Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2001síða 14

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 182 - 21. september 2001 27 Árni Rein er á ongan hátt bangin um, at B36 í ár fer at missa FM-heitið á gólvið. Tað hevur hann ann- ars fleiri ferðir verið vitnið til sjálvur, tí hóast teir ofta vóru nær við, so eydnaðist ongan tíð B36 at basa ’66 liðnum hjá KÍ. Millum annað tí teir í ’68 taptu ein serstak- an dyst móti HB GRANNAUPPGERÐ Jákup Mørk Í tíðarskeiðinum 1965- 1971 taldist Árni Rein mill- um stinnastu spælararnar á besta B36 liðnum, sum tey árini taldust millum tey sterkastu í landinum, hóast tað ongan tíð gjørdist talan um nakað FM-heitið. Tá í tíðini vóru ikki so øgiliga nógvir dystir á skránni, men millum teirra, sum taldust millum teir stóru, vóru dystirnir móti grannunum úr HB. Nú seinna grannauppgerðin í ár stendur fyri framman, ringdu vit til Árna, og eins og vinmaðurin á síðuni hinumegin, so var Árni fús- ur til eitt lítið prát um hetta. Fleiri ferðir nær við Á síðuni frammanfyri nevnir Eirikur, at tá hann spældi, so var tað aloftast HB, sum hevði takið á grannunum, men Árni er skjótur at siga, at undan hesum var støðan øvugt. - HB var meistari frá 1963-1965, meðan vit í ’65 vunnu Ísafjarðabikarið. Ein dystur, sum HB annars átti at vunnið, sigur hann smíl- andi. - Vit vóru annars nær við hesi árini. Ikki minst í 1965. Tað var ta ferðina, at leikararnir stóðu á pallinum í Sjónleikarahúsinum og sungu »í ár verða vit før- oyameistarar«. Eg var akkurát komin á fyrsta lið, og minnist at eg saman við Hugini Samuelsen stóð undir trappuni. Vit vóru teir yngstu á liðnum, og vit ætl- aðu okkum so ikki upp á pallin. - Í ’67 voru vit nær við, men taptu óneyðugt í Vági, og í 1968 var so at siga alt klárt. Vit høvdu VB og TB á heimavølli teir báðar seinastu dystirnar, og vit skuldu bara hava tvey stig fyri at gerast meistarar. Eg haldi vit høvdu vunnið vunnið 5-0 í Vági og 7-0 á Tvøroyri. Vit taptu so móti VB og spældu javnt móti TB, og tveittu soleiðis alt burtur, meðan KÍ gjørdist meistari. - Tað er tó eisini ein frá- greiðing til, hví tað gekk so illa teir báðar seinastu dyst- irnar. Vit høvdu verið í Noreg og spælt, og tá fleiri leikarar ikki høvdu borið seg serliga sømiligt at, vórðu hesir avsettir til sein- astu dystirnar. Vit vóru nakrir ungir á liðnum, sum ikki vildu spæla, um hinir vóru við, og soleiðis bleiv tað. Vit komu eisini í steypafinaluna við øllum eykamonnunum tað árið, men kiksaðu so móti HB. Hóast tað soleiðis kann tykjast, sum um fótbólturin ikki altíð varð tikin í so stórum álvara, so er Árni tó ikki samdur í hesum. - Tá talan var um venjing og dystir, vóru allir sera seriøsir, men livimátin var kanska ikki altíð hin rætti. Eg minnist millum annað, at hóast kappingin ikki byrjaði fyrr enn í mei, so byrjaðu vit at renna í febrar, so vit vóru sera væl fyri. Kanska eisini tí flestu leik- ararnir høvdu kropsligt arb- eiði í gerandisdegnum, og tí høvdu sera lætt við at koma í venjing. - Annars var nokk so stutt- ligt, at eingin roykti á liðnum hjá okkum. Í øllum førum ikki nakað av týdningi, so hesum høvdu vit ikki trupulleikar av, meðan tað væl kundi vera øðrvísi við tí váta slagnum. Tá tað var á skránni, gingu vit tó allir við sigar, so fólk vistu í øllum førum, nær vit vóru í býnum, sigur hann flennandi. Vóru klókari Tá vit tosa um spælið tá og nú, so heldur Árni sjálv- sagt, at stórur munur er á fótbóltinum tá og nú. - Tað veitst tú. Tað er so nógv, sum er broytt. Bæði vøllur, venjing og umstøður annars vóru heilt øðrvísi, men tað er ikki alt, sum er broytt til hitt betra. - Eg haldi