leygardagur 4. mars 2000síða 17
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
32
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 45 - 4. mars 2000
Sunnudagin 27. februar kl.
16.00 var áhugaverd konsert
í Nor›urlandahúsinum, har
ungir framkomnir næming-
ar
í
musikkskúlanum
spældu saman vi› Føroya
Symfoniorkestri fyri nærum
fullsettum sali.
Mitt í januar var kapping
millum
16
framkomnar
næmingar í musikskúlanum
um at sleppa at spæla saman
vi› Føroya Symfoniorkest-
ri. Seks næmingar vóru
tiknir út. Teir spældu sunnu-
dagin saman vi› orkestri-
num fyri okkum verk eftir
Vivaldi,
Haydn,
Mozart,
Beethoven og Bellstedt.
Tiltaki› var úrslit av ein-
um samarbei›i millum før-
oysku musikkskúlaskipani-
na og orkestri›.
Sigast má, at hetta var ein
uppliving sum sjálvdan á›ur
í Nor›urlandahúsinum.
Associted Board
(AB)
Hetta er altjó›a prótøku-
skipan fyri næmingar í tón-
leiki, frá teimum á byrju-n-
arstigi til teir á høgum,
framkomnum stø›i.
Eisini her í Føroyum
ver›ur skipanin n‡tt av
teimum, sum hava hug til
tess. Hetta ber í sær, at próv-
dómarar koma úr Bretlandi
eina fer um ári› at lurta eftir,
um næmingarnir lúka treyt-
irnar at sleppa upp áeitt
hægri stig. Stigini eru frá
eitt til otta.
Teir ungu
solistarnar
Gu›ny Brynhild Næs úr
Havn, sum spælir violin,
spældi á konsertini romansu
í F-dur eftir Beethoven. Hon
er 17 ára gomul og hevur
spælt violin, sí›an hon var 7
ár. Hon hevur tiki› 8. stigi ›
í AB. Vári› 1998 vann hon
3. vir›isløn í »Berlingske
klassiske musikkonkuren-
ce« í Keypmannahavn. Lær-
arar hjá Gu›ny hava ver›i
Lis
Havelund,
Nikolaos
Kapnas og sí›stu 5 árini,
Sámal Petersen.
Marjun Herup Olsen úr
Havn,
sum spælir tvør-
floytu, spældi 1. sats úr
floytukonsert í G-dur eftir
Mozart. Hon er eisini 17 ára
gomul og hevur spælt floytu
í 10 ár. Hon hevur tvær fer›-
ir luttiki› í kappingini hjá
»Berlingske«
og
vann
ávikavíst 2. og 1. vir›isløn.
Lærarar hjá Marjun hava
ver›i Ernst Sondum Dals-
gar›, og sí›stu 6 árini,
Andrea Heindriksdóttir.
Jón Festirstein Olsen úr
Havn, spælir violin. Hann
spældi 1. sats úr violinkon-
sert í a-moll eftir Vivaldi.
Hann er 14 ára gamal, og
hevur spælt violin í 4? ár.
Hann hevur tiki› 4. stigi› í
AB. Vári› 1999 vann hann
3. vir›isløn í »Berlingske«
kappingini. Lærari hjá Jóni
er Sámal Petersen.
Kristina
Dalsgar›
av
Argjum spælir klaver. Hon
spældi 1. sats úr klaverkon-
sert í D-dur eftir Haydn.
Hon er 15 ára gomul, og
hevur spælt klaver seinastu
7 árini. Hon hevur í Dan-
mark luttiki› meira enn eina
fer› í Steinway kappingini
fyri ungdómar. og vann eitt
ári› 2. vir›isløn. Lærarar
hjá Kristinu hava ver›i
Connie Kjeldsen, Stamen
Stantchev,
og frá 1997,
Jóhannes Andreasen.
