Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. mars 2000síða 16

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 30 tíðindablaðið sosialurin Nr. 45 - 4. mars 2000 SVEINUR TRÓNDARSON Ikki færri enn fýra dystir verða í meistaradeildini hjá kvinnum um vikuskiftið. Tveir teirra vórðu leiktir í gjárkvøldið og tað eru teir dystirnir, sum eftir skránni áttu at verið leiktir 18. marts. Men tá verður steyp- afinalan leikt og tí eru dyst- irnir fluttir fram.. Ein avleiðing av, at dyst- irnir vóru leiktir í gjár er, at Dráttur spælir sín seinasta dyst í hesum kappingarár- inum í morgin. Hetta merkir samstundis, at tað sunnu- dagin verður púra greitt hvat av liðunum í kvinnu- deildini fær silvurmerkini. TB er besta boðið Sum vit so ofta hava nevnt, so er TB framvegis besta boðið upp á ein silvurvinn- ara. TB hevur havt sera gott tak á Drátti í ár og tað er ikki óhugsandi at tær fara at hava tað enn einaferð. Serliga tí, at dysturin verður leiktur í Trongisvági. Hinvegin hevur Dráttur seinastu dystirnar víst, at tær saktans kunnu gera onk- ran vørr, men tað er ikki yvir at dylja, at tær hava eina harða skrá. Fyrst heim- adyst móti Mjølnir í gjár- kvøldið og so útidyst móti TB í morgin. TB spældi eisini í gjár- kvøldið, men so hepnar vór- u tær, at tær høvdu vitjan av Fleyr og ti sluppu frá at fara av oynni. Tí eru tær heilt greitt til dystin fús, nú Dráttur kemur á vitjan og silvurið stendur upp á spæl. Seinasti dysturin hjá kvinnum hetta vikuskiftið er dysturin millum ÍF og Fleyr, sum skal leikast í Fuglafirði seinnapartin. Hesin dysturin er, hóast tal- an er um botndyst, minst líka spennandi sum dyturin millum TB og Drátt, tí hann avgerð hvat av liðunum endar niðast. Sum vit fyrr hava sagt, so er Fleyr ikki vant til at róta í botninum, og tí fara tær at stríðast, sum fyri lívinum fyri at vinna dystin. Men tað fer ÍF uttan iva eisini, tí tær síggja sær ein møguleika at sleppa úr botninum. Botnstríð í Kambsdali Hjá monnum verða tveir dystir. Í dag spæla ÍF og SÍ í Kambsdali og her er, eins og hjá kvinnum, talan um ein spennandi dyst, sum bæði liðini uttan iva vilja vinna. Ongum leingist eftir at enda aftast, og tí fara tey at gera sítt til at tey sleppa av niðasta plássinum. Hin dysturin er millum Fram og Fleyr, og skal tað ganga, sum tað hevur gjørt higartil, so vinnur Fleyr og tað merkir so, at Fram miss- ir eitt stig mótvegis Mjølnir í kappingini um lesarar og haldarar. Dystir: Fríggjadagin 3. mars Meistaradeildin kvinnur: Dráttur - Mjølnir, kl. 19:45 á Giljanesi Fleyr - TB, kl. 21:00 í Trongisvági (Úrslitini ókend við evsta- mark) Leygardagin 4. mars Meistaradeildin kvinnur: ÍF - Fleyr, kl. 13:00 á Kambsdali Meistaradeildin menn: ÍF - SÍ, kl. 15:00 á Kambs- dali Sunnudagin 5. mars Meistaradeildin kvinnur: TB - Dráttur, kl. 13:00 í Trongisvági Meistaradeildin menn: Fram - Fleyr, kl. 15:00 í Eysturskúlanum Verður tað TB ella Dráttur Flogbóltur: Av tí at steypafinalan verður 18. marts vóru tveir dystir í kvinnudeildini leiktir í gjár og tað hevur við sær, at tað sunnudagin verður avgjørt um silvuri endar í Vágum ella á Tvøroyri JÁKUP MØRK Eftir ætlan skuldi bestu mansliðini hjá runavík- ingum og strandingum royna seg í bestu mans- deildini í hondbólti