týsdagur 27. januar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2009
3. november varð
spakin settur í við
Tórsvøll til nýggju
fimleikahøllina í
Havn. Arbeiðið er sett
at taka 18 mánaðir, og
enn gongur alt eftir
ætlan
BYGGING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú er slutt við føgrum
orðum. Nú er verulig gongd
komin
á
bygging
av
nýggjari
fimleikahøll
í
Havn, nakað, sum bíðað
hevur verið eftir í ára
tíggju.
3. november í fjør varð
spakin settur í uppi við
vestara enda av Tórsvølli,
og nú gongur arbeiðið sum
eftir ánni.
Spakin var gamaní
settur í fyrst í november,
men arbeiðið er ikki veru
liga farið í gongd fyrr enn
nú í nýggja árinum. Teir
hava so nýtt tíðina fram til
1. januar at etablera arbeiðs
plássið, sigur Heðin Morten
sen, borgarstjóri.
Talan verður um kollvelt
andi betringar fyri fimleikin
í høvuðsstaðnum, tá høllin
um hálvt annað ár verður
klár at taka í nýtslu. Talan
verður um umstøður, sum
lúka altjóða krøv, og fasili
tetirnir verða í topp.
Høllin verður býtt upp í
tríggjar hallir, men veggirnir
kunnu flytast, so talan
verður um eina stóra høll.
Trý rútmisk gólv verða og
ein permanent reiðskaps
høll. Flytbar áskoðarapláss
verða eisini við plássi til
416 áskoðarar, umframt
onnur áskoðarapláss, so
samlaða áskoðaratalið fer
at liggja um 500, sigur
borgarstjórin.
Ítróttadepil
Nýggja
fimleikahøllin
kemur at liggja mitt í ítrótta
økinum í Gundadali við
svimjihøllini,
ítrótta
høllunum
og
fótbólts
vøllunum sum nærmastu
grannum.
Ætlanin er, at bygningurin
skal fella væl inn í lands
lagið, og á síðuni,m sum
vendir út móti Tórsvølli,
skulu áskoðarapláss gerast.
Somuleiðis skal gerast ein
pallur út móti Tórsvølli,
sum skal kunna nýtast til
ymisk tiltøk, sum tikl dømis
konsertir og framsýningar.
Eystursíðan
verður
í
tveimum
hæddum
við
einari balkong, har síggjast
kann út yvir tær tríggjar
hallirnar. Vestan fyri høllina
er ætanin – tó ikki í fyrstu
syftu – at gera eina atgongu
merkjasølu, sum samstundis
skal vera café.
Tað eru tvey fimleikafeløg
í Tórshavn, Havnar Fim
leikafelag
og
Fimleika
felagið Ljósið.
MT Højgaard stendur
fyri byggingini.
Fimleikahøll til tíðina
Eftir at MT Højgaard nýtti seinastu mánaðirnar av 2008 at etablera arbeiðsplássið, hevur verið arbeitt støðugt síðani nýggja árið
byrjaði
Mynd: Álvur Haraldsen
Føddi áttalingar
Ein kvinna í USA hevur føtt ikki færri enn átta børn á
einari føðistovu í Kalifornia. Ella rættari sagt, fýra
føðistovur vórðu nýttar til føðingina, og ikki færri enn 46
læknar, sjúkrasystrar og jarðamøður vóru við til
føðingina. Mamman, sum enn er ónevnd, føddi seks
dreingir og tvær gentur, sum vigaðu millum 820 gramm
og 1500 gramm. Hetta er bert aðru ferð í amerikansku
søguni, at ein kvinna hevur føtt átta livandi børn í senn.
Læknarnir høvdu roknað við sjey, og gjørdust tí bilsnir, tá
hin áttandi nýføðingurin eisini kom til verðina. Tað visti
sjónvarpsstøðin Sky News at siga.
Læknarnir Karen Maples,
Harold Henry og Mandhir
Gupta á tíðindafundinum á
Kaiser Permanente Bellflower
Medical Centre, har føðingin
fór fram
Kendi føroyski
landsliðsleikarin,
Súni Olsen, varð í
Føroya Rætti í dag
dømdur 50 daga
fongsulsrevsing fyri
í september í fjør
at hava sligið ein
duravørð. Serliga
umstøður gjørdu
tó, at revsingin er
treytað
RÆTTARMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein býtúrur í september í
fjør hevur nú fingið ta
avleiðing
fyri
føroyska
landsliðsleikaran,
Suna
Olsen, at hann er dømdur í
50 daga fongsulsrevsing
fyri at hava sligið ein dura
vørð.
Hendingin fór fram 7.
september í fjør, tá Súni
Olsen eftir gott lag við vin
monnum endaði í Eclipse.
Har sóu tveir duravørðar
eftir øllum at døma lands
liðsleikaran so illan og
óhøviskan, at teir gjørdu av
at tveita hann á dyr.
Dómarin legði til grund,
at hóast ósamsvar á fleiri
punktum var í frágreiðing
unum, mátti staðfestast, at
Súni Olsen hevði sligið
annan av duravørunum so
harðliga,
at
ein
hann
brákaði eina tonn.
Dómarin valdi tí at ganga
ákæranum á møti og døma
landsliðsleikaran í 50 daga
fongsul. Men hann var kort
ini ikki samdur við ákæra
num um, at dómurin skuldi
verða treytaleysur.
Í grundgeving síni førdi
dómarin fram, at ósamsvar
er millum frágreiðingarnar
hjá duravørðunum, og har
til førdi eitt annað vitni
fram, at duravørðarnir vóru
bæði harðligir og ósømi
ligir. Eisini taldi tað við, at
Súni Olsen var í østari
sinnisstøðu, umframt at
hann ongantíð hevði verið
úti fyri slíkum áður.
Dómarin gjørdi tí av, at
fongsulsrevsingin
skuldi
verða treytað, og fellur
burtur, um Súni Olsen
einki revsivert ger tvey tey
komandi árini.
So hóast Súni Olsen nú
má liva við at verða dømdur
fyri harðskap, so sleppur
hann kortini undan at fara
inn at sita revsingina av
sær.
Jógvan Páll Lassen hevði
ikki fingið sjálvan dómin,
tá vit tosaðu við hann beint
eftir døgurða, men bert
hoyrt úrslitið. Støða er tí
ikki tikin enn til, um
dómurin verður skotin inn
fyri hægri rætt. Men sam
bært verjanum verður støða
tikin til hetta innan heilt
fáar dagar.
Súni Olsen dømdur 50 daga fongsul
Súni Olsen varð í dag dømdur fyri harðskap – men sleppur
kortini undan at sita dómin á 50 dagar, um hann einki
revsivert ger í tvey ár