Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 17 - 26. januar 2009 tíðindi - Kenni eg manning- ina rætt, er onki nóg gott fyri teir uttan bara tað at vera bestir, segði Mikkjal Hammer, reiðari á hátíðarløtu í Hvalba leygardagin, tá ið tveir nýggir trolarar komu til bygdina. Tað var stúgvandi fult av fólki á bryggjuni og ynsktu teimum vælkomnum Skipakeyp Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tað var sannur hátíðardám­ ur í Hvalba leygardagin, tá ið teir báðir nýggju trolar­ arnir, sum eitt felag í Hvalba herfyri keypti frá Føroya Banka, komu til bygdina. Tað var stúgvandi fult av fólki og tók ímóti trolarun­ um við røðum, horntónleiki, lúðraljóði frá bátum og bilum og fýrverki, tá ið bát­ arnir stevndu inn eftir fjørð­ inum, saman við trolarunum Steintóri og Sjagakletti og nøkrum smábátum, ið vóru farnir út í fjarðarmunnan at taka ímóti. – Tað er fløvandi at tað er so stórur áhugi var fyri skipunum, segði Mikkjal Hammer, reiðari, á bryggj­ uni í Hvalba, tá ið hann beyð teimum vælkomnum, beint eftir at teir høvdu lagt at. Men hann ásannaði eisini, at hetta var eitt stórt tiltak, serliga nú tað gongur so trekt í fíggjarheiminum. Men kortini var stórur áhugi bæði í Suðuroy, í Havn og í Skotlandi at stuðla hesi ætlanini og at seta pening í bátarnar og til­ samans eru 60 partaeigarar í felagnum. Síðani trolararnir vórðu keyptir, hava teir verið í Frederikshavn til umvæl­ ingar og klassingar og nú eru teir so komnir til Hvalbiar. Annar trolarin hevur fing­ ið navnið Breiðanes, sum er staðarnavn í Lítlu Dímun og hin hevur fingið navnið Hamranes, sum er staðar­ navnið í Hvalba, har flaka­ virkið stendur. Men bæði nøvnini eru annars gomul og vælkend skipsnøvn í Hvalba og á Tvøroyri. Mikkjal Hammer metir, at manningin fer at klára uppgávuna til fulnar, hóast partroling ikki er serliga væl kent í Hvalba. Og hvussu hetta so fer at roynast, vita vit ikki. Men kenni eg manningina rætt, er onki nóg gott fyri teir, uttan at vera bestir. So fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, segði Mikkjal Hammer. Fiska upsa Skipini fara at mest at fiska upsa, sum ikki gongur í ser­ liga høgum prísi, tó at hann er hampuligur kortini. Tey fara at avreiða, har prísurin er best, men bæði flakavirkið í Hvalba og á Tvøroyri hava verið væl kappingarfør hesi seinastu árini, so tað hevur ikki verið neyðugt at avreiða tað stóra uttanlands og tað vónaði hann eisini verður støðan framyvir. Men ongin fær spátt um framtíðina. ­ Vit mugu bara líta á okk­ um sjálvi og gera okkara besta, segði Mikkjal Hamm­ er. Byrjaði í sjeytiárunum Niels Olaf Eyvindsson, varaborgarstjóri í Hvalba helt, at hetta ber tekin um ljósari tíðir, hóast tað síður samanum. Marner Lisberg, nevndar­ formaður í Delta Seafood, sum er partur í nýggju bátunum, segði, at hesir báðir bátarnir eru seinasta úrslitið av teirri framsjón, sum Jens Norðberg longu í sjeytiárunum hevði um at skapa arbeiði og trivnað í Hvalba og sum byrjaði við einum lítlum útróðrarbáti, men sum nú fevnir um fimm trolarar, eitt flakavirki og toskaaling í Hvalba. – Tá ið Jens Norðberg og hansara ikki orkaðu meir, tóku aðrir yvir og teir smæddust sanniliga ikki burtur. Hann segði, at sama søgan er við Delta Seafood, sum byrjaði í einum lítlum fiskakjallara á Tvøroyri í ringastu kreppuárum í 1995 og síðani er virksemið víðkað so spakiliga. Í 1997 fór Delta undir virksemi í Sandoy og í Sandoy rindaði Delta 15 milliónir í lønum í fjør. Síðani er Delta eisini komið til Hvalbiar og hevur latið flakavirkið upp aftur í samstarvi við Hvalbingar. Tað hevur verið gull vert fyri bæði Hvalba og Tvør­ oyri og nú fevnir samstarvið so eisini um hesi bæði nýggju skipini. Partapengarnir í hesum báðum nýggju trolarunum er níggju milliónir og tað er rættiliga nógv, tá ið hugsað verður um, hvussu vánaligt gjaldførið í samfelagnum er. – Tað kann ikki merkja annað enn at álit er á teim­ um monnum, sum skulu dríva verkið, segði hann. Hava bara okkum Hamranes Mikkjal Hammer, reiðari og konan, Frida. Hann, fegnast um, at tað var so stórur áhugi fyri at seta pengar í nýggju bátarnar, hóast tað annars gongur strilti at fáa fígging í hesum døgum