týsdagur 27. januar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 18 - 27. januar 2009
HPV koppseting kann bj
Føroya Felag móti
Krabbamein metir
koppsetingina móti
HPV virussinum vera
av alstórum týdningi.
Krabbamein hevur bæði
menniskjansligar og
peningaligar avleiðingar
við sær, og tí hevur landið
ikki ráð at lata vera við at
koppseta móti sjúkuni
krabbamein
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tølini yvir kvinnur, ið gerast
sjúkar
av
krabbamein
í
lívmóðurhálsinum, eru høg í
Føroyum, samanborið við okkara
grannalond. Hví er óvist. Men
Føroya Felag móti Krabbameini
vísir á, at tað er av alstórum týdn
ingi at føroyskar gentur vera
koppsettar móti HPV virussinum,
ongantíð ov tíðliga. Ein millión er
fyribils sett av á fíggjarlógini,
men kunngerðin er ikki komin
enn, sum sigur hvussu farast skal
til verka.
Føroya Felag móti Krabbameini
mælir til at 12 ára gamlar gentur
vera koppsettar, umframt uppfylg
ing av aldursbólkinum gentur 13
15 ár. Men av tí at bert tann eina
milliónin verður sett av, er tað
kanska skilabest at taka tær 1315
ára gomlu fyrst, og síðani at fara í
holt við tær 12 ára gomlu frá
næsta ár, sigur Jansy Gaardlykke,
dagligi leiðarin á Føroya Felag
móti Krabbameini.
HPV koppsetingin verjir mótir
tveimum av sløgunum av HPV
virussinum, sum koma oftast fyri
í krabbameinstilburðunum í lív
móðurhálsinum. Krabbamein í
lívmóðurhálsinum rakar oftast
ungar kvinnur, yngri enn 45 ár.
Sum er, kunnu gentur lata seg
koppseta móti virussinum, men
hendan koppsetingin kostar á leið
34.000 krónur.
Tað ger, at tað eru bert tey
vælbjargaðu
hava
ráð
til
koppsetingina, og tað er ikki rætt.
Við tað at mann letur hesa
koppsetingina ókeypis til allar
gentur, sparir landið í seinna enda
nógvan pening í viðgerðum.
Harafturat
hevur
krabbamein
stórar menniskjansligar avleið
ingar fyri familjulív. Alt talar
sostatt fyri ókeypis koppseting av
ungum gentum. Vit hava snøgt sagt
ikki ráð at lata vera, sigur Jansy
Gaardlykke.
Ikki ráð at lata vera
Ófriður í Madagaskar
Misnøgd við stjórnina hevur elvt til ógvusligan ófrið í
høvuðsstaðnum í Madagaskar, Antananarivo. Í gjár gingu
fleiri túsund fólk kravgongu í miðbýnum. Tey settu eld á
kringvarpshúsini og kravdu, at stjórnin, sum Marc Rava
lomananas, forseti, hevur tilnevnt, skal leggja frá sær í
stundini. Myndugleikarnir siga, at tvey fólk hava latið lív
í ófriðinum, men fjølmiðlarnir vilja vera við, at minst
ellivu fólk lógu eftirá í gjár. Tíðindastovurnar vænta, at
ófriðurin fer at halda fram, tí fleiri fakfeløg eru farin í
verkfall fyri at leggja størri trýst á stjórnina og forsetan.
Rockstjørna løgd undir eldáseting
Myndugleikarnir í Teilandi hava nú skuldsett ein kendan tónleikara fyri at
hava sett eld á ein náttklubba í høvuðsstaðnum Bangkok gamlaárskvøld.
Náttklubbin kolaðist upp, og 64 fólk doyðu. Meiei enn 200 máttu á sjúkrahús
við brandsárum. Tann 28 ára gamli, sum spælir í einum teilendskum rock
bólki, er tann sætti maðurin, sum er tikin og skuldsettur í sambandi við elds
brunan. Løgreglan sigur, at alt bendir á, at eldurin kyknaði, tí onkur brúkti
fýrverk inni í náttklubbanum.
Gunnvá Hansen kendi einki til HPV
virussið, sum elvir til krabbamein í
lívmóðurhálsinum, tá hon fyri tveimum
árum síðan fekk staðfest sjúkuna. Hon
noyddist at taka burtur lívmóðurina.
- Tað má vera tryggjandi fyri mammur
og ommur, har sjúkan til dømis er
arvalig, at tær kunnu tryggja sínar døtur
og ommudøtur móti sjúkuni. Ókeypis
koppseting skuldi sjálvsagt verið eitt tilboð
til allar gentur, sigur hon
Mynd: Jens Kristian Vang
Tølini, sum Krabbameinsfelagið kann vísa á, vísa at krabbamein
í lívmóðurhálsinum kemur oftari fyri í Føroyum enn í okkara
grannalondum. Tað er óvist hvør orsøkin er
Danmark
Føroyar
Finnland
Ísland
Noreg
Svøríki