sjálvur, at vit tá høvdu fleiri klókar leikarar. Leikarar, sum veruliga nýtti høvdið, meðan teir spældu. Í dag er tað ofta soleiðis, at leikararnir spæla við høvdi- num undir arminum, tí teir bert hugsa um ferð, og tað kann irritera meg, tá so er. - Annars haldi eg eisini, at samanhaldið millum leikararnar var ótrúliga gott tá í tíðini. Millum fleiri av mínum bestu vinmonnum eru leikarar, sum tá spældu við HB. Vit vóru altíð sam- an, og hóast eg altíð havi verið B36’ari, so var eg í Danmark við dreingjalið- num hjá HB í ’66. Vit vóru nakrir úr B36, og saman við øllum teknikarunum á HB- liðnum vunnu vit allar dyst- irnar. Eisini móti Svend- borg, sum annars kom í DM-finaluna tað árið. Tá minnist eg eisini, at Eirikur var eykamaður, leggur hann flennandi afturat. - Áskoðararnir eru hin- vegin akkurát teir somu nú, sum teir vóru tá. Har eru teljast nakrrir fanatikarar ímillum, men millum spæl- ararnar haldi eg ongantíð, at nakar trupulleiki hevur verið. Umdystur í ‘68 Um dystirnar móti grann- unum heldur Árni, at hesir altíð vóru sera spennandi. Talan var bert um átta landskappingardystir og so tveir til tríggjar steypadyst- ir um árið, og teir móti grannunum taldust altíð millum teir størstu av hes- um. Spurdur, um tað er nakar av hesum, sum hann minn- ist serliga væl, svarar Árni, at hann minnist teir allar. - Eg varð ikki fastur mað- ur á besta liðnum fyrr enn í 1967, tá Walter Pfeiffer gjørdist venjari. Hann var annars fyrsti professionelli venjarin í Føroyum, og kanska hevur hann eisini verið hin besti. - Tað árið vunnu vit 3-0 í fyrsta dystinum móti HB, og eg minnist at Walter var somikið glaður, at hann segði við okkum, at í hetta kvøldið sluppu vit í býin. Nakað sum vit annars høvdu avtalað var liðugt, meðan kappingin vardi. - HB hevði annars eitt ættarliðsskifti um hetta mundi. Fleiri ungir leikarar komu við, og serliga var stórur munur millum kropsliga, so eg haldi, at vit høvdu takið á teimum í eini fimm til seks ár. Eg minnist tó, at vit taptu ein umdyst móti teimum í ’68. - Hóast mann sjálvandi altíð minnist sigrarnar best, og so var hesin umdysturin nakað heilt serligt. Tað var soleiðis, at í upprunaliga dystinum millum HB og B36 var dómarin sjálvur liðformaðurin hjá KÍ, Mag- nus Kjelnes, og sjálvandi passaði tað honum væl, um HB vann dystin. - Tað var ein sera løgin dystur. Eg minnist millum annað, at ein eykamaður hjá HB, sum æt Johan Niel- sen, varð skiftir inn, men eftir fimm minuttir varð hann borin av vøllinum. Eg haldi at HB endaði dystin við átta monnum, so tað gekk hart fyri seg. - Dysturin var annars sera spennandi. Í hálvleikinum stóð á jøvnum, 1-1, men í seinna hálvleiki fekk HB so enn eitt mál. Hetta kom, eftir at linjuverjin hevði veittrað fyri rangstøðu. Mest sum til stuttleikar trillaði John Eysturoy bólt- in í málið, og tá bólturin var í málinum, peikaði Magnus Kjelnes á miðjuna, og so kom øði í menninar. - Alt endaði so við, at umdystur skuldi spælast, men HB vann so eisini hendan dystin 2-1. Vit vinna 3-1 Hóast bólturin mátti leggj- ast á hillina orsaka einum skaða longu í ’71, so hevur Árni á ongan hátt lagt alsk- in til B36 til viks. Hann er nevndarlimur í felagnum, og hevur alla tíð- ina fylgt væl við liðnum. Ikki minst hetta kappingar- árið, sum tykist gera eitt hitt besta hjá felagnum nakrantíð.’ Gullið er bert tvinni stig burtur, og spurdur, um hann roknar vuð, at hesi koma sunnudagin, sigur Árni, at tað er hann vísur í, og um tey ikki koma nú, so koma tey komandi sunnudag - Eg havi faktist ongan tíð verið bangin fyri dyst- unum móti HB. Sjálvandi kunnu teir tapa, men hin- vegin var eg nógv meira bangin um dystin, sum lið- ið spældi vesturi í Vágu- num, tí har hevur B36 altíð havt trupulleikar. - Eisini haldi eg, at B36 í ár hevur havt besta liðið, og tó at trupulleikar hava verið í fleiri dystum, so ivist eg ikki í, at vit gerast meistar- ar, heldur hann. Áðrenn vit enda prátið, so spyrja vit eisini Árna, hvat hann heldur, úrslitið fer at verða sunnudagin, og hesum er hann ikki bangin fyri at svara. - Eg veit væl, at summum ikki dámar at gita um úrslit. Kanska eru tey bangin fyri at gita skeivt, men tað leggi eg einki í. Eg gitt, at B36 fer at vinna 3-1. Roknar við gullinum Eg var akkurát komin á fyrsta lið, og minnist at eg saman við Hugini Samuelsen stóð undir trappuni, sigur Árni millum annað um 1965, tá B36 var heilt nær gullinum Mynd: Álvur Haraldsen 27 26 Nr. 182 - 21. september 2001 Eirikur Rasmussen er HB’ari um ein háls, og uttan at meina nakað ilt við tí, so vónar hann, at HB sunnudagin fer at siga takk fyri síðst, tá teir hava møguleikan at oyðileggja gull- veitsluna hjá B36 GRANNAUPPGERÐ Jakup Mørk Hóast hann ikki hevur verið aktivur á besta HB-liðnum í nógv ár, so er helst eingin við tilknýti til HB, sum iv- ast í, hvør Eirikur Rasmus- sen er. Í starvinum sum bil- førari er tað ofta fótbóltur- in, sum verður havdur á munni, tá fólk skulu koyr- ast her ella har, og hóast kærleikin til HB – og Liver- pool - er sjónligur, so er tað á ongan hátt soleiðis, at tað ikki er loyvt at tosa um nakað annað lið. Mistu FM í ‘72 Tá vit so ringdu til Eirik mikukvøldið, og søgdu honum frá ørindum okkara, var heldur einki til hindurs fyri, at hann kundi geva sær stundir til eitt prát um frammanfyristandandi grannauppgerðina. Tá vit leita aftur til tíðina, tá Eirikur taldist millum hetjurnar á besta HB-lið- num (1970-1979), so var tað kanska ikki soleiðis, at dystirnir móti B36 vóru nakað serligt í mun til aðrar dystir. - Nei. Tað haldi eg ikki, at mann kann siga. Tá vóru tað serstakliga dystirnir móti KÍ og TB, sum vóru teir stóru. Dystirnir móti B36 gjørdist ikki heilt stórir fyrr enn seinni, men hetta eg má tó viðganga, at eg havi verið úti fyri einum lorta-dysti móti B36. - Vit taptu FM-upp á tann dystin, og tað var í 1972. Vit førdu 2-0, men dysturin endaði 2-2. Bjarni Hansen og Jógvan Martin Mørk skoraðu málini hjá B36, og eg pástandi framvegis, at tað Jógvan Martini varð skorað við hondini, sigur Eirikur, sum hóast alt dugir at flenna at hesum. - Tað var nokk ikki fyrr enn miðskeiðis í 80’unum, at tað kom nakað stórt yvir hesar dystirnar. Tá vit fóru at kalla tað slagið um Havnina. Í 60’unum hava dystirnir tó helst eisini ver- ið nakað serligt, men kanska ikki heilt á sama hátt. Nógvar broytingar Sum fyrrverandi spælari, og nú sum íðin áskoðari, so er tað sjálvsagt, at Eirikur hevur lagt til merkis tær broytingar, sum eru hendar við fótbóltsspælinum, síð- ani hann sjálvur taldist millum teir aktivu. - Tað er kanska eitt sindur ringt at siga, hvussu nógv er broytt. Eg eri fullvísur í, at tað eisini vóru hópur av góðum teknikarum tá. Tú skalt hugsa um, at vallirnir ofta vóru sera ringir, men kortini haldi eg, at talan var um sera góðan fótbólt. - Hinvegin er einki at iv- ast í, at ferðin á spælinum er í minsta lagi tann dupulta í dag, men tað torført at peika á, akkurát hvat er broytt í aðrar mátar. Eitt annað, sum eisini er broytt, er tann sonevndi fel- agsandin. Tað at hoyra til eitt felag, og eisini tað at koma hvørjum øðrum við. - Lat meg siga alt fyri eitt, at vit høvdu altíð eitt sera gott forhold til eitt nú B36’ararnar. Vit vóru nógv saman, og tað fall ongan tíð eitt øvugt orð millum leik- ararnar. Eg