týsdagur 27. januar 2009síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2009
Tvær ungar gentur
og ein ungur drongur
eru nú ákærd fyri at
hava forfylgt einum
drongi í Havnini,
har tey somu nátt
bukaðu hann sundur
og saman heilar
tríggjar ferðir, tí hann
skuldi havt gjørt seg
kynsliga inn á báðar
genturnar ímeðan tær
lógu avdotnar
Harðskapur
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Tað einasta, eg hugsaði
um, var, at hann skuldi hava
bank.
Tað var orsøkin til, at ein
ung genta eina náttina legði
á ein drong mitt á gøtuni í
Havn.
Men fútin sigur, at hon
var ikki einsamøll.
Tvær ungar gentur og ein
drongur eru í felag ákærd
fyri harðskap. Men tey eru
eisini ákærd fyri harðskap í
felag av serliga ráum og
vandamiklum slagi ímóti
einum drongi eina leygar-
nátt fyri einum góðum
árum síðani.
Onnur av teimum ungu
gentunum tvíheldur um, at
drongurin hevði neyðtikið
hana einaferð, hon lá avdott-
in í eini veitslu.
Hin gentan tvíheldur um,
at hann hevði følt upp á
hana og næstan eisini neyð-
tikið hana einaferð hon var
avdottin í eini veitslu.
Hesa ólukku leygarnátt-
ina var so hevndarstundin
komin og tær báðar genturn-
ar og ein drongur eru ákærd
fyri at hava forfylgt hesum
dronginum ígjøgnum nátt-
arlívið í Havnini og tey eru
nú ákærd fyri at leypa á
hann í felag heilar tríggjar
ferðir eina náttina og hava
bukað og sparkað hann
sundur og saman bæði á
kroppin og í høvdið ímeðan
hann lá á vegnum.
Tað var av tilvild at teirra
vegir krossaðust í náttarlív-
inum í Havn hesa náttina
og tað endaði við, at tað fór
heilt yvir gevind.
Fyrstu ferðina vóru tey
øll trý saman um at buka og
sparka drongin. Tá ið hann
slapp sær til rýmingar, eltu
báðar genturnar hann og tá
ið tær fingu fatur á honum
upp á Vaglinum, læt onnur
gentan seg úr stivlunum,
læt hinari gentuni annan
stivlan og saman bukaðu
tær hann á kroppin, í and-
litið og í høvdið við hvør
sínum stivla.
Eitt sindur seinni somu
náttina fingu tey fatur á
honum einaferð afturat í
býnum og tá sigur ákærin,
at báðar genturnar og drong-
urin løgdu einaferð enn á
hann og bukaðu hann av og
sparkaðu hann fleiri ferðir í
høvdið og á kroppin ímeðan
hann lá á vegnum.
Maðurin fekk eitt stórt
blátt merki í høvdið. Hann
fekk somuleiðis ein lítlan
skurð í vangan, umframt
onnur merki í andlitið, men
hann fekk ikki varandi
mein.
Skuldi hava bank
Onnur gentan og drongurin
játtaðu seg partvíst sekan.
Hon játtaði at hon legði á
mannin, men smálutirnar
minnist hon ikki.
Hon segði, at tað einasta,
sum mól í høvdinum á
henni, var, at maðurin
skuldi hava bank fyri tað
hann hevði gjørt ímóti
henni. Men gardinurnar
fóru niðurfyri tá ið hon fekk
fatur á dronginum og hon
slóð mestsum í blindum.
Hin gentan vildi ikki játta
seg sekan. Men hon var so
full, at hon minnist onki til
hendingina, so høvdu vitni
sæð hana gera nakað, kundi
hon heldur ikki mótmæla
tí.
Drongurin játtaði at hava
sligið mannin nakrar ferðir,
men hann sýtti fyri at hava
sparkað hann, sjálvt um
hann áður hevur váttað tað
fyri løgregluni.
Tað er skerpandi fyri tey
ákærdu, at tey framdi harð-
skapin í felag, men tað vildi
ongin av teimum vildi tó
viðurkenna, tí tey søgdu, at
tað var hvør í sínum lagi
Kortini vildi ongin av
teimum góðtaka, at talan
var um harðskap av serliga
ráum
og
vandamiklum
slagi.
Tað mesta, tey vildu við-
ganga, var vanligan harð-
skap.
Hendan triðja gentan er
ókend og tí er hon heldur
ikki ákærd í málinum.
Harðskapurin endaði, tá
ið ein hýruvognur kom
framvið og førari og ferða-
fólk løgdu upp í.
Hýruvognsførarin vitnaði
í málinum og hann greiddi
frá, at hann sá tríggjar gent-
ur sparka drongin við al-
makt, ímeðan hann lá mest-
sum púra deyður á vegn-
um.
Ella sum vitnið málbar
seg: Tað bleiv sparkað
ígjøgnum.
