Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2009 27 Miðlaleiðarin í Kring­varp­ inum, Allan Dalsg­arð, g­reiddi frá broyting­um í skránni hjá Kring­varpinum í morg­unsending­ini í morg­un. Broyting­in verður g­aldandi frá mánadeg­num 26. januar. Hesi seinastu árini hevur morg­unlesturin verið end­ ursendur kl.09.50. Fyrr var morg­unlesturin endursend­ ur kl.10.05. Tá ið tann broyting­in varð g­jørd, varð sag­t, at hetta var betur fyri heildina í morg­unskránni frá kl.07.30­10.00. Í morg­un tosaði miðla­ leiðarin um at hava eina heild í morg­unskránni, og­ tí skal endursending­in av morg­unlestrinum burtur! Saman við fimleikinum, sum verður endursendur eftir tíðindini kl.10.00! Tað er uttan iva g­ott at hava eina heild í sending­­ unum. Hesi seinastu árini hevur morg­unlesturin verið ein partur av hesi heild í morg­unútvarpinum. Hetta hevur hóskað sera væl at enda morg­unsending­ina við morg­unlestrinum. At strika endursending­­ ina av morg­unlestrinum og­ at strika fimleikin er ikki tekin um g­óða planleg­g­ing­. Tað eru mong­, sum eru g­lað fyri, at morg­unlesturin verður endursendur júst hasa tíðina kl. 09.50 – ser­ lig­a hjá eldri fólki, sum er ein stórur lurtaraskari hjá kring­varpinum. Hetta tíðar­ skleiðið á deg­num er ein tíð, har nóg­v av okkara eldru – serlig­a tey, sum búg­va á ymiskum heimum og­ ansing­arstovnum ­ eru komin fyri seg­ á deg­num. Og­ kærkomið er tað eisini við fimleikinum eftir kl. 10.00. Tað kann ikki vera meining­in, at heildarfat­ anin hjá kring­varpinum, tá ið skráin skal leg­g­jast, skal enda við at strika sending­­ ar og­ g­era tænastuna verri hjá lurtaranum. Tað er g­ott at Kring­varp­ ið hevur útbyg­t netvarpið – men tað er ikki tey eldri, sum brúka hesa tænastuna so nóg­v enn. Tey eru vaksin upp saman við útvarpinum, og­ lat okkum tí hava hesar endursending­­ arnar framveg­is. Vit hava nakrar kristilig­­ ar sending­ar í kring­varpi­ num, sum fólk eru g­lað fyri og­ sum hava verið í kring­varpinum (útvarpi­ num) í meiri enn 50 ár. Lat hesar sending­arnar fáa frið. Hesar sending­arnar eru bert ein brotpartur av saml­ aðu senditíðini hjá kring­­ varpinum, og­ alt hetta tilfarið verið g­jørt uttanfyri kring­varpið fyri lítlan og­ ong­an kostnað. Uppg­ávan hjá Kring­varpinum er at skipa fyri at samskipa tíðina, sum send verður og­ at lurtarin kann fáa nyttu úr kring­varpinum. Ein onnur sending­ er leyg­arkvøld, “hetta heilag­a evang­eliið skrivar”. Hvør man lag­nan fara at vera hjá hesi sending­ini. Hóskar hon heldur ikki inn í heild­ arfatanina hjá Kring­varp­ inum. Og­ verður hon eisini varpað út? Áheitan! Fjølmiðlaleið­ ari, leiðsla, stjóri og­ Kring­­ varpstýrið í Kring­varpi Føroya! Vit menna ikki Kring­varp Føroya við at skerja og­ skera tað burtur, sum g­ott er og­ sum enn hevur ein natúrlig­an leiklut í mong­um heimum í Før­ oyum við lestri og­ bøn. Latum okkum halda fast við henda g­óða g­amla siðin og­ styrkja hann. Tað g­era vit eisini við morg­un­ lestrinum bæði kl.07.15 og­ kl.09.50. Lat okkum varðveita endursenda morg­unlesturin í tí blokk­ inum, sum er morg­un­ útvarp frá kl.06.00­10.00. Morgunlesturin í útvarpinum Fm. í KLH, Kristiligt Lurtara- og Hyggjarafelag Uni næs Nýtt ár. Bill Justinussen (sekur ið at sær tekur) ilskast um at moralur er aðrastaðni enn undir hal­ anum. Og Sjúrður Skaale fegnast um “nøkur ting” afturfyri at Tjóðveldið tók undir við sparing innan mentan og skúla Hans Andreas skald yrkti Falkarímuna um, tá allir ‘Føroya Harrar’ hvukku, tí hin ung­i lóg­køni Edward Mitens stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin til fólka­ ting­svalið í 1915. Tá varð tann rossahandil g­jørdur at senda danska verjuskipið Islands Falk úr Íslandi eftir Andrassi Samuelsen (stadd­ ur í Berg­en) at fáa hann til Føroya at føra valstríð móti tí ung­a og­ ‘óinnspísta’ val­ evninum. Ferðin kostaði risaupphædd eftir tátíðini – 6.000 krónur. Síðsta ørindi ljóðar (uttan formansloyvi): ­ Seks túsund at span­ dera fyri embætismanna­ makt, ­ tað líkist skili í Føroyum, sum fyrr er frá sag­t. ­ Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er, ­ Men sína makt at lívg­a, tá onki óført er! Løg­ið sum søg­an g­ong­ur í ring­. Júst nú hevur Før­ oya Løg­ting­ samtykt at lækka prísviðbótina á einkjupensjón, og­ g­óðtikið at fíg­g­jarnevndin hevur kastað lut um fíg­g­jarlig­u raðfesting­arnar. Heldur enn at taka undir við mær, at mistøk eru framd, tá ið hálvonnur millión ov nóg­v útg­oldin í eyka landsstýrismannaløn­ um, tá ið uttanlandsferðir ikki hava nakað endamál, at politiska skipanin er ótrúverdug­, tá ið ong­i veit hálvan desember, hvat ráð verða til fyrsta januar, og­ at landsins innbúg­v ikki er finning­arfiskur hjá fólksins tænarum – ja so velur Bill Justinussen at boða mær frá, at mistir verða “sam­ starvsmøg­uleikar við starvsfelag­ar.” Takk, men nei takk. Havi til fánýtis roynt samstarv. Fyrsta CHE var stovnað vildi Billurin ikki so fræg­t sum umrøða nevndarbýtið við okkum – fyrrenn seðlarni komu út, og­ hann sá at fleiri nevndarformenn (og­ teirra viðbøtur) høvdu flutt. So vórðu vit bidnir at fara frá avtalu okkara við A og­ B. Men Kári P. Høj­ g­aard, okkara botnheiður­ lig­i formaður, vildi ikki hoyra talan um hetta. Sjálv­ stýrið g­er sum Sjálvstýrið sig­ur! Kortini fyrig­av eg­ Billi­ num – vit plaffaðu Gerhard niður, bjarg­aðu Skúladepli­ num og­ g­jørdu breiða semju um hesa byg­g­ing­. Men sami Bill ið atkvøddi fyri Skúladeplinum og­ sami Bill ið atkvøddi ímóti tunnli Norð um Fjall í vár – lækkaði játtanina til tann fyrra og­ hækkaði til tann seinna. Hetta er at bera rang­an politiskan boðskap. Bill er sum sonurin ið seg­ði ja men ikki g­jørdi vilja faðirins. Bill hevur við fíg­g­jar­ nevndarsemjuni formøblað politiska trúvirði sítt. Hann og­ ávísur annar ting­maður vístu, at hóast teir er lands­ politiskt valdir og­ báðir plag­a at føra seg­ fram sum hug­sjónarlig­ar ting­menn, so g­irnaðust teir játtan skúla næsta síns og­ býttu pening­­ in at tilbúg­va tann breiða veg­in har inni hjá sær sjálv­ um, har teir ætla at verða afturvaldir við tveimum nýg­g­jum ag­num. Teir sviku okkum fyri 30 prosent av Rituvíksveg­num. Kraddarar eru menn sum Klávus í Feðg­um á Ferð ið g­ramsa til dag­lig­t breyð. Tí er ‘kraddarar’ eyðvitað ikki rætta orðið at brúka um menn, sum alment harmast kvinnur á ting­i og­ sig­a at útreiðslur til hæg­ru skúl­ anna eru “peng­ar niður í lummarnar hjá teimum ríku vælútbúnu í Havn.” Her mug­u heilt aðrar máls­ lig­ar kenning­ar til sum “berserkajáttarar” ella “skúlasníkar.” Munurin okkara millum er, at var eg­ partur av semju um Rituvíksveg­in, so helt eg­ lyftið, umenn Bill ikki sat í fíg­g­jar­ nevndini. So billa tær ikki inn, at eg­ sakni samstarvið. Skeiv addressa, skeiv addressa Sjúrður Skaale roynir at eftirrationalisera álopið hjá fíg­g­jarnevndini á útbúg­v­ ing­ og­ g­ransking­. Hann upplýsir, at “Tjóðveldi fór við í fíg­g­jarlóg­arsemjuna til tess at fáa bøtt um nøkur ting­. Tað eydnaðist.” Kann Sjúrður Skaale g­reiða okkum frá “nøkrum ting­um” ið eru verd upp­ sag­nir á hæg­ru skúlum okkara og­ niðurlag­ing­ av mentunarøkinum? Sambært Sjúrðir stýrir