trúgvi eisini, at spælararnir á liðunum báð- um hava tað fint sína mill- um í dag, men hinvegin eru kanska onnur, sum ikki orka fyri grannunum. Ofta eru hesi tey, sum ongan tíð hava spælt fótbólt, og tað kann irritera meg eitt sind- ur við hvørt. Tá vit so tosa um tað at vera HB’ari, er Eirikur skjótur at siga, at tað til tíð- ir er í fínasta lagi at vera fanatiskur viðhaldsmaður. - Tá tú hyggur at dysti- num, so er skalt tú vera fanatiskur, og bert hugsa um títt lið, men eftir dystin skalt tú hinvegin duga at vera erligur, sjálvt um tað onkuntíð er eitt sindur tru- pult. Sjálvandi kann mann vera eitt sindur beiskur, um liðið hevur havt alt spælið, men kortini tapt, men so- leiðis er fótbóltur eisini, og tað eiga vit at góðtaka. Vilja hevna seg Omanfyri nevndi Eirikur tapið ímóti B36 1972 sum nakað heilt serligt, og fyri at koma inn aftur á slagið um Havnina, spyrja vit eis- ini, um tað er nakar annar dystur móti grannunum, sum hevur fest seg serliga væl í minnið. - Hasin í ’72 er í øllum førum tann, sum eg havi ringast við at gloyma. Onk- untíð fái eg ikki sovið, sum eg iðri meg um tað, sigur hann flennandi. - Nei, tvætl. Tað eru tveir aðrir dystir, sum eg minnist serstakliga væl. Tá vit vunu í 1971 og gjørdust føroya- meistarar, og so kann eg ikki lata vera við at nevna dystin móti KÍ í 1972. Hann endaði 1-1 eftir at vit førdu 1-0 og høvdu alt spælið. Tá vóru málini gjørd upp sum mál-kvo- tientur. Altso lutfallið ímill- um vunnin og tapt mál. Vit høvdu skotið nógv fleiri mál enn KÍ, men teir høvdu tapt so fá, og tí gjørdust teir meistarar, men høvdu vit bara vunnið tann dystin móti B36, so… Á ein hátt kann støðan hjá HB í 1972 sammetast við tað hjá liðnum í fjør, har tað sum so var javnleik- urin móti B36, sum kostaði gullið. Í ár er støðan kanska hin øvugta. B36 liggur væl fyri, men við einum sigri kunnu teir reyðu og svørtu hevna seg fyri árið í fjør, og Eirikur dylur heldur ikki fyri, at hann vónar, at tað er júst hetta, sum hann vónar fer at henda. - Uttan at meina tað óreint, so er tað soleiðis, at mann vil hevna seg. Tað havi eg eisini skilt á leik- arunum, at teir ætla sær at gera. Hyggur tú at liðunum, so er einki at ivast í, at B36 hevur betra liðið í ár, men eg má samstundis nevna, at HB hevur verið sera óhepp- ið í ár. - Umframt at teir hava eitt gott lið, so hevur B36 eisini í ár havt tað hepnið, sum skal til fyri at standa seg í oddinum. Uttan at hava sæð dystirnar, so havi eg hoyrt, at teir bæði í Klaksvík og vesturi í Vág- unum vóru sera hepnir at fáa trý stig, men tað er júst tað, sum eyðkennir eitt gott lið. Eitt gott lið vinnur eis- ini, tá spælið ikki koyrir. Tað nyttar einki at spæla væl og tapa. B36 hevur í ár sýnt gott spæl og vunnið, og nú tá spælið ikki hevur koyrt so væl, hava teir allíkavæl vunnið, og tá hev- ur tú eitt gott lið. Soleiðis er tað bara, og tað sært tú eisini, um tú hyggur at stóru liðunum aðra satðni í heiminum. Gunnar verður munurin Áðrenn vit enda hetta prát- ið, spyrja vit sjálvandi eis- ini Eirik, um vit kunnu fáa hann at gita um úrslitið. Eftir at hugsa eina løtu, og kanska eisini smílst eitt sindur, kemur hann kortini við einum avgjørdum boði. - Nú hav a tey gjørt so nógv gjøldur burtur úr teimum gomlu hjá HB. Fólk hava argandi spurt meg, um eg ikki skal spæla við aftur, so eg tippi tað, at Gunnar Mohr avger dystin, sigur Eirikur Rasmussen at enda. Vilja hevna okkum Eirikur Rasmussen hevur altíð verið HB’ari um ein háls, og hann viðgongur uttan at himprast, at hann er fanatiskur viðhaldsmaður, tá dystirnir verða leiktir Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 26