týsdagur 27. januar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2009
Heðin Zachariassen,
løgtingsmaður og fyrr
verandi borgarstjóri
í Sunda kommunu,
greiðir frá, at hóast
Tórshavnar komm
una hevur púra rætt,
at tað er landið, sum
eigur eldraøkið, so
má mann onkuntíð
gera tað, ið krevst. Tað
var hetta bygdirnar
í núverandi Sunda
kommunu gjørdu, tá
tær settu røktarheimi
á Mørkini í gongd
Eldraøki
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Hóast tað í lógini er púra
greitt, at landið eigur eldra
økið, og kommunur bara
kunnu byggja røktarheim,
sum síðani skulu góðtakast
av landinum, so heldur Heð
in Zachariassen ikki, at nak
að skeivt varð gjørt, tá
kommunurnar, ið nú manna
Sunda kommunu, avgjørdu
at byggja eitt røktarheim
fyri 38 milliónir krónur, sum
kommunurnar sjálvar guldu
22 milliónir krónur av.
Umleið tað sama hevur
verið galdandi, tá talan er
um ymisku búplássini til
eldri, sum eru komin kring
landið seinastu árini. Komm
unurnar hava goldið bróður
partin, hóast ongin lógarfest
ábyrgd er hjá kommunun
um.
Tað var javnan at fólk
kærdu sína neyð, tí tey
eldru ikki kundu vera ver
andi í sínum umhvørvi. Tí
valdu vit at loysa trupulleik
an, hóast tað í veruleikanum
ikki var okkara borð, sigur
Heðin Zachariassen, ið var
borgarstjóri í Sunda komm
unu, tá røktarheimi varð tik
ið í nýtslu. Hann leggur aft
urat, at kommunan hevði
skyldað einar 20 milliónir
krónur minni, um hon valdu
at lata vera við at byggja,
men av tí at landið onki
vildi gera, so kendu komm
unurnar í økinum eina
skyldu at loysa bráðfeingis
trupulleikan sum var.
Skilir væl Havnina
Heðin Zachariassen skilir
væl, at Tórshavnar komm
una peikar á landið, tá talan
er um hesa uppgávuna.
Tað er púra greitt, at
landið eigur at útbyggja
eldraøkið, so eg skilji væl,
hvat Heðin Mortensen mein
ar við. Hinvegin burdi Tórs
havnar kommuna sæð tørv
in í kommununi, og tí kundi
kommunan kanska raðfest
øðrvísi, á sama hátt sum vit
gjørdu á sinni, sigur Heðin
Zachariassen.
Onki heim uttan hjálp
Tá røktarheimið á Mørkini
á Streymnesi varð gjørt,
tóku kommunurnar bróður
partin av kostnaðinum, men
landið bar eisini sín part av
kostnaðinum.
Landið lovaði okkum
500.000 krónur fyri hvørt
fólkið, ið skuldi búgva á
røktarheiminum. Tí fingu
vit 16 milliónir krónur, um
framt, at landið hevur allan
raksturin um hendi. Tí er tað
eisini landinum at takka, at
vit hava eitt røktarheim, sig
ur Heðin Zachariassen.
Kommunurnar
betri føling
Vit síggja, at tá kommun
urnar eru við í einum
arbeiði, so koma loysnirnar
eisini. Tí haldi eg, at mann í
kommunureforminum, sum
er á veg, skal geva kommun
um eldraøkið eisini, sigur
Heðin Zachariassen. Hann
leggur afturat, at kommun
urnar síggja trupulleikarnar
betri enn landið, og tí eru
tær betri førar fyri at skilja
støðuna.
Í gjár lat eldraráðið
í Tórshavnar komm
unu býráðnum eitt
skriv, har eldraráðið
biður kommununa
taka upp samráðingar
við Landsstýrið
um akuttu støðuna
á eldraøkinum í
høvuðsstaðnum.
– Eg taki ein fund
við Rósu Samuelsen
sum skjótast, sigur
Heðin Mortensen,
borgarstjóri í Havn
Eldraøki
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Sambært Heðini Mortensen
er støðan hjá teimum gomlu
í høvuðsstaðnum ikki nóg
góð, men tað er ikki nakað
kommunan skal lastast fyri.
Eg standi fast við alt tað
sama, sum eg segði í gjár,
at tað er landið, ið hevur
ábyrgdina av eldraøkinum,
vísir Heðin Mortensen á.
Tó fer hann heilt skjótt á
fund við Rósu Samuelsen
um støðuna.
Kommunan hevur verið
í samskifti við almanna
málaráðið, og Rósa Samuel
sen fær eina uppringing frá
mær aftur í dag. Vit mugu
set okkum saman at finna
alternativar loysnir, og har
má heimarøktin koma allar
fyrst, tí hon kann loysa
akuttar trupulleikar, sigur
Heðin Mortensen.
Droppa gølubygning
Heðin Mortensen er sann
førdur um, at tað mugu
alternativar loysnir til nú
trupulleikin er blivin so
stórur. Hinvegin dámar hon
um framvegis onki alterna
tivu loysnina at keypa bygn
ingarnar undir Gráasteini.
Tað tekur tíð at byggja
búpláss, og vit vita á ongan
hátt, um hasir bygningarnir
undir Gráasteini nakrantíð
verða góðtiknir, sigur Heðin
Mortensen.
Hava pening
til alt annað
Nú havi eg eisini eina
áheitan frá eldraráðnum í
hondini, og tí stendur støð
an hjá okkum sterkari, sigur
Heðin Mortensen. Hann
leggur afturat, at hann
heldur tað vera undarligt, at
landið hevur ráð til at
byggja tunlar og so fram
vegis, tá teir ikki vilja pri
oritera eldraøkið.
Spurdur hví Tórshavnar
kommuna ikki hevur gjørt
nakað
sjálv,
tá
aðrar
kommunur í landinum hava
gjørt so nógv burturúr eldra
økinum heldur Heðin Mort
ensen fast við, at hetta ikki
er ein uppgáva, sum komm
unurnar juridiskt sæð onga
ábyrgd hevur av.
Tað vísir seg sum, at
landið vil hava allan avgerð
arrættin, meðan kommunur
nar skulu bera allan kostn
aðin, sigur borgarstjórin í
Havn.
Landið má raðfesta heimarøktina
Loystu
trupulleika
hjá landinum
Røktarheimið á Mørkini við Streymnes er fyri tað mesta goldið við kommunalum peningi hjá Sunda kommunu. Orsøkin til, at
kommunurnar, sum nú eru í Sunda kommunu, avgjørdu at byggja heimið er, at tey kendu seg noydd at loysa trupulleikan, hóast
tað í veruleikanum er ein landsuppgáva
Mynd: Eirikur í Jákupsstovu
Aldur toskur kann smitta
Fiskimenn við Tróndheimsfjørðin í Noregi bera ótta fyri, at
aldur toskur skal smitta tann villa toskin á fjørðinum við
ymsum sjúkum. Fiskimenninir vísa á, at tað finnast tey dømi
um sjúkan tosk. Í báðum førum var talan um fisk, sum var
reyðflekkutur, og sum hevði sár og svullar undir búkinum,
skrivar blaðið TrønderAvisa. Teir báðir sjúku toskarnir eru
sendir myndugleikunum til kanningar, og nú bíða bæði
fiskimenn og alarar eftir svarinum, sum væntandi kemut mitt í
vikuni, skrivar blaðið.