Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. januar 2009síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 vinnan Nr. 18 - 27. januar 2009 ársins leiðari Leif Láadal – Hendan maskinan kostar einar fimm milliónir krón­ ur. Regin Jacobsen peikar á ein stóran stálkassa, sum er karmur um eina sera fram­ komna reinskeri­skipan við trimum ymiskum knívum. Kassin er ikki størri enn ein kummufrystari í vavi, men hann ger tað arbeiði, sum eini 20 fólk skuldu gera, tá reinskorið varð við hond. Í høllini eru eisini aðrar framkomnar maskinur, men har eru eisini fólk, tá virkið koyrir. – Í hesi høllini arbeiða átta fólk, men áðrenn vit fingu nýggju teldustýrdu maskinurnar, skuldu eini 35­40 fólk til fyri at gera sama arbeiði, fortelur hann. Stongdu virkið At hava møguleika at keypa eina maskinu fyri fimm milliónir krónur, var ikki tað, sum lá fremst í hugan­ um hjá Regini Jacobsen og hinum á Bakkafrost í 1992. Men júst fimm milliónir krónur var tað sum mangl­ aði í, tí tann 21.mai hetta árið gjørdi Ídnaðargrunnur­ in av at steingja Bakkafrost. Lønsemið var ikki nóg gott, og felagið var koyrt á húsa­ gang. – Eg minnist at virkið stóð til sølu fyri fimm milliónir krónur í eitt heilt ár, men tað vóru tíbetur fyri okkum somikið fáir pengar í samfelagnum, at eingin keypti tað, fortelur Regin Jacobsen. Regin, sum tá var 26 ára gamal, var stjóri, og tað var tí millum annað hansara uppgáva at syrgja fyri at øll fingu sítt, tá tað snúði seg um pengar. Men har vóru eingir pengar. – Vit fingu eina góða avtalu í lag við bústjóran, og sluppu at leiga virkið, so leingi tað ikki var selt, og sum sagt, so var keypiorkan í Føroyum um hetta mundi rættiliga avmarkað, so tað endaði við at vit fingu arbeitt okkum somikið av pengum upp, at vit kundu keypa virkið aftur, minnist Regin. Størst í Føroyum Bakkafrost Holding er í dag ein fyritøka við 230 starvs­ fólkum. Framleiðslan er 20.000 tons av aldum laksi árliga, og av teimum verður so framleitt 5000 tons av lidnari vøru, sum er vakum­ pakkaðar laksaporsjónir. Fyritøkan er tann størsta av sínum slagi í landinum, men gongst alt sum ætlað, verður hon uppaftur størri um ikki so langa tíð. Tað er nevniliga soleiðis, at Vest­ laks varð selt fyri nøkrum mánaðum síðani, og sjálvt um talan er um tvey ymisk feløg, so eru tað somu eigarar, ið eiga Bakkafrost­ samtakið og Vestlaks­sam­ takið. Ein broyting í lógini um aling í Føroyum er í løtuni til hoyringar, og har verður millum annað lagt upp til, at somu eigarar nú kunnu eiga upp í helvtina av øllum aliloyvunum í landinum. Í løtuni er markið 25 prosent. – Sjálvt um vit eru ein stór fyritøka, so er hon lítil í mun til eitt nú stóru norsku og kilensku alifyritøkurnar, so hesin møguleikin er kærkomin og neyðugur, um vit skulu megna at kappast við tær størstu alararnar í heiminum, so sum vit vilja, sigur Regin Jacobsen. Virksemið í nærum 400 ár Beiggjarnir á Bakka á Glyvrum bygdu fyritøkuna Bakkafrost upp frá 1966 og fram. Í fyrstani tóku teir ímóti nógvu sildini, sum var at fáa á fjørðinum. Seinni varð farið at keypa sild frá skipum, sum fiskaðu í Norðsjónum og aðrastaðni. Bakkafrost framleiddi sild í gløsum og spannum, og tað gekk væl líka til í 1977, tá sildaforboð bleiv sett í verk Fakta Eigarar av Bakkafrost Holding: Havsbrún Føroya Banki Fólkini “á Bakka” Íløgufelagið Tjaldur TF-Holding LÍV Norðoya Íløgufelag JH Holding Sp/f L.G.S. At tað var Regin Jacobsen, stjóri fyri Bakka­ frost­samtakið, sum varð valdur “Ársins vinnulívsleiðari 2009”, kom ikki sum nakað sjokk fyri almenningin. Av teimum trimum tilnevndu, var ungi stjórin við tunga Bakka­ frost­arvinum stórur favorittur. Og tað var eisini ein glaður stjóri, sum tók ímóti, tá vit vitjaðu á høvuðsskrivstovuni á Glyvrum dagin eftir til eitt prát um heimsins besta alda laks, leiðslu, arvagransking, sild í gløsum, húsagang, starvsfólkatrivna og annað Ársins privati leiðari: Regin bakkar ikki fyri avbjóðingum SAS sigur upp Herfyri samdust leiðslan í skandinaviska flogfelagnum SAS og fakfeløgini hjá starvsfólkunum um eina neyðsemju, sum millum annað bar í sær, at summi máttu niður í løn, og at onnur máttu úr starvi. Nú hevvur SAS so tikið tær fyrstu avleiðingarnar, og í gjár fingu 200 starvsfólk hjá deildini í Kastrup uppsagnarbræv. Tíðarritið Take Off skrivar, at talan er um fólk, sum arbeiða í avgreiðsluni, og fólk á farmadeildini. SAS hevur sagt, at felagið noyðist at spara eina milliard krónur í rakstrinum. Eingin lønarveitsla Í vár fara sátmálarnir millum grønlendska heimastýrið og fleiri fakfeløg úr gildi. Millum annað er talan um sáttmálar við starvsfólk innan heilsuverkið. Hesi hava vanliga krøv um hægri løn, men heimastýrið hevur longu gjørt greitt, at rúm er ikki fyri nakrari lønarveitslu í ár. Heimastýrið vísir á, at fíggjarlógin hevur 306 milliónir krónur í halli, og at hetta saman við altjóða fíggjarkreppuni ger, at tað fíggjarliga rásarúmið hjá landsstýrinum er sera avmarkað.