Andrea á Dul Mortensen
av Argjum, spælir eisini
klaver. Hon spældi 3. sats úr
somu klaverkonsert. Hon er
18 ára gomul og hevur spælt
klaver í eini 10 ár. Hon hev-
ur eisini í fleiri ár nomi› sær
kunnleika at spæla tvør-
floytu, men er nú givin vi›
tí. Andrea gekk sí›sta vetur
á High School í Arkansas í
USA, har hon eisin nam sær
kunnleika
í
klaverspæli.
Hon hevur tiki› lut í fleiri
kappingum uttanlands og
hevur fingi› gó› úrslit bæ›i
í Nor›urlondum og í USA.
14 ára gomul spældi An-
drea sína fyrstu solokonsert
í Útvarpshølluni. Hettavar í
sambandi vi›, at hon skuldi
luttaka í eini kapping í Svø-
ríki. Lærarar hjá Andreu
hava ver›i Connie Kjeldsen,
Stamen Stantchev, William
Medley,
og
frá
1997,
Jóhannes Andreasen.
Sí›stur á skránni var
Johan Hentze úr Kambsdali,
sum spælir trompet. Hann
spældi lagi› Napoli vi›
variatiónum eftir H. Bell-
stedt. Hann er 14 ára gamal,
og hevur spælt trompet í 5
ár. Hann hevur tiki› 5. stigi ›
í AB. Johan er útvaldur at
umbo›a Føroyar í »The
Europan Youth Brass Band«
sum fer at spæla í Birming-
ham í apríl komandi. Sama
orkestri› fer at luttaka á
europæisku kappingini fyri
ungdómsorkestur,
sum
eisini ver›ur í Birmingham.
Lærarar hjá Johan hava
veri› Graeme Rudd,
og
seinast, Sharon Fisher.
Konsertin
Eg fari ikki at taka dagar
ímillum teir einstøku solist-
arnar og teirra avrik, men
bert sta›festa, at avrikini
sum heild vóru hugtakandi,
bæ›i tekniskt og musik-
alskt. At hugsa sær, at vit í
dag eiga so nógv ungfólk á
so høgum stø›i á teirra ljó›-
føri. Hesi seks eru bert topp-
urin á ísfjallinum.
Hini tíggju flóta yvaleyst
eisini omaná. Og so allir
hinir 1100 mæmingarnir
sum ganga til tónleikaundir-
vísing. Av teimum ver›a
yvaleyst fleiri, sum fara at
náa líka langt.
Hetta at »náa langt« er tó
ikki høvu›sendamáli› vi› at
læra at spæla. So kundu tey
flestu givist beinanvegin.
Høvu›sendamáli› er at hava
gó›ar løtur saman vi› sín-
um ljó›føri, putla einsa-
mallur vi› at fáa tingini at
rigga, og samstundis upp-
liva musikkin. Og eisini at
spæla saman vi› ø›rum.
Hetta gevur gó›ar »heima-
musikarar«, musikkelskarar
og konsertgangarar. Tú hev-
ur eisini tí› til anna›. Og ta›
er gott. Hinvegin, ver›ur tú
bitin av at spæla, heldur ta›
vera ta› besta sum er, ja, so
er stø›an ein onnur.
Tín dreymur ver›ur at
spæla so væl, at onnur tíma
at lurta eftir tær. Tú vilt feg-
in spæla á konsertum,
og
fólk skulu entá gjalda fyri at
lurta. Tá ræ›ur um at gera
sítt besta, hevur tú vir›ing
fyri tær sjálvum og áhoyrar-
unum.Her kemur Associted
Board og kappingar inn í
myndina. Hetta fær næm-
ingar, sum hava áhuga tann
vegin, at ‡ta sítt besta. Eg
minnist
tá
núver›andi
musikkskúlaskipanin kom.
Hetta var fyrst í 80‚- áru-
num. Á›renn var tónleika-
undirvísingin á fáum hond-
um og tali› á næmingum
samsvarandi líti›. Stovnan-
in
av
musikkskúlanum
gjørdi, at alt sprongdist vi›-
víkjandi læraratali og harvi›
eisini næmingatali›.
