týsdagur 27. januar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
vinnan
Nr. 18 - 27. januar 2009
Stórbanki í stórari neyð
Gjáramorgunin boðaði niðurlendski stórbankin ING frá, at
forstjórin, Michel Tilmant, hevði gjørt av at leggja frá sær í
summar. Sambært nevndini hevur forstjórin valt at fara frá
orsakað av teirri óvanligu gongdini í seinastuni, sum sagt
varð. Samstundis kunngjørdi nevndin, at hon hevði gjørt av
at siga 7.000 fók úr starvi. ING kom í trupulleikar seinasta
heyst og fekk tá góðar 60 milliardir krónur frá niðurlendsku
stjórnini. ING er millum tjúgu teir størstu bankarnar í
heiminum.
Ford hevur onga neyð
Meðan kappingarneytarnir Chrysler og General
Motors dagliga kæra seg um tørvin á hjálp
frá tí almenna USA, sigur Ford, at har
hava tey ikki ikki brúk fyri almennari
hjálp. Forstjórin í Ford, Alan Mulally,
segði í gjár, at fyritøkan lænti 160
milliardir krónur longu í 2006 og
hevur tí ikki tørv á almennari hjálp
nú. Chrysler og General Motors siga
harafturímóti, at tær hava brúk fyri 120
milliardum krónum frá Kongressini.
Á samkomu á Hotel
Føroyum fríggjadagin
í farnu viku, fekk
Hjalti í Jákupsstovu
heiðurin “Ársins
almenni stjóri 2009”.
Karmarnir kundu
fyri so vítt ikki verið
meira passandi, tí
á teimum fremstu
plássunum í salinum
við teimum 250 luttak
arunum sótu umboð
fyri høvuðsvinnu
okkara; fiskivinnuna.
Ein vinna, sum
Hjalti í Jákupsstovu
hevur verið í “kríggj”
við síðani hann í
1988 bleiv stjóri á
Fiskirannsóknar
stovuni. Vit hava
hitt verjumannin hjá
fiskastovnunum til
eitt prát um burðar
dygga vinnu og fiski
vinnugransking.
ársins almenni
leiðari
Leif Láadal
Tað eru nøkur viðurskiftir,
sum skulu vera upp á pláss,
um tú skalt skapa tær virð
ing millum manna. Til
dømis er tað gott at fáa rætt
av og á – kanska serliga,
um tað seinni vísir seg at tú
hevði rætt. Og tað er í hes
um føri ikki so galið at vera
treiskur.
Tann føroyingur, sum
næsta árið kann rópa seg
“Ársins almenni leiðari” er
so at siga ímyndin av hesum
omanfyrinevnda. Hann er
treiskur sum fáur, og so
vísir tað seg sum oftast, at
hann hevur rætt í tí, sum
hann sigur, tó at nógv fólk
ikki eru samd, í tí hann
sigur tað.
Vit tosa um stjóran á
Fiskirannsóknarstovuni,
Hjalta i Jákupsstovu. Ein
mann, sum m.a. hevur tað
uriasstarv at skula fortelja
føroyingum einaferð um
árið, at teir fiska ov nógv
av stovnunum. Hann skal út
í almenningin at siga, at vit
mugu fiska, og harvið for
vinna minni. Men hetta við
at forvinna minni, er ikki
nakað, sum vit skulu gera í
longdini, tí við skilagóðari
veiðimentan, kemur sum
frá líður enn meiri ríkidømi
upp á land. Tað eru tað bara
ikki øll, sum skilja.
Náðileysur
Á vegginum í trappuni á
veg upp á ta hædd, har
Hjalti í Jákupsstovu hevur
skrivstovu úti á Fiskirann
sóknarstovuni, hanga nakrir
fiskar. Hetta eru fiskar, sum
eru stoyptir úr onkrum til
fari, síðani málaðir og
hongdir til pynt. Eg hugsi
til stuttleika, hvør av hesum
fiskum passar best til Hjalta
í Jákupsstovu, í tí eg gangi
framvið. Um tað passar, at
tað ber til at seta ein steinbít
fastan í stokkin (sum eg tó
ivist í), so má tað vera hesin
treiski kjaftsterki fiskurin,
sum passar best til stjóran á
Fiskirannsóknarstovuni.
Ikki tí, onkur meiri taktisk
begávaður
fiskur
hevði
eisini riggað, tí tað krevur
bæði styrki og vit at duga at
snúgva
sær,
tá
mann
arbeiðir so langt frammi í
almennu umsitingini – og í
so nógv ár.
Uttan alt ov nógv “small
talk” kasta vit okkum beint
inn í eina samrøðu um burð
ardygga veiði. Hjalti er um
ikki náðileysur, so í hvussu
so er avgjørdur:
– Tá eg sigi við reiðarar
og fiskimenn, at vit mugu
minka veiðitrýstið niður í
eina helvt altso má allur
flotin fara niður í eina helvt
ella má helvtin av fólkinum
fara til hús svara teir aftur
við at siga, at tað er nakað
møsn, og í veruleikanum
skilji eg væl teirra reak
tión.
– Mín boðskapur til vinn
una svarar jú til, at onkur
kom til mín og bað meg
fara niður í eina helvt í løn,
tí tað er í veruleikanum tað
sum eg biðji teir, samanber
Hjalti í Jákupsstovu.
Munurin er so bara – sum
eg (blaðmaðurin, blaðm.)
skilur tað at reiðarin, ið
verður biðin um at minka
um veiðutrýstið, bjargar ein
ari framhaldandi vinnu, um
hann ger tað, sum hann
verður biðin um, og kann
so um nøkur ár heystað
fruktirnar av tí sparda –
kanska fleirfalt. Ella hvat?
Skulu bert fiska
ein triðing
Fiskirannsóknarstovan held
ur, at veiðitrýstið ikki má
vera meira enn 33 prosent,
tí annars minka stovnarnir
so nógv, at teir koma ikki
fyri seg so hvørt. Broytingar
í umhvørvinum hjá fiskin
um hava eisini ávirkan á
støddina á stovninum, men
við einum veiðitrýsti upp á
í mesta lagi ein triðing av
stovninum, er eisini pláss
fyri natúrligum broytingum,
sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Veiðitrýstið er í fleiri før
um væl hægri enn tað, sum
fiskifrøðingar sum Hjalti í
Jákupsstovu mæla til, so
hvat hendir, um nú vinna og
politikarar lurta eftir fiski
frøðingunum, og ikki fiska
ein einasta fisk meira enn
tilmælini frá serfrøðingun
um?
Tað er kanska ein hypo
tetiskur spurningur, tí so
leiðis fer tað ivaleyst ong
antíð at vera, heldur onkur,
men spurningurin er kortini
áhugaverdur, tí í longdini er
neyðugt at lurta eftir teim
um, sum hava best innlit í
Ársins almenni leiðari
Hjalti er verjuleikarin hjá
– Tekur mann um endan nú,
og setur í verk eina skilagóða
burðardygga veiðu, so ganga
bara eini tvey ár til vit hava
vit eina nógv sunnari og
sterkari fiskivinnu, sigur
Hjalti í Jákupsstovu frá
Fiskirannsóknarstovuni, sum
er fyrsti almenni stjóri, ið
er valdur “Ársins almenni
leiðari”
»Mín boðskapur til vinnuna svarar jú í
summum førum til, at onkur kom til mín og
bað meg fara niður í eina helvt í løn«
Hjalti í Jákupsstovu