Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 18 - 27. januar 2009 13 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND MAgNuS guNNArSSoN MAggi@SoSiAluriN.fo tlf 341800 fAx 341801 Martha Matras, fødd Mørkøre, úr Havn, andað­ist sunnudagin 25. januar, 99 ára gomul. Jarð­arferð­in verð­ur úr Havnar Kirkju mikudagin 28. januar kl. 13. Jákup Jacobsen, vanliga nevndur Jákup á Báraldar­ bakka, í Vági, andað­ist á Suð­uroyar sjúkrahúsi leygar­ dagin 24. januar, 93 ára gamal. Andlát og jarðarferðir Leygardagin 17. januar fylti Heini Johansen í Vestmanna 75 ár. Heini er havnarmað­ur, sonur Dagmar og Herluf Johansen. Hann lærdi til timburmann hjá pápanum, sum var timburmeistari. Síð­an lærdi hann til skrivstovumann á Lønjavningargrunni Skips­ fiskimanna frá 1953 til 1956, tá hann fekk starv í Føroya Banka, har hann eisini fekk útbúgving sum bankamað­ur. Í 1963 bleiv hann settur sum deildarleið­ari hjá Før­ oya Banka í Vestmanna. Hetta starv røkti hann til 1994. Heini hevur eisini sitið­ á Løgtingi. Í tíð­arskeið­inum 1991­94 var hann eykamað­­ ur hjá Thomasi Arabo, um­ boð­andi Javnað­arflokkin. Heini er giftur við­ Finn­ gerð­ f. Pætursdóttir Dam, av Tvøroyri, dóttir Ragnhild og Peter Mohr Dam. Tey eiga tveir synir, sum báð­ir eru maskinmeistarar. Heini Johansen 75 ár Dagurin 27. januar. Chrysostomos, deyð­ur ár 407. Jóannes æt hann, men fekk navnið­ Chrysostomos (gullsmið­ur), av tí at hann var tiltikin at prædika. Var patriarkur í Konstantinopel, men fekk so nógvar fíggindar innan fyri kirkjulið­ið­, at hann fleiri ferð­ir mátti taka til rímingar, og á einari av ferð­unum doyð­i hann, men varð­ seinni skírdur halgimenni. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Sosialurin 24. januar 1984 skrivar um ódnarveð­rið­ sum leikað­i í sunnunáttina og sunnudagin 22. januar og sum kostað­i nógvar milliónir krónur. Í blað­num eru fleir myndir úr Vágsbotni, har tað­ var eitt øgiligt sorl og eystari moli í Havn fekk heilt stóran skað­a og øll skipini sum lógu við­ molan slitu og Bakur hjá Skipafelagnum rak inn á Skinnarasker innanvert Tinganes. Sjúkrabáturin Reyð­i Krossur sleit og rak inn í krókin í Vágsbotni. Flotbrúgvarnar fingu skað­a, og fleiri bátar sukku. Tað­ var ikki bara í Havn at nógvir skað­ar vóru, eisini við­ fleiri havnir og havnaløg kring landið­ fingu stóran skað­a. Fyri 25 árum síðan: Skaðaódn í 1984 Mynd frá ”Realskúlafram­ sýningini 1916­66”, sum Jórunn Dánjalsdóttir skip­ að­i fyri í Kommunuskúlan­ um í Havn í summar. Mynd­ in er av realskúlanæmingum sum hittust aftur í 1990 á Ingutrøð­. Aftara rað f.v.: Sigrid Winther (Arge), Sanna W. Johansen (í Brekkunum), Ása Joensen (undir Kletti) og Anna Sofía Restorff. Fremra rað f.v.: Gunnvør av Reyni, Marjun C. Joen­ sen (Marion Kauffeldt) Um onkur hevur hug at ogna sær hesa mynd, er við­komandi vælkomin at venda sær til Jórunn Dánj­ alsdóttir á telefon: 226024. Myndaeigari: Marion Kauffeldt Realskúlanæmingar hittust í 1990 Lesið - so eru tit við