Kalsberg­ Føroyum. Men her má sig­a sum Janus skald sig­sta hava sag­t, tá ið hann varð biðin um at yrkja veitslusang­ir til okk­ urt ávíst høvi: “skeiv addressa, skeiv addressa; spyr bróðir, hann fram­ leiðir í meturmál.” Hevði minnilutin í fíg­g­jarnevndini ikki boðið seg­ til fals, so vóru tey fýra samg­ong­uumboðini ikki samd um at játta ósamtyktum verkætlanum – og­ kanska heldur ikki at ójátta samtyktum verk­ ætlanum. Kalsberg­ er ikki maður fyri breiðum semj­ um – men næstformaður Tjóðveldis orðaði g­rinda­ býtiseðlar í meturmál – og­ teir báðir Bill fing­u upp í fleiri rossahandislvog­nar! Og­ eins og­ g­óðir stemning­s­ fullir veitslusang­ir, hevur Tobbin orðað fleiri kvøðu­ ljóðamerdug­ar reg­lur í álitinum – alt Tjóðveldið sang­ av sama sang­i og­ atkvøddi fyri íløg­uni “lokalt afturval av republ­ iskum næstformanni.” Billurin ynskir mær g­ott nýg­g­jár. Skal vera meiri ítøkilig­ur. Ynski at tey “sum sett eru at býta út g­eri tað í trúlyndi.” Tá onki óført er! Kári á rógvi Í tíðindunum herfyri hoyrdu vit deildarstjórin fyri fólkaskúlan sig­a nakað soleiðis, at tað vóru ong­ar ábending­ar um, at teir smærru byg­daskúlarnir kláraðu seg­ betur í Pisa­ kanning­unum enn teir stóru flokkarnir. Hetta tóktist sum g­rundg­eving­in fyri, at flokkarnir í t.d. Havn ikki verða verri fyri, um næm­ ing­ar verða fluttir runt í býnum fyri at tryg­g­ja, at tað verða 26 næming­ar í hvørjum flokki. Men hetta hong­ur als ikki saman, tí hesi ting­ini hava einki við hvørt annað at g­era. Á aðrari hondini ber ikki til at afturvísa, at færri næming­ar til hvønn lærara er betur fyri frá­ læruna. Á hinari ber heldur ikki til at afturvísa, at umhvørvið hevur stóra ávirkan á næming­in. At næming­ar í t.d. Havn klára seg­ betur bóklig­a enn onnur, eig­a vit ikki at takka flokksstøddini fyri. Tað snýr seg­ um umhvørvi. Tað snýr seg­ um væl útbúg­vin foreldur, ið velja at seta búg­v í størru plássunum. Umframt hópin av g­óðum íblásandi tilboðum, ið smærru plássini ikki meg­na at bjóða. Hinveg­in síg­g­i eg­ fyri mær ein sjey ára g­amlan smádrong­ í vesturbýnum, ið so nakkalang­ur og­ einsamallur ein myrkan morg­un fer síni tung­u fet oman í Kommunuskúlan, alt meðan vinmennirnir í g­øtuni g­ang­a í Venjing­ar­ skúlanum. Tó so. Kanska eig­ur hann at feg­nast um, at hann ikki varð sendur niðan til Hoyvíkar. Men vit ætla okkum jú so nóg­v á útbúg­ving­arleið. Serlig­a politiskt. Vit hava millum annað eitt fróð­ skaparsetur, ið ikki av eg­n­ um fríum vilja hevur hildið eina rúg­vu av útlendskum serfrøðing­um fyri rukku við at bjóða teimum til Føroya at oysa út av síni vitan. Onkur teirra var enntá komin so mikið lang­t, at tey hálvaveg­na stóðu mitt í húsakeypi. Og­ so henda seinasta heilsanin frá Mentamála­ ráðnum, ið við sínum stór­ sinni vil betra um trivnaðin hjá børnunum við umleg­g­­ ing­ til rationella samli­ bandsstórdrift. Fullkomi­ lig­a uttan at hava varnast, at hetta eru ikki Ford T­ bilar, tey hava við at g­era. Hvar gongur tú í skúla, lítli mín? PetUr í gong viðmerkingar Tað var við stórum áhug­a, at undirritaði settist at lurta eftir eftirsending­ini: Søg­an um jødarnar 1 (10), ið fyrstuferð varð send í 1996. Stóra tøkk skal Kring­varpið hava fyri hetta so sera aktuella evni. Í sending­ini er tað Sonne Smith, ið tosar við Hans Holm, sum á ein sera meistarlig­an hátt g­reiðir okkum frá um jødiska fólkið og­ tess uppruna. Eg­ rokni við, at tað eru fleiri við mær, ið long­u g­leða seg­ til næsta sunnudag­ millum kl. 15­16, tá næsta sending­ verður. Stóra tøkk til Útvarp Føroya! Fríðtór Debes