Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-27, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2009síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 18 - 27. januar 2009 arga lívum Á aðalfundinum leygardagin vóru óvanliga nógv programmfólk úr Kringvarpinum møtt, sum vilja hava fakfelagið hjá blaðfólkunum at umboða tey eisini FAKFELAG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Aðalfundurin hjá felag­ num Føroysk Miðlafólk leygardagin var kollvelt­ andi, siga fakfelagið hjá tíðindafólkum á bløðunum í tíðindaskrivi. ­ Við umfatandi við­ tøkubroytingum er felagið nú til reiðar at gerst veruligt fakfelag hjá øllum miðlafólkum. Uppbýting­ in av limunum í fakfelags­ limir og áhugalimir er so­ statt farin í søguna, sigur Ingolf S. Olsen, nevndar­ limur. Higartil hevur felagið bert havt sáttmála fyri tíð­ indafólk og fotografar á bløðunum, men fer nú eis­ ini at royna at fáa sáttmála fyri sínar limir í Kring­ varpinum. Seinastu tíðina hevur felagið havt stóra tilgongd av programmfólki í Kringvarpinum, sum bert ynskja at eitt felag røkir teirra áhugamál. Hetta merkti eisini aðal­ fundin við at óvanliga nógv programmfólk úr Kringvarpinum møttu upp á aðalfundinum í Bridge­ húsinum í Havn. Fyri at styrkja felagið og býta arbeiðsbyrðarnar á fleiri herðar samtykti aðalfundurin at víðka nevndina, soleiðis at hon nú telur fimm nevndarlimir móti trimum higartil. Anna V. Ellingsgaard, tíðindakvinna á Sosialin­ um, varð vald aftur til forkvinnu. Hini fýra í nevndini eru Jógvan Hugo Gardar, pro­ grammfólk í Kringvarp­ inum er næstformaður, Álvur Haraldsen, fotograf­ ur á Sosialinum er kassa­ meistari, Georg L. Peter­ sen, tíðindafólk á Dimma­ lætting er skrivari, og Ingolf S. Olsen, pro­ grammfólk í Kringvarpi­ num er nevndarlimur. Jógvan Hugo Gardar og Georg L. Petersen eru nývaldir í nevndina. Føroysk Miðlafólk: Til reiðar at umboða øll miðlafólk Anna V. Ellingsgaard Álvur Haraldsen Georg L. Petersen Jógvan Hugo Gardar Ingolf S. Olsen Bill Gates dapurskygdur Bill Gates, sum var við til at leggja lunnar undir heimsfyritøkuna Microsoft, væntar ikki, at heimsbúskapurin fer at rætta seg aftur fyrr enn um eini 10 ár. Í einum brævi um sítt vælgerðararbeiði skrivar Gates, at tað, sum er hent á fíggjarmarknaðinum í seinastuni, er ongantíð hent fyrr, og hann væntar, at kreppan fer at hava avleiðingar í fleiri ár. Kortini væntar hann, at um eini 10 ár kunnu vita venda okkum á og siga, at hatta var tað, skrivar Bill Gates. Fekk átta børn Fyri fyrstu ferð í søguni hevur ein amerikonsk kvinna fingið átta børn ísenn. Kvinnan, sum býr í Kalifornia, fekk seks dreingir og tvær gentur. Børnini vigaðu millum 680 og 1.470 gram, tá tey komu í heimin, men læknarnir á sjúkrahúsinum í Los Angeles siga, at tey hava tað gott, hóast tey fáa hjálp frá andingartólum. Børnini vórðu tikin við keisaraskurði eina viku fyri ta ásettu tíðina. Sjúkrahúsið sigur, at tað tók fimm minuttir at fáa øll tey átta børnini úr móðurlívinum. Ein fortreyt fyri at fáa krabbamein í lívmóðurina, er at ein fær HPV viruss. Til ber at sleppa undan hesum virussið við eini koppseting, ið verður framd á gentur í aldrinum 9-26 ár. Ein kann sostatt koppsetast móti krabbameini. Men Gunnvá Hansen, ið javnt hevur latið sítt undirlív kannað, hevði ongantíð hoyrt um hetta viruss, sum gav henni krabba- mein og sum hevði við sær eftirfylgjandi burturtøku av undir- lívinum. Fólk vita ikki hvussu álvarsligt tað er, sigur hon KrAbbAmEin Eilen Anthoniussen eilen@sosialurin.fo 41 ára gamla Gunnvá Han­ sen gjørdi sum hon skuldi, tá hon fyri góðum tveimum árum síðan møtti upp til screening í lívmóðurini. Tað hevur hon gjørt triðja hvørt ár tey seinastu árini. Kanningin vísti, at kyknu­ broytingar vóru í lívmóður­ ini. Ein klípiroynd varð gjørd av lívmóðurhálsinum, sum staðfesti at Gunnvá Hansen hevði fingið krabbamein. ­ Eg hevði eingi sjúkueyð­ kenni. Eg kendi meg kanska eitt sindur troytta, men tað er ikki so løgið ­ tað kann vera av øllum møguligum, greiðir hon frá. Orsøkin til møðina var krabbi í lívmóðurhálsinum, og fyri tveimum árum síðan var hon á hospitalinum og fekk tikið burtur sína lívmóður. Tað einasta, ið er eftir, eru eggjastokkarnir. ­ Maðurin og eg høvdu tosað um ikki at fáa okkum fleiri børn, nú vit høvdu fingið trý meðan eg var ung. Men tað var ein ótrú­ liga óunnilig kensla, at kenna at tann møguleikin verður tikin frá tær bara soleiðis, sigur hon. Ókeypis koppseting ein eingangsíløga Tey flestu í hennara familju, vinir og starvsfelagar vita um sjúkutilburðin, Gunnvá Hansen hevur verið ígjøgn­ um. Men ovfarin gjørdist hon, tá talan kom inn á HPV virussið, ið eingin kendi til, og sum vísir seg at vera orsøk til 70 prosent av øllum krabbameinstil­ burðum í undirlívinum. Harafturat at at tað er eitt viruss sum smittar við kynsligari samlegu. Hon hevur ongantíð fingið staðfest, at tað var HPV virussið, ið førdi til krabbameinið í lívmóðurini. Tað er kortini sannlíkt, at tað er orsøkin, tí heili 70 prosent av øllum tilburðum av krabbamein í lívmóð­ urini, stava frá HPV virussi­ num. Gunnvá Hansen metir, at kunningin um HPV virussið er smálig, tí tað eru fleiri við henni, ið kenna lítið til sjúkuna. Nú, tað hevur verið tosað so nógv um koppseting móti sjúkuni, heldur hon at tað sjálvsagt er uppá sítt pláss at koppsetingin móti HPV virussinum er ókeypis fyri ungar gentur. ­ Tað má vera tryggjandi fyri mammur og ommur, har sjúkan til dømis er arvalig, at tær kunnu tryggja sínar døtur og ommudøtur móti sjúkuni. Ókeypis koppseting skuldi sjálvsagt verið eitt tilboð til allar gentur, sigur hon. Hon metir, at ókeypis koppsetingin kemur at kosta landinum einar tvær milliónir í uppstarti, sum er ein eingangsíløga, og har eftir 1,6 milliónir árliga. Tað er lítið í mun til útreiðslurnar hjá landinum í samband við sjúklinga­ uppihald í Danmark, mist løn og so framvegis. Hvat? Hvør? Nær? Eitt er, at tað er lítil kunning um virussið millum fólk. Eitt annað, sum kundi verið betri, er um kommunu­ læknin kunnaði um virussið. Sum er, er samskiftið mill­ um sjúkling, kommunu­ lækna og landssjúkrahús út av lagi, metir Gunnvá Hansen. Í hennara føri fekk hon í mai mánaði bræv um at møta til screening, men hon mátti bíða til september fyri at sleppa til kommunu­ lækna, tí teir eru so over­ vaðir. Eftir at hava verið til kanningar á Landssjúkra­ húsinum, mátti hon aftur bíða í mánaðir eftir svari. ­ Samskifti er eitt, sum er keðiligt við hesum, tí tað er vónleyst at vita hvør hevur fráboðanarskylduna. Av tí sama koma fleiri føroyskar kvinnur ov seint í viðger, og fleiri detta helst burtur millum. Eitt annað er, at læknar ikki geva sær far um hvussu vandamikið HPV virussið í veruleikanum er. Hesa seinastu útsøgnina grundar hon á vitan, hon fær umvegis undirlívs­ bólkin, sum er stuðulsbólkur undir Krabbameinsfelagn­ um, har hon er virkin limur. Í stuðulsbólkin kunnu allar kvinnur koma, sum hava ella hava havt krabbamein í undirlívinum. ­ Konufólki dáma ikki so væl at tosa um hetta evnið, sum er so sárt, og er ein slíkur bólkur tískil eitt frírúm til at tosa um tað, hinar í bólkinum eisini hava verið ígjøgnum. Hóast tað eru liðin tvey ár síðan Gunnvá Hansen var skurðviðgjørd, og hon eingi sjúkueyðkenni hevur havt síðan, hevur hon ikki rist sjúkuna úr tilvitskuni. ­ Óttin vil alla tíðina vera har. Eg hevði ikki ivast í at koppsett dóttir mína, hvis hon var yngri, og eg kundi spart henni fyri hetta. Eg haldi, at hendan kunningin er so umráðandi, og vit í Krabbameinsfelagnum fara at leggja okkum eftir at fara út á skúlar at kunna um koppsetingina. Fólk mugu fáa at vita hvat tað er fyri eitt viruss, hvør fær tað, nær mann skal lata seg koppseta, og hvussu nógvar fáa tað, sigur Gunnvá Hansen.