miku- dagin, men hesin dystur gjørdist kortini av ongum. Tíðin stóð í stað Ikki tí, tá dysturin skuldi byrja, vóru bæði liðini á vøllinum, og dysturin byr- jaði eisini, sum ætlað. Sum vanligt er í hond- bóltsdystum, so eru nakrir steðgir av og á, men eftir ein av hesum steðgum mikukvøldið noktaði klokkan í høllini at fara í gongd aftur. Undan dystinum høvdu eisini verið trupulleikar við hesi, men trupulleikin var tó kortini hildin at ver- a loystur, tá dysturin varð blástur í gongd. Soleiðis var tó ikki, og tá dysturin ikki kann leik- ast uttan tíðarvísarar, varð neyðugt hjá dómarunum at blása dystin av. Nær dysturin verður leik- tur, er ikki greitt, men vænt- andi verður hetta komandi mikudag, tá bæði liðni hava eitt hol í skránni. Rokmikil dystur Annars frætta vit úr Runa- vík, at dysturin í Runavíkini var ein av teimum heldur rokmiklu. Tjaldur var liðið, sum byrjaði nógv betur, men so við og við kom StÍF alsamt meira inn í dystin. Hetta sá ikki út til at hóva leikaru- num á heimaliðnum, sum mangan tóktust at hugsa meira um, hvussu teir kun- du munnhøggast við dóm- ararnar, heldur enn at hugsa um hondbóltsspælið. T.d. vórðu tveir leikarar riknir av vølli ta einu ferð- ina, tá dómaraparið hevði Kaos í Runavík Hondbóltur: Dysturin millum Tjaldur og StÍF í bestu mansdeilduni varð avblástur, tá klokkan í høllini ikki riggaði ein kontradóm um eitt innkast. Hvussu var og ikki, so hevði StÍF vunnið sær eina tvey mála leiðslu, tá dysturin varð avblástur, men nú má so byrjast av nýggjum, tá dysturin skal leikast umaftur. Annars var merkisvert at síggja, at Poli Hansen aftur var at síggja á lið- num hjá StÍF, eftir at hann fyrr í ár hevur leikt við Tjaldur. Tá gavst hann, tí hondbólturin tók ov stór- an part av tíð hansara, men hann hevur kortini leikt við næstbesta lið- num hjá strandingum, so venjingarstøðan man vera toluliga góð. Ivaleyst er hetta ein góður styrkur hjá strand- ingum, nú seinastu og av- gerandi dystirnir um FM- hetitið skulu leikast. Aftur til Føroya Eftir øllum at døma, verður Jens Kristian Hansen aftur at síggja í B36 búnanum, tá leigumál hansara við Ayr Uni- ted rennur út seinast í hesum mánaðinum JÁKUP MØRK Seinastu tíðina hava tveir føroyskir landsliðsleikarar roynt seg í næstbestu skot- sku deildini, men eftir øll- um at døma, verða eingir føroyingar eftir í Ayr Uni- ted, tá mars mánaður er runnin. Jens Kristian Hansen sig- ur við Sosialin, at sum støð- an er í løtuni setir hann aftur kós móti Føroyum, tá leigu- málið við skotska felagið rennur úr. At hetta eru kærkomin boð til B36 er lítið at ivast í, tí tað man ikki vera nakað dulsmál, at liðskiparin sein- astu árini hevur verið mill- um týdningarmestu leika- rarnar hjá felagnum. Hvussu verður við Jens Martini Knudsen er enn ikki greitt, men sambært leigu- málinum skuldi hann aftur til Íslands í gjár. Trupulleikin er tó, at hin málverjin hjá felagnum er skaddur í løtuni, og tískil vilja teir fegnir hava Jens Martin í felagnum í einar tvær vikur afturat. Hinvegin er einki at ivast í ,at leiðararni í íslendska felagnum hjá Jens Martini, Leiftur, fegnir vilja hava venjaran heim aftur, nú tað styttist til kappingarársbyr- jan har uppi. Pól og Henning enn ein dyst í Íslandi Eftir ætlan skuldi