týsdagur 27. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
vinnan
Nr. 18 - 27. januar 2009
Heimsins
besti laksur
Tú skalt ikki hava tosað leingi við stjóran hjá
Bakkafrost-samtakinum, Regin Jacobsen, áðrenn
tú hoyrir hann nevna føroyskan alilaks, sum
heimsins besta alda laks. Tað ljóðar flott, og tað
er tað eisini, tí tað er ikki bara Regin Jacobsen,
sum sigur tað. Tað eru tað eftirhondini eisini
fleiri og fleiri útlendskir keyparar, sum hava
varnast.
Grundgevingarnar hjá Regini Jacobsen byggja
millum annað á kanningar, sum eru gjørdar
uttanlands. Kanningar, sum vísa at føroyski aldi
laksurin hevur nógv størri innihald av teimum
gagnligu omega3-sýrunum enn flestu
kappingarneytar. Tær vísa eisini, at føroyski
laksurin er fríður fyri antibiotika, umframt at
hann fær fóður, sum ikki er genmodifiserað.
Tá hesi kemisku fakta verða løgd saman við
umstøðunum at ala í Føroyum, har tættleikin er
lágur í ringunum, havið er reint og skipanir eru
gjørdar fyri sjúkufyribyrging við t.d. at
brakkleggja og árgangsskilja, so hava vit
heimsins besta alda laks, heldur ársins leiðari
2009, Regin Jacobsen.
í Norðsjónum.
– Hatta gróthúsið bleiv
brúkt til vinnuligt virksemið
fyri meira enn hundrað ár
síðani, fortelur Regin og
peikar út í tún, í tí vit fara
upp trappurnar til skriv
stovuøkið.
Og meðan vit sessast,
tendrar stjórin farteldu sína,
og fortelur mær um hansara
stóra frítíðaráhuga: Ættar
gransking. Og kanska ikki
so løgið, so kann nógv av
hesi gransking eisini setast
í samband við vinnulívið á
Glyvrum.
– Eg havi funnið útav, at
her má hava verið vinnuligt
virksemið á Glyvrum í eini
400 ár. Fyrsti festarin var
Niels Jacobsen, sum var
føddur í 1623, og hann var
bæði bóndi og sýslumaður,
umframt at hann eisini ar
beiddi sum sorinskrivari
eina tíð, fortelur Regin
Jacobsen.
Øll innfødd Glyvrafólk
stava
frá
hesum
Niels
Jacobsen, og ein standmynd
av undangongumanninum
hevði verið upp á sítt pláss,
heldur Regin.
Vaska klæðini
fyri fólk
Bakkafrostsamtakið fevnir
í dag um átta aliøkir, tríggjar
smoltstøðir,
tvær
fram
leiðslueindir
umframt
høvuðsskrivstovuna
á
Glyvrum. Fyritøkan er so
mikið stór og somikið væl
fyri fíggjarliga, at hon
hevur ráð og hug at fjálga
um starvsfólk síni.
– Fyri at kunna framleiða
heimsins besta alilaks, tí
tað er tað sum vit gera,
sigur
Regin
avgjørdur,
mugu vit eisini hava heim
sins bestu starvsfólk, og tey
hava vit eisini, leggur hann
afturat.
Ein máti at fáa hesi starvs
fólk, er at skapa nakrar karm
ar, har fólk trívast. Á sjálvum
aliøkjunum eru fastar manna
gongdir fyri, hvussu arbeiðið
verður skipað. Har snýr tað
seg um at fara væl við fisk
inum
og
sær
sjálvum.
Hvørki starvsfólk ella fiskur
skulu blíva strongd, tí tað
sæst beinanvegin aftur á
lidnu vøruni.
Inni á framleiðsluvirk
inum á Glyvrum verður
eisini nógv gjørt fyri at
starvsfólkini skulu trívast.
Millum annað skulu tey
ikki hugsa um at vaska
arbeiðsklæðir síni. Tað tek
ur fyritøkan sær av. Um
framt at leggja stóran dent á
at hava støðugt arbeiði til
fólk, verður eisini gjørt
nógv
burturúr
sjálvum
arbeiðsumstøðunum.
Tað
nýggjasta átakið er at leggja
ljóðdoyvandi loft uppundir
alt virkið, so tað ikki er so
nógvur larmur.
Tað fakliga
Tá Regin Jacobsen varð
valdur til ársins leiðari, var
tað hann, sum varð valdur
persónliga, men hendan
heiður vil hann ikki eiga
einsamallur. Hann er skjótur
at nevna starvsfólkini í
virkinum, og sjálvt um tað
nokk er nakað, sum mann
skal gera, so tykist hann
ógvuliga sannførandi, tá
hann sigur tað. Hetta kann
hava nakað við tað at gera,
at Regin er uppvaksin í
fyritøkuni. Hann arbeiddi
longu á skrivstovuni, tá
hann gekk í handilsskúla,
og tann fakligi kunnleikin,
sum hann síðani hevur ogn
að sær, er eisini tikin, með
an hann hevur verið ein týð
andi partur av familju
fyritøkuni. Tað er blivið til
eina HDútbúgving í rokn
skapi og revisjón, sum varð
tikin, meðan hann arbeiddi.
– Tað var eitt sindur løgið
at arbeiða við fiktivum
uppgávum, tá eg tók HD, tí
eg var vanur at arbeiða við
veruligum fólki og verulig
um pengum, men tað var
samstundis ein avbjóðing,
og hesa fakligu barlast vildi
eg als ikki verið fyri uttan,
tó at tíðin á skúlabonki
kundi kennast eitt sindur
óverulig til tíðir, minnist
Regin Jacobsen.
