Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Týr best umtóktir í Portugal Á einari portugisiski heimasíðu ber til at atkvøða fyri bestu rokk fløgu í 2008, og í verandi løtu liggur Týr væl á odda. Heimasíðan www.rockheavyload. com hevur í løtuni eina atkvøðugreiðslu koyrandi, har møguleiki er fyri at atkvøða fyri bestu fløgu í 2008. 20 bólkar eru um boði, og í verandi løtu liggur føroyski rokk bólkurin Týr klárt á odda við fløguni “Land”. Við 135 atkvøðum framman fyri nummar tvey er sera sannlíkt at Týr vinnur enn ein heiður, og at “Land” tá av tódnar verður kosin til besta rokk fløga 2008 á portugisiski heimasíðuni. Á einari danskari hei- masíðu fyri samkyndar menn har høvuðsend- amálið er at finna ein sex-partnara, eru yvir 100 føroyskir menn skrásettir. Samkyndir menn vanta eftir øllum at døma eitt savningarstað í Føroyum, tí á einari danskari heimasíðu fyri samkyndar menn, eru yvir 100 føroyingar at finna. Planet hevur verið í samband við ein av brúkarunum av heimasíðuni, og hann sigur soleiðis. - Handan heimasíðan er einasta staði vit hava. Tað er ótrúliga trupult at hitta samkyndar menn í Føroyum, men umvegis heimasíðuna ber tað til, sigur hann. Maðurin sigur eisini, at fáir føroyingar vita um heimasíðuna, og tískil ber tað til at halda samskifti á heimasíðuni á einum hampiligum støði. Sambært manninum er stóri vandi fyri at summi fara at nýta heimasíðuna við tí fyri eyga at happa samkynd og gera seg inn á teirra friðskjól, og hetta er eisini orsøkin til at Planet ikki upplýsir heitið á heimasíðuni. Giftir menn nýta sex síðu Heimasíðan er at kalla sera eins og vanligar dating/sex heimasíður, og neyðugt er hjá brúkarum at stovna sær ein profil um teir ynskja at samskifta við aðrar brúkarar. Á yvirlitinum yvir føroyskar brúkarar sæst, at størsti parturin eru menn í 30’unum og 40’unum. Maðurin Planet hevur verið í samband við sigur soleiðis. - Eg havi verið í samband við nógvar giftar menn, sum nýta heimasíðuna sum sex amboð, tí teir eru giftir, og kunnu sostatt ikki fara út í býin at finna sær maka. Vanligt er at menn hittast úti á lítlum bygdum, soleiðis at vandin fyri at verða uppdagaðir ikki er so stórur, sigur maðurin. Føroyskir bøssar á sex heimasíðu Kenny Rogers kemur ikki til Føroya Konsertin 11. apríl verður ikki til ver- uleika, men fyrireikar- arnar siga seg hava vónir um at fáa “The Gambler” til Føroya seinni í árinum. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, og óvist er, um Kenny Rogers kemur til Føroya ella ikki. Fyri stuttum kunngjørdi Dimmalætting at Kenny Rogers skuldi framføra í Tórshavn 11. apríl. Sambært Dimmalætting var tað Sp/F Skot ið skuldi skipa fyri konsertini, men nú hava umboð fyri partafelagið vátta fyri Planet, at Kenny Rogers ikki kemur til Føroya 11. apríl, men at hann møguliga kemur til Føroya í september mánaði í ár. Cutter, ein av fyriskiparunum sigur við Planet, at Sp/F Skot hevur bjóða uppá at fáa Kenny Rogers til Føroya í september, men enn er eingin sáttmáli undirskrivaður. Um “The Gambler” kemur til Føroya ella ikki er framvegis óvist, men konsertin 11. apríl verður eftir øllum at døma ikki til veruleika.