Minnist meg rætt, vóru
einir 45 musikklærarar, tá
best stó› til. Í kreppuáru-
num var› hetta skori› ni›ur
í eina helvt. Læraratali› er í
dag umlei› 25, og næm-
ingatali› o.u. 1100. Hetta
sí›sta tali› er at frøast um. -
Men! - Bí›ilistin er o.u. 900
børn um alt landi›,sum feg-
in vilja sleppa at spæla, so-
lei›is sum vinma›urin ella
vinkonan
sleppa.
»Hví
sleppur hon og ikki eg?«
Ein rættuliga óheppin stø›a.
Sum omanfyri nevnt var
salurin í Nor›urlandahúsi-
num nærum fullsettur sunn-
udagin. Vónandi vóru onkr-
ir av teimum har, sum játta
pening til musikkskúlan. Tá
upplivast kann, hvat kann
koma burtur úr einari mi›-
vísari tónleikaundirvísing,
bæ›i fyri tann staka næm-
ingin og eisini fyri okkum
áhoyrarar og samfelagi ›
sum heild, má ni›urstø›an
vera, at her mugu øll, sum
hava hug, sleppa framat.
At enda ein tøkk til lærar-
ar musikkskúlans fyri teirra
dygdararbei›i.
Árni Hansen
Ein løta av teimum stóru
F O O D A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y
HEILSUFRØÐILIGA
STARVSSTOVAN
Vegna munandi økt virksemi søkir Heilsu-
frøðiliga starvsstovan eftir laboranti til
mikrobiologisku kanningarstovuna. Starvið,
sum er fulla tíð, fevnir um vanligar mikro-
biologiskar kanningar av mati, drekkivatni
og øðrum. Seinni kann starvsøkið møguliga
broytast.
Tú skalt hava lokið prógv sum laborantur.
Royndir innan vanligar mikrobiologiskar
kanningar, góðskustýring og EDV á brúk-
arastøði eru ein fyrimunur, men eingin treyt.
Tú skalt hava góð samstarvsevni, vera nær-
lagdur/nærløgd og duga at arbeiða miðvíst
og sjálvstøðugt.
Starvið verður lønt í 15. lønarflokki sambært
sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum.
Umsókn til starvið, við avriti av prógvum,
starvsroyndum og møguligum viðmælum
skal vera okkum í hendi í seinsta lagi 20.
mars 2000. Starvið verður sett 1. apríl ella
skjótast til ber.
Fleiri upplýsingar kunnu
fáast við at venda sær til
Birnu Mørkøre, deildar-
leiðara, tlf. 315300.
Laborantur
Debesartrøð
FR-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 31 53 00
Fax. + 298 31 05 08
E-mail: feagency@hfs.fo
F O O D A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y
HEILSUFRØÐILIGA
STARVSSTOVAN
Heilsufrøðiliga starvsstovan søkir eftir lab-
orantnæmingi. Starvið, sum er avmarkað til
starvsvenjingartíðina í eitt ár, er á kemisku
kanningarstovuni.
Kemiska kanningarstovan ger eitt breitt
úrval av kemiskum kanningum innan mat-
vøru-, drekkivatns- og umhvørvisøkið. Ke-
miska kanningarstovan er altjóða góðkend
eftir EN 45001 til ávísar kemiskar kanningar
og arbeitt verður eftir góðkendum fyriskip-
anum.
Tú skalt hava lokið tann bókliga partin av
laborantútbúgvingini. Tú skalt hava góð
samstarvsevni, vera nærløgd/nærlagdur og
duga at arbeiða miðvíst.
Starvið, sum skal setast sum skjótast, verður
lønt sambært sáttmálanum hjá Starvsmanna-
felagnum, tvs. 70% av 1. stigi í 15. flokki.