avgerð takast um fótbóltsframtíð- ina hjá Pól Thorsteinsson og Henning Jarnskor hós- kvøldið, tá teir leiktu ven- jingardyst við íslendska að- rudeildarliðnum, Vali. Jákup í Stórustovu, sum umboðar føroysku leikarar- nar sigur við Sosialin, at avgerðin nú er útsett til sunnudagin, og at teir báðir føroysku leikararnir skulu leika enn ein dyst við Vali. Hesin dystur verður ímóti einum liði úr bestu deildini. Heðin og Rógvi til QPR At enda skal nevnast, at teir báðir klaksvíkingarnir, Heðin á Lakjuni og Rógvi Jacobsen, aftur hava sett kós móti London, har teir áður hava vant við Queens Park Rangers, sumspælir í næstbestu ensku deildini. Helst hevur gingist teim- um báðum væl ta ferðina, tí í øllum førum vilja onglend- ingarnir nú hyggja nærri at teimum báðum, greiður Já- kup í Stórustovu frá. Teir báðir teljast millum teir ungu føroysku leikarar, sum Jákup í Stórustovu í samstarvi við Føroya Spari- kassa, Tryggingarsambandi Føroyar og Føroya Shell. Eitt samstarv, sum hevur til endamáls at menna nak- rar av ungu leikarum okk- ara, og sum vónandi kann vera føroyskum fótbólti at gagni. Umrøða av landsdystunum móti Grønlandi verður í týsdagsblaðnum inum ætlar sær at seta alt upp á pláss, um Kyndil ikki hevur gjørt arbeiði fyri tær frammanundan. Síðani gongur leiðin til Vágs, har úrslitið í grund- spælinuum gjørdist javn- leikur, meðan seinasti dyst- urin verður á heimavølli móti Neistanum. Neistin er í løtuni á triðja plássi, tvey stig framman fyri Kyndil. Fyrstkomandi dysturin hjá teimum er á heimavølli móti Stjørnuni, og ikki er væntandi, at na- kað fæst burtur úr hesum dysti. Síðani gongur leiðin til Runavíkar, har tær vænt- andi fáa tvey stig, áðrenn leiðin gongur til Vestmanna, har seinasti dysturin skal leikast. Higartil í ár hevur VÍF havt sera gott tak á Neistanum, so okkara skot er, at Neistin bert fær tvey stig burtur úr teimum báð- um seinastu dystunum, og tískil gerst taparin í stríð- num um heiðursmerki. Sum einasta lið av teimum trimum, hevur Kyndil ong- an dyst móti Stjørnuni eftir á skránni. Fyrst gongur leið- in til Vestmanna, har tær áður hava havt eitt sera gott tak á VÍF. Síðani kemur Tjaldur á vitjan, áðrenn Kyndil á heimavølli tekur móti VB. Tískil eru útlitini fyri full- ari úrtøku hjá kyndilslið- num sera góð, men hetta krevur, at hugurin at spæla, er betri enn hann var miku- dagin, tá tær taptu fyri Neistanum. Okkara skot er tískil, at VÍF og Kyndil enda ájøvn í stig- um á øðrum og triðja plássi, meðan Neistin má taka til takkar við fjórða plássinum. Verður hetta so, verður málmunurin avgerandi fyri býtið av heiðursmerkjum, og verður tað helst Kyndil, sum kemur at hava munin her, við tað at tær væntandi kunnu vinna ein greiðan sigur á Tjaldrinum. Hetta skal tó á ongan hátt skiljast sum hin ævinligi sannleikin. Dystirnir skulu leikast, áðrenn stigini verða býtt, og sum kunnugt gong- st ikki altíð sum prestur prædikar. Púra opið Er talan um ein spennandi silvurdyst hjá kvinnunum, er gulldysturin hjá monn- unum ikki minni spennandi. Eftir at Kyndil mikukvøldið mátti lúta fyri Neistanum, kunnu teir meira ella minni avskrivast í gullstríðnum, men líkt er til, at teir koma at spæla ein týðandi leiklut í gullstríðnum. Fremsta liðið hjá monnu- num