum tíðum. Men í verri
tíðum er fortreytin ein
sterk leiðsla, sum dugir at
optimera á øllum økjum.
Christian Nagata, ársins leiðari 2008