Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 21. september 2001síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr.182 • fríggjadagur • 21.september 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo Nógir føroyskir venjarar við góðari útbúgving hava einki felag í bestu deildini at venja VENJARAR Jóannes Hansen Hvør verður venjari kom- andi ár. Hetta er ein spurn- ingur, sum tað í fótbólts- umhvørvum kring alt land- ið verður tosað um. Fleiri møguleikar verða nevndir í fleiri feløgum, og so er spurningurin, hvussu ka- balin fer at ganga upp. Týsdagin vitstu vit at siga, at VB hevði gjørt sátt- mála við ein nýggjan jugoslaviskan venjara, og at hjálparvenjarin hjá Allani Simonsen og høvuðsung- dómsvenjarin hjá Fótbólts- sambandinum, Jógvan Martin Olsen, komandi ár skal standa á odda fyri besta liðnum hjá NSÍ. Undanfarin ár hevur fleiri ferðir ljóðað, at hann hevur verið ein møguleiki sum venjari í Klaksvík, men tað verður hann so ikki komandi ár. Framhald Tað er greitt, at Johan Nielsen fer at halda fram sum venjari hjá GÍ. Piotr Krakowski, sum í fleiri ár hevur verið venjari hjá feløgum, sum hava stríðst fyri at sleppa undan niður- flyting og sum eru flutt niður, er saman við B36 á veg ímóti meistaraheitin- um. Í fjør var hann hjálp- arvenjari hjá B36, men tá svenski venjarin stakk í sekkin, fekk Piotr ábyrgd- ina. Tað ljóðaði í vetur, at B36 arbeiddi við onkrum øðrum møguleikum, men tað spurdist einki burturúr, og so helt Piotr Krakowski fram. Tað eru bæði tey í B36 og venjarin fegin um. Teir hava møguleikan fyri fyrstu ferð nakrantíð av vinna bæði steypakapping- ina og FM heitið. Steypa- sigurin varð vunnin ólav- søkudag, og tað er stórur møguleiki fyri, at meistara- heitið verður vunnið nú sunnudagin. Piotr er væl lýddur millum spælararnar og í B36 leiðsluni. Góðu úrslitini hava styrkt um hansara støðu í føroyskum fótbólti, og tí er eingin ivi um, at B36 og Piotr Krakowski eisini komandi ár fara at samstarva. Ion upp á tal í Klaksvík Í síðstu viku skifti HB tvær ferðir venjara. Fyrst segði Ion Geolgau upp, og so varð hann settur aftur í starvið, tí spælararnir so inniliga vildu hava hann aftur, var almenna fráboð- anin. Ion hevur sáttmála við HB til og við 2003, men vit skilja á lagnum, at millum fleiri, sum standa HB leiðsluni sera nær, er góður hugur at skifta venjara. Eftir at hann bæði hevur lagt frá sær og er settur aftur, og eftir vánaligu gongdina í ár, er støðan hjá venjaranum í HB ikki tann, sum hon hevur verið. Tað eigur ikki at vera serliga hugaligt hjá honum at fara undir fyrireikingarnar til eitt nýtt kappingarár, og tí er væl skiljandi, um Ion einki hevði havt ímóti at skifta felag. Í Klaksvík er tvey ára sáttmálaskeiðið hjá Tomis- lav Sivic og KÍ liðugt. Stóru fíggjarligu stuðlarnir hjá KÍ verða kunnaðir, áðrenn avgerðin verður tikin um, hvør komandi ár skal standa á odda fyri KÍ. Vit skilja á lagnum, at nú er avgerð tikin um, at felagið skal hava nýggjan venjara. Stuðlarnir eru kunnaðir um, hvørjum loysnum tað verður arbeitt við. Sambært tí, sum vit hava frætt, hava trý nøvn verið nevnd. Eitt teirra er HB venjarin, Ion Geolgau. Vit hava skilt, at klaksvíkingar eru ikki so lítið áhugaðir at fáa HB venjaran norður, og – sum omanfyri nevnt – so hevði tað neyvan verið so trupult at fingið HB og Ion Geolgau við upp á hug- skotið. Um hetta verður loysnin, so er tað ikki fyrsta ferðin, at ein fyrrverandi HB venj- ari verður venjari hjá KÍ. Í níti árunum var fyrst Sverri Jacobsen venjari í Klaks- vík, eftir at hann hevði vant HB, og so kom Jóannes Jakobsen úr HB og til Klaksvíkar at vera venjari. Hini bæði nøvnini, sum eru nevnd í Klaksvík, eru væl kend í KÍ. Talan er um Oddbjørn Joensen, sum í áttati árunum var á KÍ miðvøllinum og sum seinni spældi við HB. Oddbjørn var seinnapartin av 1997 venjari hjá HB. Framman- undan hevði hann verið hjálparvenjari í B68 og HB og venjari í Leirvík. Tey seinastu árini hevur Odd- bjørn verið venjari hjá AB. Triðja navnið, sum hevur verið upp á tal í Klaksvík, er Kurt Mørkøre. Hjá hon- um er tað næstan, sum tað var hjá Morten Olsen og danska landsliðnum. Tað tykist ikki