er í løtuni VÍF, men teir hava leikt tveir dystir fleiri enn hini liðini, og tí- skil standa teir á pappírinum við veikastu kortunum, áð- renn endaspurturin verður settur inn. Teir tríggir dystirnir, sum VÍF hevur eftir at leika, eru móti ávíkavist Kyndli, StÍF og Neistanum í nevndu rað- fylgju, og kunnu teir tískil sjálvir avgera, hvørja lagnu FM vónir teirra skulu fáa. Talan verður tó um tríggj- ar sera torførar dystir. Í landskappingin hevur VÍF vunnið allar dystirnar móti Kyndli higartil, men allir hesir sigrar hava verið sera teprir, og í steypakappingini megnaði Kyndil at seta vestmenningar upp á pláss, tó at bert eitt mál skildi part- arnar. Móti strandingum hava vestmenningar tvær ferðir verið við undirlutan, og kunnu teir tí vænta ein sera torføran dyst. Seinasti dysturin hjá vest- menningum er móti Neist- anum, og eisini her er tor- ført at spáa um úrslitið. Í grundspælinum hevði VÍF sera gott tak á Neistanum, men í endaspælinum vann Neistin fyrru innanhýsis uppgerðina. Verður talan um ein dyst, sum avger FM- heitið, koma royndirnar hjá ymsu leikarunum tó at hava nógv at siga, og her hava vestmenningar betru kortini á hondini. Skal FM-dreymurin hjá vestmenningum gerast til veruleika, er tó neyðugt, at teir koma úr aldudalinum, sum teir hava verið í síðani vetrarsteðgin. Helst hevur hesin verið orsakaður av drúgvu venjingunum undan europa-cup dystunum. Seinastu dystirnar hevur spælið tó peika á rætta leið, men tá hesir hava verið móti niðaru støddu liðunum, er ilt at siga, um VÍF hevur funnið toppformin aftur í tøkum tíma. Á øðrum plássi liggur Neis- tin, og teir kunnu sum ein- asta lið røkka 33 stigum. Higartil í endaspælinum hava teir vunnið allar sjey dystirnar, og tískil kann tykjast sannlíkt, at teir eru eitt gott boð upp á ein kom- andi meistara, og í øllum førum er líkt til, at teir vera við í gullstríðnum fram til seinasta leikdag. Teir hava nevnliga tríggj- ar dystir móti veikaru lið- unum í deildini á skránni, og geva hesir fulla úrtøku, sum væntað, fáa teir í øllum førum 29 stig. Spurningurin er so, hvússu gongst, tá teir vitja á Skála og í Vestmanna. Megna teir at fáa stig burtur úr øðrum av hesum, er líkt til, at málmunurin verður avgerandi fyri FM gullið, og í løtuni stendur VÍF seg best á hesum øki. Tískil kunnu úrslitini hjá Neist- anum móti KÍF, H71 og Tjaldur gerast avgerandi fyri FM-vónirnar hjá havn- armonnunum. Triðja liðið, sum framvegis hevur gullvónirnar intaktar, er StÍF, og okkurt er, sum talar fyri, at teir eins og seinasta ár yvirhála liðini móti endanum av kapping- ini. Eftir at teir á útvølli hava leikt móti Tjaldur og H71, skulu teir nevnliga leika móti Neistanum, VÍF og Kyndli á heimavølli. Sjálvandi er her talan um tríggjar sera torførar dystir, men megna strandingar at gera sær dælt av fyrimun- vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 7 7 - 0 - 0 493 383 110 23 2 VÍF 6 4 - 0 - 2 398 356 42 15 3 Neistin 7 5 - 0 - 2 363 359 4 15 4 Kyndil 7 3 - 0 - 4 398 359 39 13 5 VB 7 1 - 0 - 6 424 452 -28 6 6 Tjaldur 6 0 - 0 - 6 285 452 -167 0 vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 9 7 - 0 - 2 610 472 138 25 2 Neistin 7 7 - 0 - 0 558 473 85 23 3 StÍF 7 5 - 0 - 2 548 472 76 21 4 Kyndil 8 5 - 0 - 3 562 489 73 17 5 KÍF 9 3 - 0 - 6 468 595 -127 7 6 H71 8 1 - 0 - 7 464 568 -104 4 7 Tjaldur 8 0 - 0 - 8 483 624 -141 3 Hesar dystir hava tey eftir at leika Hesar dystir hava tey eftir at leika VÍF Neistin Kyndil 12. mars Kyndil (h) 14. mars Stjørnan (h) 19. mars VB (ú) 1. apríl Neistin (h) 12. mars Stjørnan (h) 25. mars Tjaldur (h) 1. apríl VÍF (ú) 12. mars VÍF (ú) 19. mars Tjaldur (ú) 26. mars VB (h) Støðan 1. deild kvinnur Støðan 1. deild kvinnur VÍF StÍF Neistin 12. mars Kyndil (h) 26. mars StÍF (ú) 1. apríl Neistin (h) 8. mars H71 (h) 12. mars KÍF (h) 19. mars StÍF (ú) 25. mars Tjaldur (h) 1. apríl VÍF (ú) 8. mars Tjaldur (ú) 11. mars H71 (ú) 19. mars Neistin (h) 26. mars VÍF (h) 1. apríl Kyndil (h) JÁKUP MØRK Orsakað av landsdystunum, verða eingir hondbóltsdystir leiktur í fremstu røðunum hetta vikuskiftið, men kort- ini munnu tað vera mong, sum áhaldandi tosa og meta um, hvussu leikur fer, nú avgerandi dystirnir í hond- bóltslandskappingini skulu leikast. Spenningur um silvurið Hjá kvinnunum snýr tosið seg ikki um gullmerkini, tí tey eru longu farin til Klaks- víkar. Gaman í eru klaks- víksgenturnar ikki mate- matiskt tryggjaðar enn, men tað skal eitt undur av teim- um helt stóru til, um tær ikki skulu megna at ogna sær gullið. Hinvegin er dysturin um silvurmerkini fullkomuliga opin. VÍF, Neistin, og Kyn- dil eru biðlarnir til hesi, og verður hugt at teimum dyst- um, sum hesi lið hava eftir at leika, er púra greitt, at alt er fullkomuliga opið hesum viðvíkjandi. VÍF er tað liðið av hesum, sum hevur besta útgangs- støðið, áðrenn seinastu dystirnar. Tær eru í løtuni á øðrum plássi, ájavnt Neist- an í stigum og tvey stig frammanfyri Kyndil, um- framt at tær eiga ein dyst til góðar í mun til hini bæði. Hinvegin eru tað fýra sera torførir dystir, sum vest- mannagenturnar hava eftir at spæla. Fyrst kemur Kyn- dil á vitjan, og verður hugt at gongdini higartil í ár sæst, at Kyndil hevur vunnið allar dystirnar móti VÍF. Tveir dagar seinni kemur Stjørnan á vitjan, og lítið er at ivast í, at Stjørnan í hesum dyst- inum við heimavølli, kunnu teir røkka 31 stigum. Spur- ningurin verður tá helst, hvussu leikur fer í dystinum millum VÍF og Neistan, ella um, hvussu góðan málmun strandingar hava. Sum skilst av omanfyri- standandi, so verður enda- spurturin hetta kappingar- árið sera spennandi, og tað kann væl laga seg soleiðis, at øll trý liðini eru við í stríðnum fram til seinasta leikdag. Harumframt kann væl henda seg, at Kyndil kemur at hava ein avgerandi leiklut í hesum, við tað at vest- menningar og strandingar helst krevja fulla úrtøku móti Kyndli, um teir skulu halda lív í sínum FM-vón- um. Møguliga verða tað bert málini, sum skilja partarnar, men hetta er sjálvsagt ilt at siga framman undan. Ein- asta, sum tykist vera vist, er at ein møguligur FM vinnari helst skal vinna sær fleiri stig enn tey 25, sum strandingar vunnu gullið við í farna kappingarárið. Stríðið um heiðursmerkini Hondbóltur: Tað hevur leingi ligið í luftini, at tað á kvinnusíðuni skuldi verða Stjørnan, sum fór avstað við gullinum. Fimm onnur heiðursmerki eru tó at stríðast um í teimum báðum fremstu deildunum, og líkt er til, at vit fáa ein seras spennandi endaspurt hjá bæði monnum og kvinnum