Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 17 - 26. januar 2009 Andlát og jarðarferðir Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Hans Jacob Rasmussen, ættaður úr Klaksvík, búsitandi í Esbjerg, andaðist hósdagin 22. januar, 62 ára gamal. Jarðarferðin verður frá Vestmanna Kirkju týsdagin, 27. januar kl. 14. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 24. januar fylti Brandur Øssursson, fyrr­ verandi heilsølumaður og musikkskúlalærari, 75 ár. Brandur er føddur og upp­ vaksin í Keypmannahavn. Foreldrini vóru: Margit, f. Nygaard, frá Stiklestad í Norra, og Janus Øssursson, úr Havn. Liðugur við skúlan lærdi hann til bókbindara. Sum 21 ára gamal byrjaði hann sum yrkistónleikari og ferð­ aðist í Norðurlondum við sínum egna orkestri. Sjálvur spældi hann saxofon. Teir ferðaðust í Danmark, Fin­ landi, Svøríki og í Norra. Hetta helt á í eini tíggju ár. Í 1957 giftist Brandur við Unnu, dóttir Helgu, f. Christiansen, ættað úr Kví­ vík, og Jacob Frederik Øre­ gaard, fyrrverandi løgtings­ og løgtingsformann í Norðragøtu. Í 1965 fluttu tey til Føroya at búgva og stovnaðu sína egnu heilsølu, sum seldi ymiskar kioskvørur og umboðaðu kendu donsku Premier ísarnar. Í fyritøkuni arbeiddu eini 10 fólk, tey høvdu m.a. fleiri frystibilar, sum koyrdu við ísi. Fyrst í 80­unum góvust tey við heilsøluni, og Brand­ ur fekk starv sum musikk­ lærari við Tórshavnar Kommunuskúla. Í 1988 bleiv hann settur sum leiðari av rútmisku deildini hjá Tórshavnar Musikkskúla. Brandur skipaði fyri nógvum ymiskum tónleika­ tiltøkum, mest kendur er hann fyri Jazz­festivalin, sum hann skipaði fyri hvørt ár í heili 20 ár. Jazz­festi­ valurin hevur tilsamans hýst eini 3000 tónleikarum. Hann hevur verið við til at mynda ein stóran part av rútmiska tónleikinum í Før­ oyum. Hann stóð t.d. á odda fyri Big Band, stovnaði Popp­Topp fyri ungar óroyndar tónleikarar, og Ungar Jazz­kometir. Unna og Brandur eiga synirnar Finn og Kára. Í august 2003 fluttu Unna og Brandur til Danmarkar at búgva. -red Brandur Øssursson 75 Takk Hjartaliga takki eg øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera mín 70 ára føðingardag so hugnaligan. Blíðar heilsanir Sanna Jacobsen, Klaksvík Dagurin 26. januar. Polycarpos, deyður umleið ár 155. Var biskupur í Smyrna og høgt mettur kirkjumaður í Lítluásia. 86 ára gamal verður hann píndur og tikin av døgum. Navnið hevur enntá í nýggjari tíð verið brúkt sum mansnavn í Føroyum, Karpus. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at okkara kæra mamma, omma og langomma Martha Matras (f. Mørkøre) fødd 21. oktober 1909 andaðist sunnudagin 25. januar 2009, 99 ára gomul. Fyri tey avvarðandi Jórun Marna, Erla og Kára Takk Tit, sum gleddu meg á 60 ára degnum: Túsund takk! Stórt spell, at summi ikki komu fram – til tað, sum gjørdist einki minni enn ársins veitsla. Ein serlig tøkk til Jákup, Dávid, Gitte, Teresu, Suna, Eriku og Sjúrð, sum skipaðu fyri, og gjørdu dagin ógloymandi. Snorri Fjallsbak Sunnudagin 25. januar andaðist Martha Matras í Havn, 99 ára gomul. Martha var úr Havn, for­ eldrini vóru Johanna Sofía, f. Niclassen, ættað úr Kolla­ firði og Jákup Christian Mørkøre, ættaður úr Leir­ vík. Tey bæði giftust so í 1896 og búsettust í C. Pløyensgøtu í Havn. Tey fingu 9 børn, seks gentur og tríggjar dreingir, har Martha var tað sætta barnið í røðini. Í 1933 giftist Martha við Sámal Erik Matras av Viðareiði. Hann var lærari og serstakliga varð hann kendur sum fimleikalærari. Martha og Sámal Erik búsettust í Havn. Sámal Erik var føddur á Viðareiði í 1898. Hann tók læraraprógv í Haslev Sem­ inarium í 1922 og var lærari í Tórshavnar Komm­ unuskúla frá 1925 til hann mátti gevast fyrst í 1950­ unum. Sámal Erik hevði manslið í fimleiki í mong ár. Hann var við til at stovna Tórshavnar Handils­ skúla í 1936 og stóð fyri skúlanum til hann gjørdist sjúkur. Hann var blaðstjóri á Tingakrossi frá 1940 til 1943. Í 1949 fluttu Martha og Sámal Erik í egin hús í Dj. í Geilsgøtu. Men fyrst í 1950 fekk Sámal Erik heilabløð­ ing og lammaðist. Hetta broytti umstøðurnar hjá Marthu, sum nú mátti nýta alla sína orku at passa mann­ in. Sámal Erik andaðist 29. juni í 1960, 61 ára gamal. Martha og Sámal Erik fingu tvær døtur: Bjørg í 1935 og Jórun í 1938. Bjørg var gift við Hera Jen­ sen, sum starvaðist á Matrikulstovuni. Heri and­ aðist í 1995 og Bjørg and­ aðist í 2000. Jórun er gift við Petur Ellefsen oyrna­ lækna. Seinastu árini búði Martha á Ellisheiminum í Havn. Martha Matras deyð 99 ára gomul Martha Matras, vinstumegin, og systir Anna Askham. Myndin er tikin á Ellisheiminum í Havn, tá Anna fylti 104 ár í 2005 Mynd: Eirikur Lindenskov