Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-26, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. januar 2009síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 17 - 26. januar 2009 37 tíðindi Hava prógvað síni evni Otto West, borgarstjóri í Hvalba fegnast um, at tað eru partaeigarar úr øllum ættum, sum standa saman um hesar báðar bátarnar. Tíðirnar eru ikki tær bestu, men teir, sum standa aftanfyri hesar bátarnar hava prógvað, at teir hava gott skil fyri at reka fiski­ skip. Hann vísti eisini á, at manningin er rættiliga ung, tí teir eru ímillum 18 og 42 ár, sum skulu manna skip­ ini. Jacob Vestergaard, lands­ stýrismaður í fiskivinnu­ málum fegnaðist um, at undirtøkan hevði verið so stór um alla oynna og aðra­ staðni við. Sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum fegnaðist hann um, at menn høvdu áræði at taka eitt tak, sum hetta, hóast útlitini kanska ikki eru tey bestu í løtuni. Hetta er ein stór uppgáva, sum er havi álit á, at tit fara at fáa at bera til. ­ Tit hava víst í verki, at tit eru úrmælingar til skipa­ rakstur, sum hendan, segði Jacob Vestergaard. Hann fegnaðist eisini um, at tað hevði eydnast so væl at seta tað unga ættarliðið við, sum kundi føra skipini víðari. sjálvi at líta á Breiðanes