Her skal so leggjast aftur-
at, at annað málið um kyns-
ligan ágang varð meldað til
løgregluna, sum slepti mál-
inum, tí ongi prógv vóru.
Hitt málið um kynsligan
ágang varð ongantíð meld-
að.
Drongurin, sum varð álop-
in, visti, at tær báðar gent-
urnar vóru óðar inn á hann,
tí tær, tí tær gingu og for-
taldi lygnir um, at hann
skuldi havt gjørt seg kyns-
liga inn á tær.
Hann og onnur av teimum
ákærdu
gentunum
og
ákærdi drongurin vóru ann-
ars bestu vinfólk og tað
vóru tey framvegis, tí tey
høvdu biðið um umbering
og tað hevði hann góðtikið.
Tóku lógina í
egnar hendur
Genturnar eru ikki revsaðar
fyrr, men tað er drongurin
aftur fyri í ólukkumát, tí
hann hevur fleiri dómar fyri
innbrot, stuldur, fyri at hava
selt stolnar lutir, fyri at hava
koyrt við kenning og fyri at
hana koyrt bil við ongum
koyrikorti.
Ákærin staðfesti, at hóast
tað var umberandi fyri tær
báðar genturnar, at tær
høvdu eina greiða kenslu
av at hava verið fyri kynslig-
um ágangi frá tí avbukaða
dronginum, verður tað ikki
góðtikið, at fólk taka lógina
í egnar hendur.
Hinvegin
helt
ákærin
ikki, at drongurin kundi um-
bera seg við nøkrum slíkum
og hann hevði sostatt onga
orsøk til at leggjast á dreing-
in.
Ákærin vildi tí hava dron-
gin dømdan at sita í minst
tríggjar mánaðir, umframt
at hann skuldi betala 15.000
krónur í bót og endurgjaldi.
Og so skal hann ikki sleppa
at taka koyrikortið tey
næstu fimm árini.
Onnur gentan, sum er
undir 18 ár, skuldu sleppa
undan at sita, men treytin
var, at hon gevur seg undir
barnaverndina og onki ólóg-
ligt ger í tvey ár.
Hin gentan, sum er yvir
18 ár, skuldi hava ein treyt-
aðan dóm upp á 60 dagar.
Tað merkir, at ger hon onki
ólógligt tey bæði næstu
árini, sleppur undan at sita.
Men treytin hjá henni er, at
hon gevur seg undir treytir
frá kriminalforsorgini.
Prógvini ivasom
Verjarnir hildu, at hetta var
í yvirkantin, tí teir hildu
ikki, at talan var um so
álvarsligan harðskap, sum
ákærin vildi vera við.
Teir hildu eisini, at prógv-
ini vóru heldur ivingarsom
og í øllum førum kundi tað
ikki prógvast, at harðskap-
urin var framdur í felag.
Verjarnir vildu heldur ikki
vera við, at talan var um
harðskap av serliga ráum
og vandamiklum slagi.
Eitt nú varð nógv tosað
um, hvussu stivlarnar sóu
út, um talan var um stivlar
við spískari trónu, hørðum
botni og høgum hæli, ella
ikki.
Verjin hjá dronginum
vísti eisini á, at tað var ikki
prógvað, at drongurin hevði
havt so stóran leiklut í hes-
um, sum ákærin vildi vera
við, tí hann hevði noktað
fyri at hava sparkað og ongi
vitni hevði sæð tað heldur.
Dómarin vildi hava stun-
dir at umhugsa málið og tí
verður dómurin ikki sagdur
fyrrenn í næstu viku.
Hevndu seg inn á ungan
drong fyri neyðtøku
Ymisk livikor í Arktis
Nýggjar kanningar millum fólk í tí arktiska økinum vísa, at í
Grønlandi og Alaska eru millum 70 og 80 prosent av fólkinum
nøgd við tey dagligu livikorini. Harafturímóri eru bara millum
10 og 20 prosent av teimum russisku inuittunum í Chukotka
nøgdir við teirra gerandisdag. Birger Poppel, sum hevur gjørt
kanningarnar, sigur við KNR, at tølini siga ikki alt, tí
viðurskiftini eru so ymisk í teimum ymsu økjunum. Tó er
eingin ivi um, at teir russisku inuittarnir hava verri livikor enn
fólk í Grønlandi og Alaska, sigur hann.
Ein ungur drongur fekk harða viðferð eina náttina hann fór í býin í Havn, tá ið tvær gentur og
ein drongur vildu hevna seg inn á hann tí at hann skuldi havt gjørt seg kynsliga inn á genturnar.
Ta einu ferðina, tær báðar genturnar løgdu á hann, læt bukaðu tær hann av við einum stivlum.
Men sjálvtekt verður ikki góðtikin
Modellmynd: Jens Kritian Vang.