Umsókn til starvið, við avriti av fyribils
prógvi, skal vera okkum í hendi í seinasta
lagi 20. mars 2000.
Fleiri upplýsingar kunnu
fáast við at venda sær til
Maritu Poulsen, deildar-
leiðara.
Laborantnæmingur
Debesartrøð
FR-100 Tórshavn
Faroe Islands
Tel. +298 31 53 00
Fax. + 298 31 05 08
E-mail: feagency@hfs.fo
Søkt verður eftir frítíðaravloysing á skurð-
gongini í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 31.
august 2000.
Umsøkjarin skal hava royndir sum sjúkra-
systir á skurðgongd.
Talan er um starv í fullari tíð, við tilkallivaktum
frá heimi.
Løn- & setanartreytir sambært sáttmála mill-
um Sjúkrasystrafelag Føroya og Fíggjar-
málastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til fyristøðukvinnuna, tlf. 371133 lokal
128.
Skrivlig umsókn við prógvum skal sendast
til:
Umsjónarmannin
Suðuroyar Sjúkrahús
Postrúm 51
800 Tvøroyri
Umsóknarfreist: 21. mars 2000.
Suðuroyar
Sjúkrahús
Húsavørður
Søkt verður eftir húsavørði til Runavíkar
Kommunuskúla, at byrja 1. apríl 2000.
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.:
• At røkja skúlabygningarnar og økini uttan
um skúlarnar
• Gera ymisk viðlíkahaldsarbeiði
• Syrgja fyri at ljós-, hita- og sanitetsviður-
skiftini í skúlunum eru í lagi
• Hava umsjón við reingerðingini á skúl-
unum
• Annað fyrifallandi arbeiði
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at
venda sær til Eyðun Petersen á Teknisku
Umsiting, tlf. 447035.
Umsøkjarin skal hava viðkomandi hand-
verkaraútbúgving.
Umsókn, saman viðupplýsingum um út-
búgving og royndir, skal vera kommununi í
hendi í seinasta lagi 20. mars 2000.
Umsóknin skal vera merkt »húsavørður«.
Runavíkar Býráð
Tiltøk í
mars 2000
NORÐURLANDAHÚSIÐ
Leygardagur 4. mars
kl. 16.00
Íslendska fotoframsýningin »Ljósalfar« letur upp.
Fotomyndirnar eru úr Føroyum. Framsýningin er í
húsinum til 26. mars.
Mikudagur 8. mars
kl. 19.30
Altjóða kvinnudagur v/ fyrilestri, sangi og upplestri.
Kvinnufelagið í Havn skipar fyri.
Sunnudagur 12. mars
kl. 16.00
Dansiframsýning v/ Reijo Kela, Finnland
Leygardagur 25. mars
kl. 19.30
Rytmiska Kórið í Hoydølum framførir »Hair«.
Sunnudagur 26. mars
kl. 16.00
Jazzkonsert. Fyriskipari er TUTL.
Fríggjadagur 31. mars
kl. 19.30
»Oceanic Days«. Symfoni nr. 1.
Tónaskald: Sunleif Rasmussen.
Dirigentur: Bernharður Wilkinson.
Symfoniorkestur: Sinfóniuhljómsveitar Íslands.
Broytingar í skránni kunnu koma fyri.
Telefon 317900 • Fax 319790
e-mail: nlh@nlh.fo • http://www.nlh.fo
Tekstvarp í SvF frá síðu 650
Norðurlandahúsið í Føroyum
Norðurlandahúsið í Føroyum
er opið gerandisdagar kl. 10-18
sunnudagar kl. 14-18.
Reyði krossur Føroya
Sorgarlinjan hjá Reyða Krossi Føroya
svarar allar dagar frá kl. 1700 til 2300
212380
FRAMSÝNINGS-
KØKUR TIL SØLU
Vanl.
prísur 26.756,-
NÚ BERT 12.995,-
Sosialurin - 311820
3 m x 2,20 m
-har tað hendir