vera ein spurn- ingur, um hann skal vera venjari hjá KÍ, men heldur nær hann skal verða venjari. Kurt hevur eisini komandi ár sáttmála við Sogndal, men tað verður neyvan nakar trupulleiki hjá KÍ at keypa hann leysan. Kanska verður Kurt ikki venjari hesa ferð í barndómsfelagnum, men so verður hann um eitt, tvey, trý ella kanska fýra ár. Um tað endar við, at KÍ og Ion Geolgau finna saman, so eigur tað ikki at útilokast, at Tomislav Sivic verður venjari hjá HB. Jugoslaviski venjarin fekk sera gott skoðsmál frá HB spælarunum, tá teir frá 1997 og inntil í fjør plagdu at hyggja at venjingini hjá Tomislav Sivic og B36. Friðarligt Hjá EB/Streymi hevur tað gingið ógvuliga væl, síðani felagsliðið – eftir fleiri ferðir at hava verið aðra staðni eftir venjara – valdi lokalu loysnina. Tað man vera sannlíkt, at Bergur Magnussen aftur komandi ár verður knýttur at felag- num, men tað hevur ljóðað, at fyrrverandi venjarin á Skála, Eugen Voda, hevur verið upp á tal til onkran leiklut á Eiði. Inntil fyri stuttum var hann bæði málverji og venjari á Skála. Í Vágum og á Sandi bíða teir eftir, hvussu tað fer at tørna út. Tað vil siga, um liðið hjá teimum komandi ár verður í 1. ella 2. deild. Kári Reynheim hevur verið venjari hjá B71. Í Vágum hava Albert Ellefsen og Jonhard Joensen havt ábyrgdina síðani undan summarsteðginum. Tað hevur eydnast hjá teimum báðum at venda hugburð- inum. Um tað er nóg mikið fyri at bjarga liðnum undan niðurflyting er ikki greitt enn. Men teir hava við sínum arbeiði staðfest, at tað eru góð evni í Vágum, og tí man tað undir øllum umstøðum vera møguleiki fyri, at teir báðir fara at halda fram. Boðini Jóannes Jakobsen hevur nú verið venjari á Toftum í tvey ár. Tað gekk long tíð frá endanum av kapping- arárinum í fjør, og inntil tað var greitt, at Jóannes fór at halda fram á Toftum. Enn hevur einki verið at frætt um, hvussu teir í B68 fara at loysa venjaraspurningin fyri komandi ár. Fyri ikki so nógvum ár- um síðani var tað soleiðis, at tað var ikki fyrrenn kappingarárið var gott og væl av, at tað var farið undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið. Nú verður arbeitt við sovornum spurn- ingum so at siga alla tíðina. Tí kann tað roknast við, at tað fara ikki at ganga nógvir dagar, inntil tað fer at frættast, hvørjir venjarar fara at venja 1. deildar- feløgini komandi ár. Evnini Í níti árunum gjørdi Fót- bóltssambandið nógv við at útbúgva føroyskar venjarar. Av teimum, sum tá fingu hægstu útbúgvingina, tykist tað vera greitt, at tríggir hava fingið starv í bestu deildini komandi ár. Teir eru Johan Nielsen, Jógvan Martin Olsen og Albert Ellefsen. Fleiri venjarar, sum í níti árunum vóru venjarar í bestu deildini, hava ikki verið venjarar í 1. deild í ár, og tað er greitt, at onkur, sum hevur verið venjari í ár, ikki fer at halda fram í starvinum komandi ár. Hjá onkrum hava persónlig viðurskifti havt við sær, at teir hava gjørt av at gera minni við venjarayrkið, meðan aðrir ikki hava fingið bjóðað venjarastarv. Tað vil við øðrum orðum siga, at tey feløgini, sum ikki enn hava fingið venj- araspurningin greiddan, hava fleiri møguleikar at kanna. Her verður hugsað um t. d. Petur Simonsen, Petur Mohr, Meinhardt Dalbúð, Trygva Mortensen, Harry Benjaminsen, Jógv- an Norðbúð, Sverra Jacob- sen og Páll F. Joensen. HB venjarin upp á tal í Klaksvík Tað ljóðar, at klaksvíkingar eru áhugaðir í at fáa Ion Geolgau til venjara komandi kappingarár Nú Jógvan Martin Olsen fer at venja NSÍ, er eitt nýtt heimligt navn komið í føroysku venjarakarrusellina 25 24 Nr. 182 - 21. september 2001 Undirritaði teknar seg sum haldara av Sosialinum, og fái blaðið 5 ferðir um vikuna. Navn: Bústaður: Postnr.: Bygd/býur: Undirskrift: Arbeiðsleysur: Jákup er liðugur í Herfølge Ítróttur, s. 13–28 Nr. 96 • týsdagur • 22. mai 2001 • 75. árgangur • Kr. 10,00 Dansurin gekk so lystiliga í Havn síða 4 Fyrstur við tí seinasta 5 ferðir um vikuna Ja! Sjálvandi vil eg halda Sosialin Ókeypis Verður sent ópostað Sosialurin rindar postgjaldið 64 Postsmoga 76 110 Tórshavn Tekna teg sum haldara nú, so fært tú Sosialin ókeypis restina av hesum ársfjórðinginum C M Y K 24