Laksur, laksur
og laksur
Tá sildin hvarv í 1977,
mátti Bakkafrost finna upp
á okkurt annað virksemið.
Eitt sindur av sildavirksemi
var framhaldandi, men als
ikki í so stóran mun sum
áður. Tí varð m.a. farið at
pakka flatfisk fyri fiska
virkir, eins og roynt var at
fáa eitt sindur av virðisøking
burturúr
svartkjaftinum,
sum var tað nýggjasta slag
ið av fiski á marknaðinum.
Síðst í 70árunum og upp
gjøgnum
80árini
var
Bakkafrost
eitt
sindur
“óstrukturerað”,
fyri
at
brúka eitt orð hjá Regini
Jacobsen. Lutfalsliga nógv
arbeiði var av svartkjaftin
um, og stórar íløgur vórðu
gjørdar í maskinur, sum
skuldu útvinna surimi. Men
svartkjafturin kastaði ong
antíð nakað serligt av sær.
Innfrysting av makreli var
eisini á breddanum, men
hetta gav heldur ikki so
nógv. Tá var øðrvísi við
alingini, sum byrjaði í 1979.
Hon var beinanvegin eitt
gott bein hjá Bakkafrost, og
fyritøkan setti sum frá leið
fóðurframleiðslu í gongd
og keypti sær bæði kassa
og roykivirki.
Í 1992, tá alt samfelagið
fór av knóranum, hoknaði
Bakkafrost sum kunnugt
eisini.
– Eg minnist, at eg tá helt
tað var ein ósigur fyri okk
um, men í dag dugi eg væl
at síggja, at húsagangurin
hevur verið við til at mynd
að tað fyritøku, sum vit
hava í dag, sigur Regin
Jacobsen.
– Kanska hevði Bakka
frostsamtakið ikki verið
til, um virkið ikki stongdi í
1992, leggur hann afturat.
Altjóða
góðkenningar
Skil er í dag á strukturinum,
og virksemið hjá Bakka
frostsamtakinum snýr seg
í løtuni bara um eina vøru:
Aldan laks. Váðaspjaðingin
er síðani løgd í tað at vera
við heilt frá rokni til lidna
vøru. Bakkafrostfyritøkan
kann errin fara út í heim og
fortelja kundum sínum um
hvønn nikk og prikk í fram
leiðsluni.
– Og tað er júst tað, sum
kundin spyr um. Hann vil
hava at vita, hvar smoltið er
framleitt, hvat fyri fóður
tað fekk, hvussu alilaksurin
er kruvdur, hvussu hann er
skorin og pakkaður og alt
møguligt annað, fortelur
Regin Jacobsen.
Fyri at lætta um hetta
arbeiði, hevur Bakkafrost
samtakið fingið tvær viður
kendar útlendskar fram
leiðslugóðkenningar – BRC
og IFS. Harafturat fegnast
Regin Jacobsen um møgu
leikan, sum Heilsufrøðiliga
Starvsstovan hevur fingið,
tá tað snýr seg um at góð
kenna virkir fyri russiskar
myndugleikar.
– Tað vísir, at vit í Før
oyum eru við heilt frammi,
og vónandi verður tað
næsta, at føroyskir myndug
leikar fáa hendan møguleika
frá øðrum londum enn Russ
landi, sigur Regin Jacob
sen.
Regin Jacobsen
Regin Jacobsen
Føddur í 1966.
HD í roknskapi.
Ársins privati vinnulívsleiðari 2009.
Stjóri á Bakkafrost-samtakinum
Starvsfólk undir sær: 230
Frítíðarítriv: M.a. ættargransking
Umframt Regin Jacobsen, vóru Bjarni Askham
Bjarnsson, stjóri hjá Kall, og Jan Müller, blaðstjóri,
innstillaðir til Ársins privata leiðara í ár.
Mynd: Jens Kristian Vang
Ársins privati leiðari í ár,
Regin Jacobsen, er annað
ættarlið av fólki “á Bakka”,
sum stendur fyri leiðsluni
á Bakkafrost. Fyritøkan,
sum fór av knóranum í
1992, og var um at kódna
í 2002, tá ILA gjørdi
um seg, er í dag størsta
alisamtak í landinum við
átta aliøkjum, trimum
smoltstøðum, tveimum
framleiðsluvirkjum og 230
starvsfólkum
Mynd: Leif Láadal
Íslendingar niður í løn
Á fleiri arbeiðsplássum í Íslandi eru starvsfólk gingin við
til at fara niður í løn orsakað av teimum trongu
fíggjarkorunum í landinum. Í gjár boðaði felagið
Árvakur, sum gevur út Morgunblaðið, frá, at lønin hjá
starvsfólkunum lækkar fimm prosent frá næsta
mánaðarskifti, samstundis sum onkrir lønarflokkar verða
broyttir. Leiðslan í Árvaka sigur, at nú starvsfólkini hava
góðtikið minni løn, sleppir felagið væntandi undan at siga
fólki úr starvi.
Philips koyrir til hús
Tann stóra niðurlendska tøknifyritøkan Philips
kunngjørdi í gjár, at hon hevur ætlanir um at siga
6.000 fólk úr starvi, og at uppsagnirnar fara at raka
felagsins deildir kring heimin. Philips hevur fyrr
kunngjørt, at felagið hevði 186 milliónir evrur ella
1,4 milliard krónur í halli í 1008, og at úrslitið var
serliga vánaligt tann seinasta ársfjórðingin. Til
sammetingar kann nevnast, at í 2007 hevði Philips
knappar 4,2 milliardir evrur ella 31 milliardir
krónur í avlopi.